Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 L ý s i n g a r t o r g i ð Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar:  privatar lýsingar  í mesta lagi 40 orð  bert ein lutur í hvørjari lýsing  hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Vanl. lýsingaprísur:  frá fyritøkum og virkjum  fleiri enn 40 orð  søluvirði oman fyri 20.000 kr. tó minst 50,- kr. + MVG hvørja ferð: Lýsingar, gjaldast skal fyri: 50,- kr. + MVG hvørja ferð:  lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur«  Bill. merktar Lýsingartekstur Lýsingin ynskist: ferðir (set X) undir teiginum: ❑Akfør ❑Amboð ❑Arbeiði ❑Barnaansing ❑Barnaútgerð ❑Bátaútgerð ❑Bingo ❑Brævaskifti ❑Burturm./funnið ❑Býli ❑Bøkur ❑Dansur ❑Dýr ❑Fundir ❑Húsarhaldstól ❑Innbúgv ❑Lutaseðlar ❑Leikur ❑Matur ❑Pløgg ❑Samband ❑Súklur ❑Teldur ❑Tónleikur ❑Út- & sjónvarp ❑Ymiskt ❑……………… Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi innan kl. 12.00. T.v.s. at lýsing til leygardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á middegi Sent hevur: Navn: ………………………………………………… Bústaður: …………………………………………… Bygd/býur: ………………………………………… Tlf.: …………… 5 4 2 1 3 »Lýsingartorgið« Tíðindablaðið Sosialurin Box 76, 110 Tórshavn Til frímerki Akfør DAIHATSU CHARADE G100 árg. 87, til sølu fyri 2.000 kr. Hevur plátur. Stendur á Tvøroyri. Tlf. 210608 EYKALUTIR til Toyota Carina ST 171, árg. 88-91: Hurðar, bakrút- ur, síðurútar, startari, el- rútavindari, drívaksil, tendring og spegl-h. Tlf. 455843 FORD SIERRA árg. 84, til sølu fyri 7.000 kr. Sýnaður í nov. 99. Tlf. 310960 GEARKASSI YNSKIST Um tú hevur ein gearkassa til Nissan Bluebird U11 1,8, motor typa ca., so vin- arliga ring Tlf. 361092 TIL SØLU Opel Rekord 2.0 GL stationcar, ongar plátur, kann koyra, gongur næst- an gjøgnum sýn. Prísupp- skot 2.000 kr. Tlf. 210800 KAMPINGVOGNUR Sprite Alpine til sølu, køliskáp og gasskomfýrur er í honum. Tlf. 312604 ella 212504 KØLARI til Mazda 626, árg. 87, til sølu fyri 400 kr. Tlf. 331647 MICHELIN SUMMARDEKK 14"-165-70, einans koyrt 1.000 km, bíliga til sølu. Tlf. 220970 - 443176 MOTORUR og gearkassi til Mazda 626 2.0, árg. 86, til sølu sum eykalutir. Prísuppskot 1.000 kr. Tlf. 321647 OPEL ASCONA 2,0i árg. 88, í góðum standi, til sølu. Tlf. 281895 PEUGEOT 106 DIESEL til sølu. 2 ára gamal og sera økonomiskur. Tlf. 313444 - 311612 TIL SØLU Toyota Carina 1.6 XL, árg. 5/89, koyrt 153.000 km. Tlf. 374514 TIL SØLU Honda Accord 2000 EX til sølu um hóskandi boð fæst. Í sera góðum standi, sýnaður í mai 2000 og góðkendur. Hevur nýggjar sportsfelgur, 16"205/55. Tlf. 210814 TIL SØLU Citroen AX GT, árg. 88 bí- liga til sølu. Tlf. 313596 ella 221626 TIL SØLU Ein Hyundai Sonata 2L 16V 130H, árg. 99, við el- rútum, sentrallási og 15" sportsfelgum og einum nýggjum Kenwood an- leggi. Tlf. 220464 - 443054 TIL SØLU Diesel motorur Toyota 1C, krevur ábøtur. Prísuppskot 1.500 kr. Tlf. 321647 TIL SØLU Tvey dekk, 175x14, á felgum, til Mazda 626 2,0, árg. 87, sum nýggj. Tlf. 321647 TIL SØLU Nissan Sunny 14LX, árg. 89, sær gott út, til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 444378, e. kl. 18 TIL SØLU Citroën AX 11 TRE, árg. 89, til sølu. Hevur motor- skaða. Tlf. 455895 Fax 457295 TIL SØLU Ein Toyota Carina II 18 GLI, árg. 88, powerstýring, nýsýnaður. Prísuppskot 20.000 kr. Tlf. 321647 TIL SØLU Goodyear Eagle