Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 gult cyan magenta svart 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 gult cyan magenta svart STEFAN Í SKORINI H71 hevði eitt sera vána- ligt kappingarár í fjør, og liðið úr Hoyvík var mill- um tey aftastu liðini í 1. deild. Hetta fær nú avleiðing- ar, tí at teir bestu leika- rarnir hava ikki hug at spæla fyri eitt botnlið. Jens Skipagøta er millum teir bestu málverjarnar í Føroyum, og hann spældi eisini á landsliðnum, tá ið Grønland var á vitjan her. Kyndli vantar ein mál- verja, og tí vendu teir sær til Jens Skipagøta, um hann hevði hug at spæla fyri Kyndil, og hesum hevur málverjin játtað fyri. Jens Skipagøta sigur, at hann hevur ikki skift felag enn, men at tað liggur fast, at hann verjir málið hjá Kyndli næsta kapp- ingarár. Eingin sáttmáli er undirskrivaður millum Kyndil og Jens Skipagøt- a, og tað er heldur ikki greitt, um hann fær nakra samsýning fyri at skifta til Kyndil. Við hesum brynjar Kyndil seg til næsta kappingarár. Seinast gekst ikki serliga væl hjá Kyndli í landskapp- ingini, tá teir endaðu á fjórða plássi aftanfyri Neist- an, Kyndil og StÍF, men teir sigraðu tó í steypakapping- ini. Í ár er ætlanin, at Kyndil skal blanda seg í stríðið um meistaraheitið, og tí hava teir nú fingið nýggjan mál- verja. Kyndil missir tó møguliga ein av høvuðs- stuðlunum frá seinast. Óvist við Jacob Jónsson Jakob Jónsson var leikandi venjarin hjá Kyndli fyri tveimum árum síðani, með- an hann í fjør var vanligur spælari. Hann hevur nú skrivað undir sáttmála við Tjaldur, har hann skal verða leikandi venjari hjá 1. deild- ar liðnum. Sáttmálin varð undir- skrivaður fyri meira enn tveimum mánaðum síðani, men Jakob Jónsson sigur Jens Skipagøta til Kyndil Landsliðsmálverjin, sum í fjør vardi málið hjá hoyvík- ingum, skal spæla við Kyndli, meðan tað er óvist, um Jakob Jónsson skal verða leikandi venjarin hjá Tjaldri seg einki hava hoyrt aftur frá Tjaldri, síðani sáttmálin varð undirskrivaður. Tí er hann eitt sindur í iva, um hann skal verða venjari har, ella um hann skal halda fram við at spæla við Kyndli. Formaðurin í Tjaldri, Andrias Jacobsen, sigur harafturímóti, at alt er komið uppá pláss, og at Jakob Jónsson næsta kappingarár verður leik- andi venjari hjá Tjaldri. Ætlanin er at fara í gongd við venjingina í august, men alt er tengt at fótbólt- inum, tí at flestu leikarar- nir spæla fótbólt sum summarið. Liðið hjá Tjaldri fær styrk úr Íslandi, haðani Jens Martin Knudsen kemur, um hann ikki verður útleigaður av Leiftri, eftir at landskapp- ingin í Íslandi endar. Eis- ini ætlar Kári Jacobsen, sum hevur verið hond- bóltsdómari, at spæla hondbólt aftur næsta kappingarár. Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Hvussu langur er teinurin, sum verður rógvin á ólavs- øku. Ofta hevur hesin spur- ningurin verið frammi, og svarini hava verið alla staðni millum 930 og 970 metrar. Eftir vestanstevnuna helt Bárður Nielsen, formaður í róðrardeildini hjá VÍF, at tíðirnar á ólavsøku vóru so mikið góðar, tá sammett verður við hinar kappingar- nar á eitt túsund metrum, at málið í Havnii so langt í frá kann vera eitt túsund metrar. Tá viðmerktu vit, at vit skuldu venda aftur til henda spurningin undan ólavsøk- uni. Nú eru allar venjingar undan róðrinum, sum verð- ur í dag, loknar, og vit hava spurt tveir av teimum, sum eru við í spennandi kapp- ingum um FM, hvussu langan róðrartein teir rokna við at kappast á í dag. – Hann er í hvussu so er ikki eitt