hósdagur 30. januar 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
TEKSTUR ANNIKA KUNOY IM MYND ÁLVUR HARALDSIN
– Tað er torført at fáa leiðarar at viðurkenna, at leiðslan veit ikki altíð best.
Tí ofta er talan um leiðarar, sum í allar bestu meining royna at motivera,
viðurkenna, stýra og máta seg til betri avrik. Hóast starvsfólk ofta vita, at
tað ikki riggar, finnur leiðslan ofta seint útav, at avriksmentanin skapar verri
avrik, góðsku og fyriskipanarlig dømievni, sigur navnframi rithøvundurin og
leiðsluráðgevin Christian Ørsted
F
leiri fólk verða útbrend, hóast tey arbeiða á
einum arbeiðsplássi við góðari leiðslu. Tey
kenna veruliga, at leiðarin hugsar um tey,
hevur áhuga í og empati fyri teimum, men
tey verða útbrend kortini. Tey fáa so at vita
frá leiðsluni, at tey áttu at ansa betur eftir
sær sjálvum – nú umframt alt annað mugu tey eisini ansa
betur eftir.
– Her er ikki talan um ein vánaligan, keðiligan ella
kaldan stjóra. Nei, hetta er umvent, tí her er talan um
leiðslu, sum veruliga ynskir at betra um umstøðurnar.
Trupulleikin er tó hann, at leiðslan ikki sær egnu ábyrgd
í støðuni, sigur Christian Ørsted rithøvundur og leiðslu
ráðgevi.
Lýsingin av eini fyritøku við framgongd er, at tey fókini,
sum rýma, eisini droyma um at koma aftur. Orsøkirnar
til, at tey vilja aftur á gamla arbeiðsplássið eru, at arbeiðið
har var innihaldsríkt og av hægri góðsku enn tað arbeiði,
sum tey megna á øðrum arbeiðsplássum. Starvsfólk venda
aftur til eitt slíkt arbeiðspláss, tí har er ein mentan, sum
leggur upp til, at tey taka sær av hvørjum øðrum.
Sterk kjarna tolur trýst
Spurdur um, hvussu ein slík arbeiðsmentan verður
skapað, har starvsfelagar taka sær av hvørjum øðrum,
greiðir Christian Ørsted frá, at starvfólk fáa meir burtur
úr, tá tað, sum tey gera, er áhugavert, og tey fáa stuðlað
starvsfeløgum sínum. Tað ironiska er tó, at tá tú veruliga
hevur tørv á sjálvhjálp, hevur tú ikki yvirskot til tað, ella
megnar tú tað ikki.
– Kemur tú hartil, at tú verður noyddur til at taka tær
av tær sjálvum, tá hevur tú ikki orku til tað. Tá hevur
tú ístaðin tørv á starvsfeløgum, familju og vinum, sum
kenna tínar tørvir og fáa sett teg í eina støðu, har tú
megnar tað, tú hevur ábyrgd av, sigur hann.
– Vit síggja, at tað tað ofta fer at snúgva seg um
rekrutering, og arbeiðsgevarar velja at seta fólk, ið teir
halda tola eitt ávíst trýst. Hetta er sera áhugavert, tí hví
tola menniskju trýst í gerandisdegnum. Er tað persónleiki,
ella er tað bólkurin av starvsfólki, sum í felag ger, at tá eg
arbeiði saman við dugnaligum fólki, sum eg havi álit á, so
megni eg eitt størri trýst, spyr hann.
– Tá eg so fari í nýtt starv í eini nýggjari fyritøku og ikki
longur havi toymisstuðulin, megni eg ikki sama trýstið.
Tað er tí, at treystleiki er treytaður av arbeiðsplássinum,
staðfestir Christian Ørsted.
Modernað leiðsla undir 2. heimsbardaga
Í metsølu bók síni «Lívshættislig Leiðsla» greiðir rithøv
undurin víðari frá um amerikanskar hermenn á Kwajalein
oynni í Japan undir øðrum veraldarbardaga, tá nútíðar
leiðsla nevniliga tók skap. 1. februar 1944 komu amerik
anskir hermenn í land á Kwajalein oynni við tí fyri eygað
at hertaka oynna.
Navnframi brigatugeneralurin S.L.A. Marshall var
komin við amerikonsku hermonnunum til oynna fyri
granska atburðin hjá teimum. Hetta gjørdi hann við tí
endamáli at økja um framleidni hjá soldatunum, tí tað
víst seg at vera trupult, at fáa hermennirnar at skjóta fyri
at drepa. Nakað, sum í veruleikanum var teirra missión.