F1 dekk til sølu. Stødd 205/55-15, einans koyrt 8000 km. Prísur fyri 4 stk kr. 2.600. Ring 215686 ella skriva til hans@post.olivant.fo TIL SØLU Citroën 11ax, árg. ’89, til sølu fyri kr. 10.000. Smærri umvælingar skulu gerast. Koyrt 96.500 km. Tlf. 315265 (heima) 316277 lok. 42 (arbeiði) TOYOTA CARINA EXL 2,0 Turbo diesel, 06/97, 83.500 km, Sony stereo- anlegg til 10 fløgur. Bilurin er gráur og í sera góðum standi. Prísuppskot 135.000 kr. Tlf. 222081 ella 444237 TOYOTA COROLLA 1.6 í sera góðum standi, sýn- aður í okt. 99, lakeraður í aug. 99, árg. 88, 122.000 km, til sølu fyri 30.000 kr. Tlf. 327019, e. kl. 18 TOYOTA COROLLA XL til sølu um hóskandi boð fæst. Árg. 89, brúkar ben- sin, seinast sýnaður í mai 2000 (ongan kross), hevur koyrt uml. 100.000 km. Tlf. 373869, e. kl. 17 VW GOLF 1,9 TDI Vælhildin, myrkabláur, árg. apríl/1998, til sølu fyri 159.000 kr. Tlf. 321213 VW GOLF GL 1,9 TD 5 hurðar, árg. 92, blámetal, servo, sentrallás og el- spegl v.m. Bilurin er í sera góðum standi. Til sølu fyri 78.000 kr. Tlf. 217566 & 217567 VW PASSAT 1,9 TD st. car, árg. 94, hvítur, abs, 2Xairbag, servo, sentral- lás, el-sóltak og takskinn- arar v.m. Bilurin er í sera góðum standi. Til sølu fyri 114.800 kr. Tlf. 217566 - 217567 Amboð BLANDIMASKINA ynskist til keyps. Tlf. 217948 TIL SØLU Brúktar Bob Cac grav- maskinur á goymslu, 2500 og 3500 kg. Maskinurnar eru í góðum standi. Verða seldar fyri sera rímiligan prís. Keyp góðsku, motor- kraft, maskinurnar til før- oysk viðurskifti. Kaj Andreasen & Co Tlf. 315600 VARIANT VIÐFESTISVOGNAR! Í tíðarskeiðnum 20. juli til 1. aug. geva vit serlig tilboð uppá vognar, sum eru á goymslu! Kaj Andrasen & Co Tlf. 315600 Arbeiði ALLUR GREVSTUR verður gjørdur við mini gravmaskinu, t.d. tún, hav- ar og mangt annað. Tlf. 421643, 211643 ella 282643 ARBEIÐI SØKIST Vit eru tveir 14 ára gamlir dreingir, ið søkja arbeiði. Alt hevur áhuga. Ring Tlf. 314322, Jonfinn Tlf. 321456, John YNSKJA TYGUM túnið asfalterað skjótt, bíliga og væl, so er bert at ringja til K.Z.R. asfalt og fáa eitt tilboð. Tlf. 222546 Barnaútgerð BARNAVOGNUR/ BILBARNASTÓLUR Ein bláur, leðurlokk, væl viðfarin Brio barnavognur og ein Britax bilbarnastól- ur, 9 til 18 kg, til sølu. Tlf. 373879 MADRASSA 115x55x9 cm, næstan óbrúkt, til sølu fyri 400 kr. Nýprísur 598 kr. Tlf. 316184 RIMASONG v/ madrassu bíliga til sølu. Tlf. 310767 TIL SØLU Hálvhøg barnasong v/ for- hangi til sølu fyri 1.200 kr. Sum nýggj. Tlf. 310068 TIL SØLU Bilbarnastólur, 0-4 mðr., til sølu fyri 500 kr. Lítið og onki brúktur. Tlf. 310068 TIL SØLU Brio blåblomst barna- vognur við lift, regnslagi og ein E4 góðkendur bilstólur til sølu fyri 3.000 kr. Brúkt til 1 barn. Tlf. 283738 TIL SØLU 1 ára gamal, myrkabláur barnavognur v/ lift, regn- slagi, kodda, dýnu og tasku til sølu fyri 1.400 kr. Tlf. 441280 Barnaansing AU-PAIR Pige søges til at passe Jeppe på 3 år (er i halv- dags børnehave), og Aksel på 8 mdr. Start snarest. Nærmere oplysninger fås på tlf: 86888630 DAGRØKTARMAMMA ella barnagenta søkist at ansa eftir 14 mðr. gomlu Turið gerandisdagar frá 1. aug. Arbeiðstíðirnar skifta millum 7.30-16.00 og 13.30-17.30, tó mest 13.30-17.30. Tlf. 314448 DAGRØKTARMAMMA/ HEIMAGANGANDI við børnum søkist at ansa eftir 3 ára gamlari gentu uml. 10 dagar um mán- aðin. Tlf. 322824 KONA/GENTA SØKIST at ansa eftir 