túsnd metrar. Vit gera róðrarteinin upp í tøk- um og ikki í metrum. Í Vest- manna tóku vit 180 tøk á túsund metrum, og har er málið kanska í so stutt. Van- liga rokna vit 190 tøk til eitt túsund metrar. Tá vit venja her á Strondum, rógva vit 205 tøk. Hetta sigur Hilmar Joen- sen, sum er róðursmaður og bátsformaður umborð á Stráluni. Teir kappast um FM heitið. Men hvussu nógvir met- rar heldur tú, at tað eru av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið? – Eg veit ikki rættuliga, men plaga teir ikki at siga, at tað eru umleið 960 met- rar? – Men, sum sagt, tað eru ikki metrarnir, sum tað snýr seg um, men tøkini. Vit vóru í Havnini mánakvøldið eftir vestanstevnuna. Tá ítaðu vit róðrarøkið av og taldu tøk- ini. So vit halda okkum vera væl fyri, sjálvt um metrarnir ikki eru akkurát so nógvir ella fáir, sum vit høvdu rok- nað við, heldur formaðurin umborð á Stráluni. Vit seta bátsformanninum á Vestmenninginum sama spurningin? Hvussu langur er róðrar- teinurin á ólavsøku? Jan Johannesen hevur oft- a róð á ólavsøku, men hann vil ikki seta metrar á: – Tíðirnar vísa, at málið er væl styttri, enn tað er aðra staðni. Eg dugi ikki at ætla, men kanska einar 930 met- rar ella har á leið. Hava tit undan ólavsøk- uni verið og vant málið? – Nei, vit hava hildið okk- um her norðuri í Vestmanna. Vit hava róð so ofta á ólavs- øku, at vit halda okkum kenna málið heilt væl. Neyva málið Í Róðrarsambandinum vita teir heilt neyvt, hvussu long málini eru. Tá vit spyrja for- mannin, Hannis Joensen, hvussu langur róðrarteinur- in á ólavsøku er, slær hann upp og svarar, at sambært uppmátingini, sum Matrik- ulstovan gjørdi í fjør, so er róðrarteinurin frá Argjahøv- da og inn undir Skipafelagið 901,31 metrar. Hvat siga tit til tað, spyrja vit formannin á Stráluni og Vestmenninginum. – Nei, vit høvdu ikki rok- nað við, at tað var so nógv styttri, enn tað er á øðrum so kallaðum túsund metra teinum, svara báðir, og so Teinurin er bara 900 metrar Kappróður: Fimtan bátar kunnu rógva í senn, og tað er júst bátatalið í størstu kappingini, sum verður millum gentumanningarnar mugu vit fyri teirra viðkom- andi og fyri øll hini róðrar- fólkini vóna, at tað eru tøk- ini og ikki metrarnir, sum taktikkurin verður lagdur út frá. Trongligt Í Róðrarsambandinum vóru teir annars rættuliga spentir upp á, hvussu stór luttøkan fór at vera í størstu kapp- ingini á ólavsøku. Um hon hevði farið upp um fimtan bátar, so hevði verið neyð- ugt við innleiðandi umfør- um: – Størsti róåðurin verður í kappingini millum gentu- bátar. Har verða fimtan bát- ar við í kappingini. Tá verð- ur roknað við fimtan metra vídd til hvønn bátin, og har afturat eru seks metrar hvør- ju megin samlaða róðrar- økið. Tað vil siga, at um bátarnir halda seg har, sum teir eiga at vera, so verður nóg mikið av plássi, men talan er avgjørt ikki um nógv avlopspláss í kapping- ini millum genutbátarnar, staðfestir Hannis Joensen. JH Mikukvøldið var eitt fínt kvøld í Sogndal í Noregi. Tey 738, sum vóru og hug- du at fótbólti, nýttu góða summarveðrið og frøddust um, at tað eftir vónbrotið sunnudagin hesa ferð eyd- naðist heimaliðnum at vinn- a stórsigur. Botnliðið By´sen varð sent til hús við 6–1 tapi. Við sigrinum tók Sogndal seg upp á triðja plássið, og teir tosa framvegis um, at tað skal bera teimum til at vera við í kappingini um upp- flyting. Sogndal hevði greiða yvirvág alla tíðina, men teir á heimaliðnum vóru kløkk- aðir, áðrenn teir kundu njóta sigurin. Í fyrsta skjótálop- inum