Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Samrøða 2, Uppbyggjan av at hoyra upp í eitt toymi 3, Tilvenjing og veruleikakend venjing 4, Virðisløn og revsing bæði til einstaklingar og í toymi Hesar fýra meginreglurnar vórðu síðani betri útgreinaðar og ómetaliga væl eydnaðar, tá kríggið í Korea síðani varð veru­leiki. Sálarligu amboðini høvdu við sær, at heili 95 pro­sent av amerikansku hermonnunum skutu fyri at drepa í Koreanska krígnum. Dagsins samfelag, virkir og hugsanir um avriksvøkstur eru í høvuðsheitum bygd á somu sálarligu meginreglur, heldur Christian Ørsted. Síðani varð kríggj í Vietnam, og hóast virkisføri hjá her­monnunum undir Vietnam krígnum varð nærum full­fíggjað, hendi nakað óvæntað, tá kríggið var av. Tað fekk avleiðingar fyri hermennirnar, at farið var um djúp sálar­lig mørk. Nærum allir, ið høvdu verið á markini í fleiri enn 60 dagar, fingu sálarligar líðingar. Hildið varð, at hermenn, ið ongar avleiðingar fingu, óivað vóru psyko­ pat­ar, áðrenn teir fóru í kríggj. Menniskjan varð meir effektiv, ja, men ein nýggjur trupul­leiki kom til sjóndar. Hermennirnir vórðu oyði­ lagdir – teir fingu ikki longur hugsað sjálvstøðugt ella sam­starvað við onnur. Teir vóru ráari, minni skapandi, fingu ikki sambond við onnur og dugdu ikki at gera nakað ófyrireikað. – Tað er júst tað sama, sum vit síggja í fyritøkum. Vit kunnu framleiða sum ongantíð fyrr, men vit brenna út og fáa strongd. Vit missa innovatiónina og evnini til at greina framtíðina, meðan vit renna altsamt skjótari, so vit náa málunum, ið verða sett okkum. Avleiðingarnar ávirka ikki bert sálarheilsuna hjá menniskjanum, men oyðileggja eisni produktivitetin og menningina, sum nýggja leiðslan av byrjan skuldi fremja, staðfestir hann. Broyting í motivatiónsteoriini Christian Ørsted greiðir frá, at hermennirnir óttaðust mest at skuffa kammeratarnar. Við hesum varð motiva­ tións­teoriin broytt – eisini á arbeiðsplássum - so ístaðin fyri at motivera starvsfólk við sjálvságóðum, varð ístað­in motiverað við ávirkanini, sum arbeiðið hevði á starvs­fel­ ag­arnar. – Á arbeiðsmarknaðinum kenna fólk seg noydd til at klára seg væl til frama fyri tey, sum tey arbeiða saman við. Tey flestu leggja minni í viðbøtur, ágóðar og framgongd, enn tey leggja í felagsskapin. Soleiðis brenna alsamt fleiri út, sigur hann. Amy Edmondson, professari á Harvard Business School, eyðmerkti í 1999 av fyrstani tíð hugtakið sálarligur trygg­leiki í arbeiðsbólkum. Hon hevur síðani eygleitt, hvussu álitis­miklar fyritøkur fáa betri avrik. Í Harvard Business Review sigur Amy Edmondson, at sálar­ligur tryggleiki í arbeiðsbólkum er ærligt feedback, at viðganga mistøk fyri hvørjum øðrum og at læra frá hvørj­ um øðrum. Hon vil vera við, at ein slíkur bygnaður og ment­an í alt størri mun er av týdningi í nýtímans búskapi. Í seinni helvt av nítiárunum vórðu fleiri mistøk framd í sjúkrahúsum í Amerika. Hetta var ein vaksandi trupul­ leiki. Amy Edmondson hevði tá granskað fleiri toymi í ymiskum sjúkrahúsdeildum, og hon vildi vita, um ar­ beiðs­bólk­ar, sum eru betri fyri, fremja færri mistøk. Úrslitini, sum hon kom fram á, vístu tað øvugta. Tær deildirnar við betri toymissamanhaldi vístu á fleiri mistøk. Ikki færri. Tað kom óvart á hana, inntil hon fann útav, at trupul­leik­in var ikki, at tey betri toymini gjørdu færri misstøk, men heldur vildu tey viðganga, at mistøk vórðu framd. Hetta varð bakgrundin til stóru gransking hennara um sálar­lig­an tryggleika og læruatburð í arbeiðstoymum í 1999. Síð­ani eru fleiri kanningar framdar, og staðfestast kann, at sálarligur tryggleiki fær ikki bert toymið, men eisini fyri­tøk­ur at fremja betri úrslit. – Sálarligur tryggleiki á arbeiðsplássinum er als ikki norm­urin. Hinvegin er tað óvanligt við sálarligum trygg­leika. Orsøkin er, at tað gongur ímóti okkara menniskjaligu nátt­úru og