hósdagur 28. november 2019síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Samrøða
Framhaldandi menning
Orsøkin til, at KJ nú byggir størstu tvíkilju í søgu felagssins nakrantíð, sigur Ólavur
Asafsson Olsen er, at tað er menning í alivinnuni alla tíðina.
- Nýbygningur nummar 54 kemur at hava ein 65 TM (tons/metur) krana, og hetta
verður samstundis størsti krani, sum vit seta í eina tvíkilju til alivinnuna.
Stjórin vísir á, at skalt tú hava ein so stóran krana í einum alibáti, noyðist tú eisini at
hava ein størri bát.
- Tað skulu stórir kranar og stórir bátar til at lyfta stóran reiðskap og tungar vektir,
sigur Ólavur Asafsson Olsen.
Tað er væl størri arbeiði av einum so stórum alibáti sum hesum, ið KJ nú byggir, og
umframt at kranin er størri, verða eisini høvuðsmotorarnir størri enn í øðrum tvíkiljum.
- Hesin alibáturin verður hægri á sjónum enn aðrir bátar av Hydrocat-slagnum, og
tí hevur hesin eisini trappur niður av dekkinum, soleiðis at tað verður gott at ganga
úr bátinum og út á aliringarnar. Nýggi alibáturin verður eisini partvís innrættaður í
stýrisborðskjøli við einum arbeiðsrúmi. Harumframt er stýrhús, lítil messa við eitt nú
kuldaskápi og borði og annars vanliga apteringin, sum ein slíkur alibátur hevur.
Stjórin í KJ vísir á, at alingin kemur longur og longur út á firðir og sund, og samstundis
gerast bæði aliringar, nótir og akker størri og tyngri.
- Um menningin í alivinnuni heldur fram sum higartil, og alt fer at ganga, soleiðis
sum vit ynskja og vóna, at tað fer, er eisini hugsandi, at vit koma at byggja fleiri størri
alibátar, sum tíðin gongur, sigur hann.
Fuglar á takinum
Sáttmálin, sum KJ hevur við Bakkafrost um størstu tvíkiljuna nakrantíð, er eisini hin
seinasti, sum fyritøkan á Kambsdali hevur í løtuni.
Stjórin sigur, at tað eru fuglar á takinum, sum hann tekur til, men enn er ov tíðliga at
siga nakað ítøkiligt um, hvat er fyri stavn.
- Nú vit bygdu koyggjur í seinasta alibátin til Skotlands, er hetta eisini ein spennandi
gongd. Kjalirnir á bátunum eru stórir, og her er væl av plássi – eisini til koyggjur ella
arbeiðsrúm, um tað skal vera.
Ólavur Asafsson Olsen vísir á, at kjalirnir eru út við tríggjar metrar – ella 2,80 metrar
– í tvørmát.
- Maskinrúm er í aftasta triðingi í hvørjum kjøli, og hjálpimotorar eru í bakborðskjøli,
beint frammanfyri høvuðsmotorin. Hetta merkir, at rættiliga nógv pláss er til avlops í
stýriborðskjøli, sum kann brúkast til arbeiðsrúm ella koyggjur.
Stjórin sigur, at orsøkin til, at hin nýggjasti skotski alibáturin vildi hava koyggjur í
stýriborðskjøli er, at teir ofta arbeiða úti á oyggjum og støðum, har fasilitetirnir í landi
kanska ikki eru so góðir.
- Tí kunnu alararnir, sum røkja sítt starv við hesum bátum, sova og búgva umborð, tá
arbeiðsdagurin er lokin, sigur Ólavur Asafsson Olsen.
Níggju bátar til Luna
Tíðliga í august í fjør fekk alifyritøkan Luna tvíkiljuna, Ritunøvu, sum var nýbygningur
nummar 50 hjá KJ og hin níggjunda í røðini, sum fyritøkan á Kambsdali hevur bygt til
alifyritøkuna, ið hevur stóran part av sínum virksemi í Vágum.
Ritunøva er 15,5 metrar long og sjey metrar breið. Hon hevur tveir høvuðsmotorar á
425 HK hvør og ein 100 KVA ljósmotor.
Av deksútgerð hevur alibáturin eitt nú ein Palfinger 50 TM (tons/metur) krana, eitt
10 tons deksspæl, ein kapstan á seks tons og tríggjar á eitt tons.
