Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 12 TEMA: Starvslønir 2020 Starvslønir 2020 Niclas Johannesen er føddur 5. desember 1965 og man vera ein av kendastu tónleikarum í Føroyum. Uttan iva telist Niclas Johannesen millum frems­tu guitarleikarar, ið Før­ oyar hava havt. Niclas Johannesen hevur spælt við nógvum føroyskum bólk­um, millum annað Chase, og seinastu árini hevur hann fingist nógv við framleiðslu - ser­liga hjá Lenu Anderssen, sum eisini er kona hansara. Tá vit fingu orð á Niclas Johannesen, greiddi hann frá, at nú hann hevur fingið játtað starvs­løn í seks mánaðar, fer hann undir at skriva ein sang­ leik. Niclas Johannesen gjørdi tónleikin til sangleikin Skeyk í 1997, og hetta er sostatt ikki fyrstu ferð, at hann roynir seg við einum sangleiki. Hetta er kortini fyrstu ferð, at Niclas Johannesen roynir seg sum manuskripthøvundur. – Mín primerkompensa er innan­fyri tónleikin. Men eg havi eisini skrivað tekstir til sangir fyri onnur, so eg eri ikki púra óroyndur at skriva sum so, hóast eg ikki havi royndir innan at skriva júst manu­skript, sigur Niclas Johannesen. – Men eg hevði sjálvandi eitt upplegg til nevndina [í Mentanargrunni landsins, red.] at meta um, og tey hava hildið, at tað var nóg gott til at geva mær hetta álitið. Tað eri eg sjálvandi takksamur fyri. Evnið fyri sangleikin er komið upp á pláss, sigur Niclas Johannesen, sum kortini ikki vil siga ov nógv um, júst hvat tað er, men tað er greitt, at talan verður um ein føroyskan sang­leik. Tá spurdur um, hvat tað merkir at fáa starvsløn í seks mán­aðir, er Niclas Johannesen greið­ur. – Tað merkir at fáa arbeiðs­ frið. Eg arbeiði við tónleiki burtur­av - mest við konuni, Lenu - og eg framleiði eisini fitt av tónleiki fyri onnur. Tað er stuttligt, men tað er tíðar­krevjandi, og hetta er ein dreymur, sum hevur ligið á láni. – Tíðin má vísa, hvussu stór verk­ætlanin verður, men eg eri sjálvandi glaður fyri, at eg nú fái tíð at fáast við tað, sigur Niclas Johannesen. Tinganes - ein føroysk krimi-drama Torfinnur Jákupsson hevur eina fjølbroytta bakgrund, har hann hevur royndir inn­an millum annað film, sjón­varp og tónleik. Torfinnur Jákupsson var við at seta bólkin Gestir á stovn í 2002, har hann eisini spældi guitar og skrivaði tekstir. Saman við Torfinni í Gestum var beiggi hansara, Ólavur Jákupsson, Knút Há­ berg Eysturstein, Niels Jákup í Jógvansstovu og Jógvan Andreas á Brúnni, og árið eftir at bólkurin varð sett­ur á stovn vunnu teir Prix Føroyar. Seinastu árini er Tor­finn­ ur Jákupsson uttan iva mest kendur fyri at arbeiða við sendirøðini Trom, sum skal vera ein krimirøð, ið byggir á krimisøgurnar um Hannis Martinsson hjá Jógvani Isaksen. Torfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið sum eina samanrenning av bókunum, soleiðis at søgu­gongdin frá bókunum rennir saman í eina røð við átta pørtum. Trom hevur fingið stóran áhuga uttanlands, og samráð hevur verið við sjónvarpsrásir úr 10 londum um at forkeypa rættindi til sendi­røðina. Ein partur av áhuganum fyri Trom komst av, at Tor­ finnur Jákupsson legði í fjør saman við Jón Hamm­er og Helenu Aurø fram ætlan­ir­nar um Trom á Berlinale films­ festivalinum í Berlin í Týsk­ landi, har tey leitaðu eftir íleggjarum. Umframt Trom hevur Tor­ finn Jákupsson eisini ar­beitt við tveimum øðrum films­ verkætlanum, Tinganes og Lý. Tinganes er politisk krimi- drama, ið byggir á sam­ tíðarskaldsøguna "Vit, Før­oya fólk" frá 2019 eftir Bjørk Mariu Kunoy. Lý er spælifilmur, ið tekur íblástur úr kendu western og road­movie sjangrunum eins og "Fractura Nasi" frá 2017 eftir Høgna Mohr. Lý er fyrsti spælifilmur hjá Torfinni Jákupsson. Í stuttari viðmerking sigur Torfinnur Jákupsson, at starvslønin hesaferð verð­ur nýtt til arbeiðið við Tinga­nes. – Eg skal skriva ein sangleik Niclas Johannesen, tónleikur Torfinnur Jákups­son, filmslist