Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 9 FRANTS JENSEN E itt av motivunum, sum gongur aftur hjá Sigrun Gunnarsdóttir, er tann føroyska omman. Og eitt annað er móðir Teresa. – Mamma var ein kona, sum dámdi væl at geva til onnur. Hon bakaði ofta drýl, og so fór hon runt í ymisk hús og gav teimum ein drýl. Hon steðgaði ikki so leingi á hvørjum staði, men fór so víðari í næsta hús sigur, Sigrun Gunnarsdóttir. – Tá var tað, at ein persónur segði við meg, at hon er sum móðir Teresa, sigur hon. Mamman modell Tað var ikki so langt frá hugsan til gerð. Mamma Sigrun hevur verið modell nakrar ferðir, og nú slapp hon aftur upp í part. – Eg haldi, at fleiri dáma at síggja ta føroysku ommuna. Tað fær nakrar kenslur fram, sigur Sigrun Gunnarsdóttir. Her fekk omman pláss við køksborðið í barnaheiminum hjá Sigrun. Uppsløg á vegginum eru sum í barnaheiminum, og harafturat er mynd av móðir Teresu komin á veggin. Fyri at fáa tað staðbundna við, komu Risin og Kellingin eisini á myndina. – Myndin varð gjørd til eina framsýning í Danmark, sum verður kallað Portrett Nu, og sum var á Fredensborg Slott. Bara tvær myndir úr Føroyum vórðu valdar út, og hetta var onnur av teimum. Hon hevur eisini verið í Svøríki. Málningurin lýsir nakað av tí gamla gerandisdegnum og eisini tað, sum hevði týdning fyri mammu. Harumframt eru ymisk symbol við, sigur Sigrun Gunnarsdóttir. FRANTS@SOSIALURIN.FO Jón Hammer, framleiðari MYND: ÁLVUR HARALDSEN Dokumentarfilmur verður nú gjørdur av Sigruni Gunnarsdóttir og hennara list MYND: ÁLVUR HARALDSEN hevur eina framsýning í Japan. Fleiri upptøkur skulu nú gerast. – Vit fara at gera upptøkur yvir fýra ymisk tíðarskeið. Ætlanin er at fylgja listakvinnuni, tá ið hon fer uttanlands aftur at hava framsýningar, og so ætla vit eisini at spyrja, hvussu henn­ ara list verður móttikin aðra­ staðni. Vit fara eisini at fylgja við verkætlanin, nú Sigrun Gunnars­dóttir arbeiðir við list­ prýð­ingini av lekjandi list til nýggja H-bygningin, sigur Jón Hamm­er. Ætlandi verður bio­graf­film­ urin umleið hálvan annan tíma, og hann skal eisini umsetast til danskt og grøn­lendskt. Ætlanin er eisini at fáa hann sýndan á onkrum festivali úti í heimi. Sjónvarpsútgávan verður ein tíma ella styttri. Kringvarpið er eisini áhugað at vísa filmin. FRANTS@SOSIALURIN.FO Móðir Teresa á Eiði – Ein persónur á Eiði segði við meg ein dagin, at mamma mín er móðir Teresa á Eiði. Tá fekk eg hugskotið til henda málningin Málningurin “Móðir Teresa” eftir Sigrun Gunnarsdóttir