Seinastu mánaðirnar hevði hann samrøðu við hermenn
irnar júst eftir, at teir høvdu verið í skotbardaga. Hann
vildi skilja, hvat teir upplivdu í tí helviti, teir vóru staddir
í, tá teir bardust.
S.L.A. Marshall kom til somu niðurstøðu umaftur og
umaftur. Bert 15 av 100 hermonnum skutu fyri at drepa.
Hinir 85 siktaðu viðsíðuna av ella skutu als ikki. Orsøkin
var ikki, at mennirnir vóru óttafullir, tí vóru kammeratar
teirra í vanda, gjørdu teir alt teir vóru mentir fyri at bjarga
teimum. Tað var tískil ikki egoisma, tá fólk ikki gjørdu
eftur boðum. Hermennirnir fingu snøkt sagt ikki seg
sjálvar til at taka eitt annað lív, tí menniskjan rætt og slætt
er fødd við sterkari mótvild ímóti at drepa, vísir Ørsted á.
Tí vórðu átøk sett í verk, sum skuldu venja hermennir
nar av við mótvildina. Leiðslan í herinum arbeiddi kom
andi árini skipað við uppgávuni.
Nú skuldu nýkallaðir hermenn í innleiðandi venjing
læra at minka um sannføringar og virði, broyta sjálvs
myndina og soleiðis geva seg undir militerið. Venjingin
skuldi ávirka nýggju hermennirnar á djúpum sálarligum
støði. Atburðurin varð meir ágangandi og loyaliteturin
mótvegis leiðsluni vaks. Straffur og toymisandi vórðu
lyklaorðini. Tað vísti seg, at hermenn vildu heldur sjálvir
lata lív enn at taka eitt lív. Var talan um lívið hjá einum
av kammeratunum, var søgan ein onnur. Tí varð áherðsla
løgd á toymisandan, og toymið fekk felags viðurkenning,
tá ein kláraði seg væl, og somuleiðis vórðu øll staffað, tá
ein kláraði seg illa.
Tá kríggið í Korea brast á fimm ár seinni, vóru úrslitini
av venjingini eyðsýnd! Nýggi leiðsluformurin riggaði, tí
nú skutu helmingurin av hermonnunum fyri at drepa.
S.L.A. Marshall gjørdi fleiri kanningar fyri at finna útav,
hví hin helmingurin av hermonnunum enn ikki vildi
skjóta. Tað vísti seg, at hermennirnir vóru so óttafullir,
tá teir vóru í skotbardaga, at frontalu ennisbløðini í heil
anum vórðu sligin frá. Partar av heilanum, sum skilja
menniskjuna frá djórunum vórðu óvirknir.
Fyri at venja djórakendu síðuna hjá menniskjanum, má
menniskjan venjast soleiðis, sum djór verða vand. Metod
ur hjá russiska sálarfrøðinginum Ivan Pavlov vórðu síðani
nýttar. Pavlov hevði funnið úrslit í at venja hundar og
at fáa teir at reagera, tá hann ynskti tað. Venjingin hjá
nýkallaðum hermonnunum varð broytt, og hermaðurin
fekk viðurkenning og viðirsløn, tá hann kláraði at skjóta
skotskivuna, sum meir og meir fór at líkjast veruligum
menniskjum í útsjónd og mobiliteti. Somuleiðis varð her
maðurin revsaður, tá hann ikki gjørdi, sum hann skuldi.
Soleiðis varð dráp sett í samband við nakað positivt í mið
heilanum hjá hermonnunum.
Fýra meginreglur birtust úr hesi byrjanini
upp á modernaða leiðslu:
1, Leiðarin sum fyrimynd
Christian Ørsted er høvuðsrøðari á
Leiðaradegnum 31. januar. Hann er
kendur fyri metsølubókina Livsfarlig
Ledelse Leiðsla, og hann arbeiðir í
skrivandi stund við eini nýggjari bók,
sum viðger mýturnar um broytingar
á arbeiðsplássum. Hetta verður eisini
evnið á fyrilestrinum, sum hann
hevður á Leiðaradegnum
FAKTA
Vit kunnu framleiða sum ongantíð
fyrr, men vit brenna út og fáa
strongd.