løgdu gestirnir seg á odda. Tá vóru bara fimm minuttir farnir. Heimaliðið javnaði, tá eitt korter var farið, og so var tað bara ein spurningur um tíð, nær teir fóru at leggja seg á odda. Tað gjørdu teir, tá hálvur tími var farin, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at verða. Allir tríggir føroyingarnir vóru millum teir fyrstu ell- ivu. Hans Fróði Hansen og hinir í verjuni høvdu ikki nógv at gera, tí tað mesta gekk fyri seg á hinari hálv- uni. Julian Johnsson og Kurt Mørkøre høvdu fleiri royn- dir móti málinum, men hesa ferð eydnaðist tað ikki Kong Kurt, sum teir í Sogndal kalla Kurt Mørkøre, at skor- a. Næst við var hann, tá hann tíðliga í 1. hálvleiki eftir horna sendi í stólpan. Í 2. hálvleiki hevði hann onk- ran góðan møguleika, men tað eydnaðist ikki at skora. Julian Johnsson hevði fleiri skotroyndir, og tað eydnaðist honum at skora eitt mál. Tá hálvur tími var farin legði hann Sogndal framum 2–1. Málið trýsti hann í kassan eftir eitt langt innkast, sum var snittað inn- fyri málið. Ólavsøkuna fara teir tríggir føroyingarnir í Sogn- dal at brúka at fyrireika seg til næsta útidystin. Hann verður sunnudagin móti Skeid. Hetta liðið er fimti niðast. Øll liðini í næstbestu deildini hava nú spælt fim- tan dystir. Sogndal hevur á triðja plássinum 26 stig. JH Julian millum málskjúttarnar Sogndal lyfti seg upp á triðja plássið, tá teir tríggir føroy- ingarnir vóru við til at smyrja Byåsen av So er tað greitt. Málið á ólavsøku er 901 metrar og 31 sentimetrar HEINI Í SKORINI Fyri tveimum árum síðani kom eitt rumenskt hond- bóltspar til Vestmanna at leika við VÍF, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur verið ein styrk- ur fyri hondbóltin í Vest- manna at havt tey bæði Daniel og Ioanu Rapa. Nú er eftir øllum at døma eitt rumenskt par afturat á veg til Vest- manna, og ætla tey eisini at leika við VÍF. Daniel og Ioana hava júst verið og ferðast heima í Ru- menia, og har eru tey so komin í samband við par- ið, sum er sinnað at koma til Føroya at spæla hond- bólt. Daniel hevur fyrr leikt á liði við hesum rumena- num í Rumenia, og eftir hansara tykki kann hann væl og virðiliga brúkast í Nýtt rumenskt par til VÍF Eftir øllum at døma er eitt annað rumenskt hondbólts- par nú á veg til VÍF føroysku 1. deild. Haraftur- ímóti vita teir í VÍF ikki so nógv um konu hansara, uttan tað at hon er málverji. Hjalmar Klein Olsen, venjari hjá VÍF, sigur, at lít- ið væntar á hjá teimum báð- um at koma. -Seinast eg hoyrdi, var bert eftir at finna bústað til rumenska parið, og eftir tað skuldi alt verið komið upp á pláss, ljóðar tað frá VÍF venjaranum. Spurdur, um sáttmálar verða skrivaðir, sigur Hjal- mar, at tað heldur hann ikki. -Eg vænti ikki, at vit fara at skriva sáttmála við tey. Felagið hevur sum so ikki nakrar útreiðslur av teim- um, uttan tað at vit hjálpa teimum við arbeiði og bú- staði, endar Hjalmar við at siga. Seinastu ferð eitt rumen- skt par kom til Vestmanna, var tað ein veruligur styrkur fyri hondbóltin í bygdini, har bæði Daniel og Ioana hava sett síni spor sum ávikavist venjari og leik- ari. Ioana hevur nevniliga verið millum allarbestu kvinnuligu hondbóltsleik- arar í landinum, síðani hon kom, og hóast Daniel næstan ikki hevur kunnað spælt vegna skaðar, hevur hann víst sera góð evnir sum venjari. So, um nýggja rumen- ska parið verður ein eins góður fongur og seinstu ferð, verða Vestmenning- ar drúgvir komandi kapp- ingarár. Mansliðið hjá VÍF var sera nær við at vinna FM í