hósdagur 23. januar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
10
Føroyski smakkurin
TEMA: Føroyski smakkurin
Hvør er føroyski smakkurin?
Hendan spurningin hava vit
sett roynda kokkinum og
slóðbrótaranum, Leif Sørensen.
Hann sigur, at føroyski
smakkurin í høvuðsheitum
kann býtast upp í tveir bólkar
– tað feska og tað siðbundna
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
T
að serføroyska feska
fevnir serliga um grøn
meti og alla ta rávøru,
sum vit hava í sjónum.
– Hetta er frískleiki, feskleiki,
reinleiki, sartheit, sprækni og
saftigheit. Tað eru ótrúliga reinir
og klárir smakkir, sigur Leif Sør
ensen og vísir á, hvat tað er, sum
ger, at sovorðnir smakkir trívast
í Føroyum.
– Eyðkennið fyri Føroyar er tað
kalda veðurlagið, nógvur streym
ur millum firðirnar og konstantur
temperaturur, sum ger, at alt í
havinum verður av bestu góðsku,
tí tað er tað perfekta fyri djórini í
havinum.
Soleiðis er eisini við grønmeti,
har hitin er tann avmarkandi fakt
orurin.
– Grønmetið í Føroyum veksur
sera seint, men tað sýgur alla
neringina upp úr jørðini og er fult
av djúsi og øðrum góðum, sigur
Leif Sørensen.
Góðska í serflokki
Fiskurin er í Føroyum er kendur
um allan heimin fyri at vera ser
liga góður, og Leif minnist væl, tá
hann legði merki til høgu góðsk
una.
– Tá eg var kokkur uttanlands,
var eg ikki greiður um, at vit høvdu
so góðan fisk. Men tá eg so hoyrdi
útlendingar byrja at siga tað og
bleiv spurdur av journalistum
um fiskin, so byrjaði eg at hugsa
meira um, at hetta var nakað heilt
serligt. Tá eg so seinni aftur fór
uttanlands at vera gestakokkur, sá
eg, hvussu fantastiskar føroysku
rávørurnar eru, og at vit eru í ser
flokki innan fyri hetta, fortelur
Leif Sørensen.
– Tað er tað, sum øll verðin
dugir at síggja í dag. Tey síggja, at
góðskan á eitt nú skeljadjórum og
laksi er á einum støði heilt fyri seg,
leggur hann aftrat.
Góðskan í tí feska kjøtinum er
eisini serliga góð í Føroyum.
– Fransmenn kalla alt tað land,
sum gongur fimm kilometrar frá
einari strond, fyri “pré salé”, sum
merkir “forsaltað” og er tann besta
góðskan. Alt land í Føroyum er pré
salé. Har, sum tað er hægst, gong
ur seyður, sum rørir seg nógv, tí
tað er bratt. Kemur mann upp um
nakrar bestemtar metrar, eru tað
nakrar aðrar urtir og annað, sum
veksur har, so tað kjøtið frá seyði,
sum hevur gingið ovast, kemur
at smakka øðrvísi enn tað, sum
hevur gingið lágt, sigur Leif Sør
ensen.
Fleiri fyritreytir fyri
góðu góðskuni
Leif Sørensen vísir á nakrar
faktorar, sum hava týdning fyri,
at fiskurin fær best møguligu
góðsku.
– Tað fyrsta er terroir, sum
er umhvørvið, har fiskurin livir.
Flestu firðirnir í Føroyum eru
opnir, og tað er nógvur streymur
har. Sjógvurin í Føroyum er altíð
kaldur, og konstandi temper
atururin hevur stóran týdning.
Nógvi streymurin í sjónum ger, at
fiskurin er noyddur at svimja og
harvið brúka musklarnar hjá sær
meira, enn fiskurin ger aðrastaðni,
har tað stillari. Tá fiskur brúkar
musklarnar, fær mann frískari
kjøt, sum smakkar betur, sigur
Leif og fortelur víðari um aðrar
fyritreytir fyri góða fiskin.
– Hitt er hvussu mann fer um
vøruna. Um mann fer væl við
fiskinum og ikki stressar hann, so
fær mann eina betri vøru. Tað snýr
seg eisini um tøkuna, altso hvussu
mann til dømis tekur laksin. Eitt
annað er, hvussu mann kryvir og
ansar eftir, at ongar bakteriur
koma í. So er tað eisini, hvussu
mann sendir vøruna avstað til
kundan.
– Tað, at allir hesir faktorar
passa til Føroyar, ger, at vit í Før
VEÐURLAGIÐ ER AVG
FYRI FØROYSKA SMA