instinktum. Vit vilja, at hini halda, at vit klára okk­um væl, tað er eitt instinkt at geva øðrum skyldina og at taka undir við tí, sum leiðslan sigur. Og í einum hierakii verða slík instinkt ógvusligari, sigur Amy Edmondson í pod­casti, sum Harvard Business Review hevur latið úr hond­um. Hon tekur stóru sjónvarpsfyritøkuna Pixar sum dømi. Pixar hevur havt ómetaliga stóra framgongd við anima­ tións­filmi eftir animatiónsfilmi, sum allir hava havt rúk­ andi framgongd. Ed Catmull, ein av stovnarunum og leiðari í Pixar, hevur gjørt sær ómak í at skapa eitt um­ hvørvi við sálarligum tryggleika, har dentur er lagdur á ærlig­heit og kritiskt feedback. Hetta verður gjørt á tveir grundleggjandi mátar. Ein er í atburði og hin er í strukturi. Hann er kendur fyri at vísa á mistøk, sum hann sjálvur hevur framt, og hann gongur soleiðis á odda í atburði við eyðmjúkleika, forvitni og áhuga. Eisini hevur fyrtøkan fundir, sum eru lagdir til rættis soleiðis, at øll fáa sagt sína meining og kritisera film­ar­nar. Vil ein fyritøka sáa eina slíka mentan og fáa hana at grógva, eru trý ting, sum leiðslan má hava í huga. Tað er um­ráðandi at vita, at ein slík broyting ikki kann fremjast alt fyri eitt. Ein má áhaldandi skapa røttu fortreytir, bjóða starvs­fólki at taka lut og geva produktivar afturmeldingar. Sálarligur tryggleiki er móteitur Í gomlum døgum snúði leiðsla seg um lýdni, síðani fór hon at snúgva seg um motivatión. Í øðrum orðum var ikki nóg mikið, at stavsfólk nú bert gjørdu tað, sum tey fingu boð um, men nú máttu tey eisini hava hug til tað. Christian Ørsted vísir á, at tá uppgávurnar verða tor­ førar, er tað allar mest umráðandi, at vit hava evnini til at sam­starva og sálarligan tryggleika til at tosa um tvístøður í starvsviðurskiftunum. Hetta er tað, sum í størsta mun sermerkir einastandandi góð arbeiðspláss. – Hetta er í størstan mun avgerandi fyri, um vit velja at verða verandi á arbeiðsplássinum og gerast stolt av tí ar­beiðsavrikunum, sum vit megna at gera, sigur hann. – Vit eru von við at seta leiðslu í samband við stýring, og leiðsla er tískil eisini grundað á, at leiðslan veit best, og leiðsl­an skal stýra og motivera starvsfólkið. Hetta riggar tó bert, um forteytinar verða loknar. Eru starvsfókini roynd og køn, og eru fløkjalig krøv og uppgávur í gerandis­degn­ um, so heldur fortreytin ikki. Leiðslan veit ikki altíð best. Tað er torført at fáa leiðarar at viðurkenna hetta. Tí ofta er talan um leiðarar, sum í allar bestu meining royna at moti­vera, viðurkenna, stýra og máta seg til betri av­rik. Hóast starvs­fólk ofta vita, at tað ikki riggar, finnur leiðsl­ an ofta seint útav, at avriksmentanin skapar verri avrik, góðsku og fyriskipanarlig dømievni. Granskingin, sum Amy Edmondson, professari á Har­ vard, gjørdi á fleiri amerikanskum sjúkrahúsdeildum síðst í nítiárunum verður nú nýtt í MBA undirvísingini hjá henni á Harvard Business School. Tær deildirnar, sum raporteraðu flest feilir, høvdu eisini bestu trygd. Hin­veg­in var trygdin vánaligast, har sum fægst fleilir vóru frá­boð­ aðir. Kanningin sigur nevniliga einki um tølini av framd­ um mistøkum, men heldur vísir hon á, hvør vil viður­ kenna mistøk síni. Munurin á sjúkrahúsdeildunum var leiðslu­mentanin, og leiðslumentanin sigur meir um góð úrs­lit enn nakar annar faktorur. Tí leiðslumentan vísir á sálar­ligan tryggleika. – Sálarligur tryggleiki er álitið ein hevur á, at ein ikki verð­ur mannminkaður ella revsaður, tá man tosar um egin mistøk ella mistøk hjá starvsfeløgum, tosar um iva, spyr spurningar, tosar um ósemjur í arbeiðinum ella legg­ ur nýggj hugskot framm, sigur Christian Ørsted. Vit missa innovatiónina og evnini til at greina framtíðina, meðan vit renna altsamt skjótari, so vit náa málunum, ið verða sett okkum Tey flestu leggja minni í viðbøtur, ágóðar og framgongd, enn tey leggja í felagsskapin.