ár, og kanska ein rumeni afturat kann vera tað, sum fær VÍF aftur á ovastu rók í føroyskum manshond- bólti. Tað hevur í nýggja kapp- ingarárinum hilnast illa hjá Herfølge á heimavøll- i. Fyrst taptu teir 1–0 móti Viborg í dystinum millum meistaraliðið og steypa- vinnararnar, og tá teir mikukvøldið royndu seg í fyrsta landskappingar- dystinum, kiksaði tað aftur. Knappliga tvey túsund áskoðarar vóru vitni til ein 1. hálvleik, sum í leik- ferð minti um summarfrí- tíðar fótbólt. Tá vóru ein- gi mál skorað, men í 2. hálvleiki komu aðrir boll- ar á suppuna. Herfølge setti hol á, tá 2. hálvleikur var fimm minuttir gamal. Og so gekk skjótt. Tommy Schram var so óheppin, at hann gjørdi sjálvmál hjá Jákupi Mikkelsen, sum vardi málið allar 90 minuttirnar. Tá eitt stórt korter var eftir legði Sø- ren Frederiksen AaB á odda. Tá var John Faxe Jensen akkurát farin av vøllinum. Avloysarin hjá honum var Micheal Thomsen, og hann hevði ikki verið leingi á vøll- inum, tá hann javnaði til 2–2. Fimm minuttir undan leikloki skoraði Thomas Augustinussen sigurs- Jákup og teir taptu Meistaraliðið frá í fjør skoraði fimm minuttir undan leikloki sig- ursmálið móti meistaraliðnum frá í ár málið. Hann hevði bara verið nakrar fáar minuttir inni á AaB liðnum. Hjá Herfølge var stórur saknur í Steven Lüstü, sum var leikbannaður. Á Stadion skemtaðu tey sær við, at dagsins maður í leikskránni var Jens Mad- sen, sum sambært skránni fyri stuttum hevði skrivað undir nýggjan trý ára sátt- mála við Herfølge! Hann skrivaði í síðstu viku und- ir sáttmála við eitt grikskt felag. Enn hevur einki verið at hoyrt um, hvussu tað verður við fótbólts- framtíðini hjá Steven Lüstü, sum hevur verið settur í sambandi við fleiri feløg í eingilsku 1. deildini. Herfølge skal sunnu- dagin spæla í Lyngby. FCK og Todi Jónsson skulu vitja í Århus. Óli Johannesen verður ikki á liðnum hjá AGF. JH Seinnapartin í dag verður punktum sett fyri einum hi- gartil væl eydnaðum róð- rarári. Spenningurin hevur ikki verið stórur í kapping- unum hjá 5–mannaførum við dreingjum og gentum. Har hava ávikavíst Tjaldrið og Frúgvin verið einaráð- andi, og tað sama hevur ver- ið galdandi í kappingunum millum 6–mannaførini við kvinnum og 8–mannaførini. Har hava ávikavíst Jarnbar- dur og Argjabáturin verið púra suverenir. Eingin orsøk er seinnapartin í dag at rok- na við øðrum vinnarum enn hesum fýra. Harafturímóti er spenn- ingurin sera stórur millum 6–mannaførini við monnum og 10–mannaførini. Ongantíð vunnið Strálan av Strondum má metast at vera favorittur í kappingini millum 6– mannaførini, men teir hava ikki hagtølini við sær. Strál- Strálan hevur ongan- tíð vunnið á ólavsøku Kappróður: Sera stórur spenningur er um úrslitini í kappingunum millum 6– mannaførini við monnum og 10–mannaførini an við monnum hevur ong- antíð vunnið á ólavsøku. Teir vunnu FM í 1991 og í 1992, men tá vóru teir báðu ferðirnar næstfremstir á ó- lavsøku: – Kappingin higartil í ár hevur víst, at tað eru fýra bátar, sum mugu metast at hava møguleika at vinna. Hvessingur og vit hava vunnið róðrarnar higartil, men Gongurólvur hevur verið væl við, og Hósvík- ingur skal ikki avskrivast, heldur Hilmar Joensen, bátsformaður á Stráluni. Strálan hevur róð væl, men teir hava havt trupul- leikar av startinum í øllum kappingunum: – Síðani á vestanstevnuni hava vit vant startin nógv. Onkuntíð eydnast hann væl, og aðrar ferðir eydnast hann minni væl. Róðrarteinurin á ólavsøku er stuttur, og vit hava neyvan ráð at missa so