1 ára gamlari gentu frá 14. aug. kl. 7.45– 16.00 mánadag-fríggjadag. Tlf. 311012 - 212822 SØKT VERÐUR EFTIR konu/gentu at ansa eftir 16 mðr. gomlu dóttur okkara frá hálvum august. Tlf. 318386 ella 328021, Jórun SØKT VERÐUR EFTIR at ansa eftir hálvt ára gomlu dóttur okkara skjót- ast gjørligt. Tlf. 444699 Bátaútgerð BÁTUR YNSKIST Fittligur bátur, helst glas- trevjað, uml. 6-mannafar í stødd, ynskist til keyps fyri sámuligan prís. Tlf. 217948 GLASFIPURBÁTUR við A-fiskiloyvi til sølu um hóskandi boð fæst. Báturin er í sera góðum standi. Tlf. 424790/218790, best eftir kl. 18.30 HUMMARALOYVI TIL SØLU Eitt hummaraloyvi við 250 rúsum á Skálafirði, Tanga- firði og inn móti havna- merkinum í Kollafirði til sølu. Tlf. 447071 ella 213376 STARLETT 29 til sølu um hóskandi boð fæst. Er hampuliga væl út- gjørdur. Tlf. 221870 TIL SØLU Eitt frambygt 8-mannafar við motori til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 373202 YNSKIST Umstýring til 30 HK Sabb diesel ynskist til keyps. Tlf. 222039 / 443379 Bingo KIWANISKLUBBURIN RÓSAN hevur bingo í Pálsstovu sunnudagin 30. juli kl. 16. At vinna: 1 rekkja 75 kr., 2 rekkjur 150 kr. Full pláta 500 kr. + síðuvinningar. Á lutaseðlinum eru 14 x 100 kr. og ein vikuskiftisflog- ferð. Drigið verður millum spølini. 15 plátur fyri 100 kr. Eisini verður eykaspæl. Kiwanisklubburin Rósan Burturm. /funnið ERICSSON T18S burturmist í Fuglafirði ella í Vestmanna á vestan- stevnu. Er blá við klárari antennu. Tlf. 444365 FUNNIÐ Troyggja funnin við gøtuna ímillum Eystara Ringveg og Hoydalsá. Tlf. 311726 TIL SØLU Svørt Ericsson GSM tele- fon burturmist í Havn. Møguligur finnari biðist ringja Tlf. 456964 ella 221116 Býli BYGDARSTOVAN Í HESTI verður leigað út. Tlf. 328023 ELDRI HÚS í Kvívík til sølu um hósk- andi boð fæst. Tlf. 316918 - 310449 FRÍTÍÐ Í MIKLADALI Njótið friðaligt umhvørvi í Mikladali í frítíðarhúsum við øllum hentleikum. Tlf. 455267 ella 456939 GJÓGV - VIKUSKIFTI/ FERIU Hevur tú hug at uppliva ta vøkru náttúruna við Gjógv? Vit leiga út eitt sera hugnaligt frítíðarhús við vanligum hentleikum. Tlf. 423138, 313423, 316505, 284705 HÚS Í HALDARSVÍK Vælhildin og sera hugnalig hús til sølu í Haldarsvík. Húsini eru í trimum hæd- um á 40 fermetrar. Eisini er úthús og havi rundan- um. Prísuppskot 375.000 kr. Tlf. 423266 - 220514 - 332125 HÚS Í VÁGI til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 373278 HÚS TIL LEIGU/UMBÝTAN Í friðarligum umhvørvi, væl fyri í Århus, eiga vit rand- arhús, 92 fermetrar, sum vit vilja leiga út, um vit ístaðin kunnu leiga tygara hús/íbúð í Tórshavn eitt tíðarskeið. Tlf. 004586212630 ella 311603 Í Vágum er tað ikki farið óátalað fram við borðinum, at B36 hevur gjørt avtalu við verjuálitið, Darius Magdisauskas, um at hann skal spæla við teimum eftir summarsteðgin. Uttanum Páll Olsen sigur vegna FS Vágar, at orsøkin til ónøgd- ina er, at teir vistu av ong- um, fyrr enn Darius boðaði frá, at B36 hevði sett seg í samband við seg. Vágamenn hildu lítið um hetta, og ynsktu ístaðin, at B36 tosaði við teir. Hetta hava teir eisini gjørt - eina ferð - og síðani vistu teir av ongum, fyrr enn teir í So- sialinum kundu lesa, at B36 sigst hava ognað sær leik- aran. Umframt ónøgdina um framferðarháttin, so er talan í løtuni eisini um fíggjarligt trætumál millum vága- og havnarmenn. Feløgini