Tvíkiljan hevur eitt nú messu, wc, arbeiðs-og klædnarúm og er annars útgjørd við
allari vanligar nautiskari útgerð.
Stjórin í KJ sigur, at Ritunøva varð bygd í tøttum samstarvi millum KJ og Luna, og
her varð serligur dentur lagdur á gott arbeiðsumhvørvi.
- Ritunøva skuldi vera góð og trygg at arbeiða við í øllum líkindum, og nógv varð
eisini gjørt fyri at fáa ljóðviðurskiftini umborð so góð sum til ber, sigur Ólavur Asafsson
Olsen, stjóri í KJ.
KJ Hydraulik P/f
(allar upphæddir í 1.000)
2018
2017
2016
2015
2014
2013
2012
2011
2010
2009
Bruttovinningur
54,704
60,442
54,805
50,146
41,572
38,325
31,919
30,433
23,320
20,636
Starvsfólkakostnaður
44,543
45,115
38,151
35,471
31,625
26,317
22,578
21,497
19,628
19,111
Annar rakstrarkostnaður
0
0
0
0
0
0
0
0
0
0
EBITDA
10,161
15,327
16,654
14,675
9,947
12,008
-
-
-
-
Avskrivingar
2,870
3,174
2,793
2,115
1,772
1,273
1,469
1,551
1,806
1,286
Úrslit áðrenn rentur
7,291
12,153
13,861
12,560
8,175
10,735
7,872
7,385
1,886
239
Úrslit av kapitalpørtum
222
358
-120
483
387
179
-
-
-
-
Fíggjarligar inntøkur
763
266
781
225
42
514
130
95
223
84
Fíggjarligar útreiðslur
1,522
1,834
1,354
1,606
1,457
1,523
2,399
2,468
2,709
2,779
Úrslit áðrenn óvanligir postar
6,754
10,943
13,168
11,662
7,147
9,905
5,603
5,012
-600
-2,456
Óvanligir postar
0
0
0
0
0
0
0
0
0
0
Úrslit áðrenn skatt
6,754
10,943
13,168
11,662
7,147
9,905
5,603
5,012
-600
-2,456
Skattur
1,213
1,971
2,459
1,989
1,394
1,764
1,048
1,181
28
-442
Ársúrslit
5,541
8,972
10,709
9,673
5,753
8,141
4,555
3,831
-628
-2,014
Úrslit uttan kapitalpartar
5,319
8,614
10,829
9,190
5,366
7,962
-
-
-
-
Ogn
Støðisogn
40,775
29,520
21,865
29,013
20,841
20,743
15,175
14,986
16,176
15,723
Ogn í umferð
93,531
87,522
97,552
68,788
65,094
59,864
46,776
41,667
37,913
33,120
Ogn tilsamans
134,306
117,042
119,417
97,801
85,935
80,607
61,951
56,653
54,089
48,843
Eginpeningur
56,336
52,796
45,825
37,116
29,442
25,689
20,498
16,363
12,532
13,159
Skuld tilsamans
75,966
62,142
69,441
59,778
55,877
53,974
41,206
39,881
41,557
35,684
Skyldur tilsamans
134,306
117,042
119,417
97,801
85,935
80,607
61,951
56,653
54,089
48,843
Rentuberandi skuld
28,623
18,268
28,703
30,433
27,584
20,578
-
-
-
-
Tøkur peningur
3,955
1,491
656
1,243
841
8,185
840
292
1,127
635
Rentuberandi skuld/EBITDA
2.8
1.2
1.7
2.1
2.8
1.7
-
-
-
-
al á starvsfólki
105
105
95
90
80
75
58
58
28
55
Vinningsbýti
2,000
2,000
2,000
2,000
2,000
2,000
950
420
0
0
- Nýggjasta tvíkiljan, sum her liggur við bryggju í Fuglafirði, er ov stór til at taka inn í byggihøllina á
Kambsdali, og hon er eisini ov tung til vegirnar í Fuglafirði, sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen