hósdagur 20. februar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
13
Jón Sonni Jensen er føddur í
1988 og hevur ein bachelor í list
frá Norwich University College
of Arts.
Jón Sonni Jensen hevur sein
astu 11 árini havt eina ørgrynnu
av framsýningum, bæði í Før
oyum og uttanlands, og í 2018
keypti Ny Carlsberg Fond seks
listaverk frá framsýningini
Viscera Construct og lat tær til
Listasavn Føroya.
Umframt listina hevur Jón
Sonni Jensen eisini fingist nógv
við innrætting, bæði úti sum inni,
og úr rúgvuni av innrættingum
kunnu nevnast Blábarr, Sirkus,
iNova/Vinnuframi og Staðið í
Vestmanna. Eisini hevur Jón
Sonni Jensen sniðgivið kápur
nar til Sveimarar, Av heilum
og hjarta og The Absent Silver
King, ið allar eru útgivnar av
Sprotanum.
Jón Sonni Jensen hevur eisini
sitið í nevndini í felagnum hjá
føroyskum myndlistafólkum
frá 2017 til 2019.
Jón Sonni Jensen greiðir
frá, at við starvslønini er enda
málið at skipa fyri tveimum
listaframsýningum - aðrari á
Steinprent og hinari á Lista
savninum.
– Tað, sum eg havi søkt starvs
løn upp á eru tvær framsýningar.
Framsýningarnar vera ikki
aktuellar fyrr enn komandi ár,
men arbeiðið upp á tær byrjar
seinni í ár, sigur Jón Sonni Jensen.
Jón Sonni Jensen skal í næst
um undir at gera innrætting á
Skúlanum á Fløtum, og talan er
um eitt rættiliga stórt projekt. Tí
mugu framsýningarnar bíða, til
arbeiðið á skúlanum á Fløtum er
avgreitt.
Tá spurdur um, hvat lista
verkini fara at snúgva seg um,
ella um hvat tema listin fer at
viðgera,vísir Jón Sonni Jensen
til ta listina, ið hann hevur av
rikað frammanundan.
– Eg viðgeri tað kropsliga.
Ikki kroppin beinleiðis, men
eina abstrakta representering
av kroppinum. Tað er tilfar,
sum kann minna um tað krops
liga, og mátin, sum eg við
geri tað uppá, er nógv bygt á
anatomi, lívfrøði, medisin og
medisinskar myndametodur.
Tað er meira anatomiskt í mun
til ta klassisku viðgerðina av
mannakroppinum, sum ofta
handlar um formar, sigur Jón
Sonnu Jensen.
– Hvat hendir, tá áskoðarin
møtir einum kroppi? Verður tað
beinleiðis endurspeglað aftur
til tey? Eg royni altíð at skapa
verk, sum liggja mitt ímillum tað
behagiliga og tað óbehagiliga -
tað kenda og tað ókenda.
– Eg við
geri tað
kropsliga
Dýrabarasta
gávan er tíð
Anna Malan Jógvansdóttir
er fødd í 1995 í Nólsoy.
Anna Malan Jógvansdótt
ir hevur fingið starvsløn í
seks mánaðir og er sostatt
einasta kvinna, ið hevur
fingið meira enn tríggjar
mánaðar starvsløn í hesum
umfari.
Anna Malan Jógvansdóttir
er rithøvundur, og hevur
áður latið úr hondum skald
søguna Psychosudrotningin
sigur frá í 2019, og yrkinga
søvnini Undirfloyma (2015)
og Korallbruni (2017).
Í 2015 slapp Anna Mal
an Jógvansdóttir inn á
Rithøvundaskúlan í Keyp
mannahavn, og árið eftir
vann hon virðisløn til ungt
listafólk fyri yrkingasavnið
Undirfloyma.
Starvslønin frá Mentan
argrunninum
er
ikki
fyrstu ferð, at Anna Malan
Jógvansdóttir hevur fing
ið peningaligt ískoyti til
bókmentalistina í ár, tí fyri
tveimum vikum síðani boð
aði nevndin í Grunni Thor
valds Poulsen frá, at Anna
Malan Jógvansdóttir hevði
fingið gávugóðsið fyri 2020.
Gávugóðsið fyri 2020 var
35.000 krónur.
Anna Malan Jógvansdóttir
veit ikki neyvt at siga, hvørj
um hon fer at arbeiða við fyri
starvslønina, tí at tað er ov
tíðliga í tilgongdini. Men
starvslønin er umráðandi
fyri listina, metir hon.
– Eg havi fingið ta dýra
barastu gávuna, sum tú
kanst fáa, og tað er tíð, sigur
Anna Malan Jógvansdóttir.
Anna Malan Jógvansdóttir, bókmentir
Jón Sonni Jensen, myndlist