eru ikki komin ásamt um, hvussu stóra upphædd vágamenn skulu hava fyri at lata leikaran fara, og í løtuni arbeiðir sakførari við hesum, frættist úr Vág- oynni. FSF hevur annars gjørt eina fyribils niður- støðu í málinum, men hesa eru vágamenn alt annað enn nøgdir við. Páll vil ikki siga, hvussu stóra upphædd talan er um, men hann leggur tó afturat, at verða allar tær útreiðslur, sum FSV hevur havt í hes- um sambandi lagdar saman, er talan um meira enn 100.000 kr. Púra klárt Kristian á Neystabø, for- maður í B36, sigur við So- sialin, at frá teirra síðu er málið klokkuklárt. -Talan er ikki um, at vit hava verið úti um okkum í hesum føri. Leikarin er sjálvur komin til okkara, og har er okkara fatan, at um ein leikari hevur hug at koma til felagið, og um vit meta okkum kunna gera nýtslu av honum, so skal hann vera vælkomin, sigur Kristian á Neystabø. Hann hevur annars ongar viðmerkingar til, at FSV ætlar sær víðari við mál- inum, men leggur bert aft- urat, at B36 bert hevur fylgt teimum reglum, sum FSF hevur stungið út í kortið. Skiftistíð Annars er flytingin hjá Dar- ius ikki einasta broytingin, sum vágamenn eru fyri í summarsteðginum. Eyðfinn Fjalsbak fer eftir summar- steðgin at ganga í skúla í høvuðsstaðnum, og skiftir hann í hesum sambandi til HB. Páll Joensen leggur tó dent á, at teir í hesum sam- bandi einki hava at finnast at framferðarháttinum. Maður kemur í mans stað, og soleiðis tykist eisini vera hesu ferð. Nú Darius er far- in úr felagnum, er vorðin rúmd fyri nýggjum útlend- HEINI Í SKORINI Havnar Kajakfelag lut- tekur í hesum døgum við trimum luttakarum í Grønlendska meistara- heitinum (GM 2000) í ka- jakrógving. 136 luttakarar eru tilsamans við í kapp- ingini, bæði børn, kvinn- ur og menn. Luttakararnir koma úr Grønlandi, Ka- nada, USA, Onglandi, Noregi, Danmark og Før- oyum. Kappast verður í styttri og longri teinum frá 5-40 km. Føroysku luttakararnir eru Páll Olaf Jacobsen, Tomas Davidsen og Já- kup Jacobsen. 24. juli royndu Páll O- laf og Tomas seg á 5 km teini, og teir komu á mál ávikavist á øðrum og átt- anda plássið av 28 lut- takarum. Hetta var saman við øðrum grønlendskum rógvarum, meðan teir gjørdust nummar eitt og tvey í internationala bólk- Føroyskir kajakrógvarar royna seg í Grønlandi Í hesum døgum royna tríggir føroyingar seg í grønlendska meistaraheit- inum í kajakrógving inum. Sjey menn hvølvdust í sínum kajakkum, av tí at veðrið ikki var til vildar, og teir máttu so siglast inn við báti. 25. juli róði Jákup Jacob- sen, og kom hann á mál á triðja plássi av 21 luttaka- rum. Til hesar báðar kapping- arnar hava tveir stórhvalir og ein grønlandskópur svomið millum rógvararnar, og teir tríggir føroysku ka- jakrógvararnar siga, at tað var eitt satt upplivilsi, at síggja tveir stórhvalir koma upp at blása bert 5-10 met- rar frá kajakkunum 26. juli róðu Páll Olaf Ja- cobsen og Jákup Jacobsen heilar 20 km í allar fagrasta veðrið, og kappaðust teir móti 68 øðrum rógvarum. Páll Olaf kom á mál á fimta plássi samlað, meðan Jákup gjørdist nummar sjey. Í skrivandi stund er endaliga úrslitið tíverri ikki komið enn. Higartil má sigast, at hetta er eitt sera gott avrik hjá so ungum felagið, sum Havnar Kajakfelag er. Kappingin endar næsta mánadag, og verður kappast allar komandu dagarnar. Endabresturin í kappingini verður