hósdagur 23. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
8
FRANTS JENSEN
– Talan er um dokumentarfilm,
har fylgt verður við listakvinnu
ni og spurt verður inn til, hvat
hon vil við listini, og hvat er
drívmegin, sigur Jón Hammer,
framleiðari.
Filmurin verður framleiddur
av Rógviper í samstarvi við
Kykmyndir. Tað eru tey fýra:
Marianna Mørkøre, Beinta á
Torkilsheyggi, Rógvi Rasmussen
og Jón Hammer, sum arbeiða við
verkætlanini.
Umframt at fylgja Sigruni
Gunnarsdóttir og lýsa hennara
gerandisdag, verður eisini spurt
inn til, hvussu tað er at liva sum
listafólk burturav.
– At vera listafólk burturav
er ofta eitt sindur ótrygt fíggj
arliga. Tað eru heldur ikki so
nógvar kvinnur, ið eru listafólk
burturav, og vit hava sett okkum
fyri at kanna, hvussu tað riggar
at samantvinna tað við familju
lívið, sigur Jón Hammer.
Fingið 2,5 milliónir í stuðli
Grunnurin Norddok hevur fyri
stuttum stuðla verkætlanini.
Teir hava 10 milliónir krónur at
geva út av til dokumentarfilmir
og sjónvarpsframleiðslur um
Grønland, Føroyar og Danmark.
Føroyska
verkætlanin
”Heartist”, sum er dokumentar
urin um Sigrun Gunnarsdóttir,
hevur fingið 2,4 milliónir krónur
í stuðli úr hesum grunninum.
Endamálið hjá Norddok er
at styrkja um kunnugleikan til
og felagsskapin millum tey trý
londini í ríkisfelagsskapinum.
Upprunaliga søktu 39 verk
ætlanir um stuðul, men at enda
fingu tríggjar verkætlanir
stuðul. Filmurin um Sigrun
Gunnarsdóttir er ein av teimum.
Filmsgrunnurin hevur áður
stuðla við umleið 100.000 krón
um. Eiðis kommuna hevur eisini
stuðla við 50.000 krónum.
Biograf og sjónvarp
Upptøkur eru gjørdar, meðan
listakvinnan arbeiðir, og fylgt
verður eisini við henni, tá ið hon
Ein dokumentarfilmur verður nú gjørdur
um Sigrun Gunnarsdóttir og hennara list.
Tað verður bæði ein biografútgáva og ein
styttri sjónvarpsútgáva av filminum
málningar inn. Her var millum
annað ein mynd av Golgata,
ein av sildaarbeiði og ein av
føroyskum landslagi. Í mun til
tað, sum Sigrun Gunnarsdóttir
málar í dag, sæst, at hesar
myndirnar eru myrkar á liti
og kunnu tykjast daprar. Í dag
eru tað millum annað tann
reyði og grøni liturin, ið fylla
nógv meira.
Hon var seks ár á skúlanum
og liðug í 1979. Hon kom aftur
til Føroyar í 1980. Hon giftist
við Tordi Niclasen, og tey
búsettust á Eiði. Tey fingu trý
børn, og í áttatiárunum varð
ikki so nógv málað.
– Eg var heima og tók mær
av børnunum. Soleiðis var tað
tá. Tá var heldur ikki nakar
barnagarður ella kommunal
barnaansing, sigur Sigrun
Gunnarsdóttir.
Onkra framsýning hevði
Sigrun tó havt, eftir at vera
liðug á listaháskúlanum. Í 1979
hevði hon til dømis eina lista
framsýning á Eiði saman við
Jaspur Kruse og Óla Egilstrøð.
80 fermetrar stórt atelier
Eftir at hava ligið mest sum
í dvala í eini 10 ár, fór Sigrun
Gunnarsdóttir í gongd aftur at
mála í nítiárunum, og hetta hevur
verð hennara vinnuvegur síðani.
Eitt atelier á 13 fermetrar varð
innrættað í húsinum, tá ið húsið
varð bygt. Tað var seinni víðka
til 20 fermetrar, og í 2006 bygdi
hon eitt atelier á 80 fermetrar við
síðuna av húsinum við útsýni
yvir Mølina á Eiði.
– Pápi mín segði tá, at tað
var púra ørt at byggja so stórt.
Atelierið var størri enn tey
húsini, hann hevði bygt. Ein
annar persónur spurdi meg,
um eg hevði ráð at lata vera.
Eg eri sera glað fyri atelieri,
og hetta var avgjørt tað rætta,
sigur hon.
– Eg nýti nógva tíð her. Eg
eri ofta í gongd við fleiri verk
samstundis, og tað er gott.
Eg havi eisini havt nakrar
framsýningar her, og nógv fólk
hava vitjað. Ta einu ferðina
komu umleiða 500 fólk til
framsýning. Tá var eg sera
yvirraskað og eyðmjúk, sigur
Sigrun Gunnarsdóttir.
Nógv eftirspurd
Sigrun hevur ferðast nógv, og
tað hevur givið henni nógva
íblástur í arbeiðinum sum
listafólk. Millum annað fekk
hon nógvan íblástur, tá ið hon
saman við familjuni búði í
Kuummiut í Eysturgrønlandi í
eitt ár. Hon hevur eisini verið
aftur í Grønlandi nakrar ferðir.
– Tíðin í Grønlandi var sera
góð, og hon gav nógvan íblást
ur. Tí havi eg nú eisini nógv
grønlendsk motiv, sigur hon.
Eitt annað stað, sum Sigrun
Gunnarsdóttir hevur ferðast
ofta, er í Japan. Har hevur hon
verið fimm ferðir – tær flestu
ferðirnar hevur hon sýnt fram.
– Tað hevur nógv at týða fyri
meg at koma út og fáa íblástur.
Men tað er eisini gott at hava
eitt stað her heima, har eg kann
vera í friði og arbeiða, sigur
Sigrun Gunnarsdóttir.
Síðstu tríggjar mánaðirnar
er hon vorðin omma tríggjar
ferðir, og hetta fer helst at fylla
nógv hjá henni í framtíðini. Tað
er fyrstu ferð hon er omma.
Listakvinnan á Eiði er nógv
eftirspurd, og hon er við í fleiri
verkætlanum. Hennara lista
verk hanga uppi ymsastaðni
kring landið – bæði í almennum
bygningum, á stovnum og í
privat heimum.
Og skjótt fáa vit øll loyvi
at síggja hennara listaverk á
Landssjúkrahúsinum.
Biograffilmur um
Sigrun Gunnarsdóttir
Tað hevur nógv
at týða fyri meg
at koma út og fáa
íblástur. Men tað
er eisini gott at
hava eina stað
her heima, har eg
kann vera í friði
og arbeiða