nógv, sum vit hava mist í startinum í undanfarnu kappingunum. Gongurólvur hevur enn ikki hildið allan teinin, men tá teinurin er so stuttur í Havnini, so má møguleikin hjá honum at vinna mestast at vera betri, heldur formaðurin á Strál- uni. Nógvir um boðið Í fjør og í fyrraárið vann Eysturoyingur á ólavsøku. Í ár hevur ikki hilnast nakað serligt. Men í Vestmanna vóru ábendingar um, at gongd aftur er komin á Eysturoyingin, og teir hava hampuligar vónir undan ólavsøkuni. Havnarbáturin er tornað- ur aftur, og hann tykist ikki hava tikið skaða av, at teir royndu at turka hann undan vestanstevnuni. Havnarbát- urin liggur undir Molanum, har bara Vágbingur verður millum heimabátin og á- skoðararnar. Tað verður mett sum fyrimunur at liggja tætt undir Molanum. Seinnapartin í dag verður greitt, hvørjar manningar komandi ár skulu umboða Føroyar á Scilly oyggju- num. Uppløgdu favorittar- nir eru Argjabáturin og genturnar umborð á Frúnni. Men í Róðrarsambandinum vísa tey á ta greinina í regl- unum, sum sigur, at tey, sum fara avstað, skulu hava róð í undanfarna kappingarári. Hetta vil við øðrum orð- um siga, at um Frúgvin og Argjabáturin eru eins sann- førandi í dag, sum tey hava verið í hinum fimm róðru- num, so skulu tað vera manningarnar, sum hava róð í ár, ið fara av landinum. Tað er væl hugsandi, at onkur, sum hevur róð í ár, ikki fer at rógva komandi ár, kanska tí tey vera burtur í arbeiðsørdinum ella lest- rarørindum: – Um tað verður soleiðis, so siga reglarnir, at fólk skal biðjast av tí bátinum, sum endar næstbest í kappingini. Um vit taka kvinnukapp- ingina sum dømi, so vil hetta siga, at um Frúgvin vinnur kappingina í dag, og Jarnbardur við kvinnum verður næstfremst, og ikki allar á Frúnni kunnu fara niður á Scilly oyggjarnar, so skulu teir biðja fólk av Jarn- bardi. Manningarnar hava langt síðani fingið aseting- arnar, og vit hava mint tær manningarnar, sum liggja best fyri í kappingini á hett- a, sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsamband- inum. Nógv gull og skreyt verð- ur handað á Bursatanga í dag. Tryggingarfelagið Før- oyar letur ognarstey til allar FM vinnararnar. Heiðurs- krónur til tríggjar teir frem- stu í kappingini millum 10– mannaførini eru latnar av Ísbjørn, sum Bjarti Mohr eigur. Heiðurskrónurnar til 8–mannaførini eru latnar av pf. Sveipi, sum hevur fla- mingoverksmiðju á Argj- um. Tórshavnar Maskin- verkstaður letur heiðurs- krónurnar til 6–mannaførini við monnum, Føroya Spari- kassi letur heiðursmerkini til kvinnurnar við 6–manna- førum, og Føroya Banki let- ur til 5–mannaførini við dreingjum og gentum. JH Fleiri manningar til Scilly Kappróður: Reglurnar siga, at tað skulu vera róðrarfólk, sum hava tikið lut í undanfarna kappingarárinum, ið skulu umboða føroyskan kappróður Á ávísum ættum koma bát- arnir undir Molanum skjótari á deyðavatn, og tað er altíð ein fyrimunur. Stør- sti fyrimunurin verður met- tur at vera, at áskoðarafjøld- in og rópini frá teimum lyfta manningina fram. Men tað eru Nólsoyingur og Vestmenningur, sum kappast um FM heitið. Tann kappingin er púra opin. Teir liggja undir liðini á hvørjum øðrum, og tann teirra, sum kemur fyrri á mál, verður FM vinnari. Men tað telur ikki heilt so nógv, um tað ikki eydnast FM vinnara- num eisini at vinna á ólavs- øku. Tí verður meiri enn alt lagt í, tá síðsti róðurin í hes- um kappróðrarárinum verð- ur á skránni. JH UM tað endiliga eydnast Stráluni at vinna ein ólavsøkuróður, gerast teir samstundis føroyameistarar