ein 40 km long kapprógving, og um alt gongur sum eftir ætlan, vera føroyingarnir eisini umboðaðir í hesi kapping. Tað gongst væl hjá føroysku kajakrógvarunum, sum ´í hesum døgum kappast í Grønlandi Ónøgdir vágamenn Vágamenn eru alt annað enn fegnir um, at Darius Magdisauskas nú skal fara til B36. Teir finnast at framferðarhátt- inum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum hinvegin sigur seg hava handlað í tráð við galdandi lógir skum leikara, og hetta ætla vágamenn sær eisini at gera nýtslu av. Líkt er nevnliga til, at teir eftir summar- steðgin fara at hava enn ein litaviskan leikara á liðnum. Hesu ferð er talan tó um ein miðvallara, og er navnið á honum Igoris Kirilovas. Melda greitt út Annars hevur FS Vágar í málinum um Darius sent út tíðindaskriv, og verður hetta prentað í heilum líki nið- anfyri: Tað kom okkum dátt við, tá vit í Sosialinum nú um dag- arnar sóu, at ein av okkara leikarum leikar venjingar- dystir við B36. Ikki minni skakkir blivu vit, tá blaðið enntá ber tey tíðindi, at B36 styrkir sær um liðið við hes- um leikara. Einum nýtist ikki at vera blaðmaður, magistari ella apotekari fyri at finna útav, at ein leikari einans kann leika fyri eitt felag á gangin. Tað skal tí ikki vera nøkur loyna, at tað ørkymlaði okkum ikki sørt, tá vit funnu útav, at umrøddi leikari var byrjaður at venja við B36 í summarsteðginum, eftir at hann ikki møtti til venjing hjá okkum, og annars ikki røkti aðrar skyldur, sum hann hevði átikið sær yvir fyri felag okkara. Hetta málið má nú rok- nast at vera farið út um øll mørk, nú vit lesa í bløð- unum, at B36 byrjar at nýta leikara, hvørs spæliloyvi er í okkara hondum, í venjing- ardystum, uttan nakra sum helst avtalu ella fráboðan um hetta. Vit skulu tó loyva okkum at upplýsa, at síðst í juni mánaði boðaði Darius okk- um frá, at hann og B36 høv- du avtalað, at hann skuldi leika fyri teir eftir summ- arsteðgin, og vildu vita, um vit høvdu nakað ímóti at hann fór. Okkara metan var og er, at tað er óheppið at missa leikarar mitt í kapp- ingini, og serliga ein útlend- ing, sum vit hava brúkt pengar og nógva orku upp á at fáa hendan vegin við familju. Men havandi í huga sam- sýning og treytir annars, ið B36 bjóðaði honum, var tað okkum beinan vegin greitt, at her hevði eitt lítið felag sum FS Vágar ongar møgu- leikar at kappast. Hinvegin gjørdu vit greitt, at tað eftir okkara metan var sera óheppið, at eitt felag ger avtalu við leikara hjá okkum, uttan at boða okk- um frá, og at vit ynsktu, at B36 tók samband við okk- um beinleiðis. At grasið er grønari hjá B36 enn hjá FS Vágum er møguliga ein sannroynd, men »at rola innan fyri« er ikki fair-play, og tað skal tí eingin ivi vera um, at vit krevja okkara rætt í sam- band við eina loysn av hes- um málinum. Hinvegin skal heldur eingin ivi vera um, at FS Vágar í framtíðini kemur at hava bæði tilgongd og frá- gongd av leikarum. Hetta ynskja vit at gera í góðum ítróttaranda, og vóna vit, at tíðin leikarar støðast hjá okkum verður eitt upplivilsi fyri teir. Skuldi framtíðin lagað tað soleiðis, at Darius ikki kem- ur leika fyri okkum fram- yvir, fara vit hervið at takka honum fyri tíðina, hann var her, eins og vit ynskja hon- um alt tað besta í framtíðini. Vágamaður ella havnarmaður. Hetta tykist vera spurningurin viðvíkjandi Darius Magdisauskar