hósdagur 20. februar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
14
TEMA: Starvslønir 2020
Starvslønir 2020
Rógvi á Rógvu er føddur í 1968
og er av teimum flestu kendur
sum ein av dugnaligastu
trummuleikarum í Føroyum.
Rógvi á Rógvu hevur gjøgnum
árini sitið handan trummusettið
í rættiliga nógvum bólkum. Úr
rúgvuni kunnu nevnast Plúmm,
Terji og Føstufressar, GoGo
Blues og Headache Blues Trio.
Harumframt hevur Rógvi á
Rógvu seinastu árini eisini verið
maðurin handa Rógvi Kvintet
og einum brass-band við sjey
blásarum og trummum.
Rógvi á Rógvu undirvísti á
Tórshavnar Musikkskúla í nógv
ár, men nú gongur tónleika
frálæran fyri seg á frískúlanum
Lítlaskúla, sum Rógvi á Rógvu
eisini tók lut í at seta á stovn.
Umframt tónleikin eigur
og rekur Rógvi á Rógvu eisini
jazzbarrina Blábar saman við
tvíburðabeiggjanum Mortan
Zachariassen.
Starvslønin á seks mánaðir
skal ikki nýtast til nakra ein
staka verkætlan, sigur Rógvi
á Rógvu. Heldur hevur hon til
endamáls at at virka sum støði
undir fleiri verkætlanum.
– Eg havi altíð nógvar verk
ætlanir í tonkunum, nógv hug
skot. Nógv er í gongd, og nógv
liggur á láni. Ætlanin er at skriva
tónleik, eitt nú til mína kvintett
og bigband, men eg havi eisini
onnur hugskot, sigur Rógvi á
Rógvu.
– At skriva og arrangera
tónleik er tíðarkrevjandi, og
tílíkur stuðul fer oftani ikki til
eina verkætlan, men fleiri, sigur
Rógvi á Rógvu og leggur aftrat,
at komandi tíðin skal millum
annað nýtast til at fáa fleiri verk
liðug, sum leingi hava ligið á láni.
– Samstundis vil eg arbeiða
víðari við nýggjari hugskotum
og seta í gongd onnur, sum eru
spildurnýggj.
Og peningaliga ískoytið til
listuna er kærkomið, heldur
Rógvi á Rógvu.
– Tílíkur stuðul er fantastisk
ur, og eg unni øllum hann. Tað
ger, at tú kanst arbeiða burturav
við listini í eitt tíðarskeið. Sjálvt
um eitt hugskot ella verkætlan
ofta tekur ár, so er hetta við til at
gera, at tú kanst fokusera upp á
tað í eitt longri tíðarskeið, og tað
er neyðugt, sigur Rógvi á Rógvu
og vísir á, at nú er arbeiði, frítíð
og ítriv smeltað saman á tann
hátt, at alt fer til tónleikin.
– Eg eri takksamur fyri,
at hetta ber til. Hetta er ein
góð íløga í listina, sum landið
ger. Hetta er løn til fólk, sum
fáast við list. Ein bílegging frá
landinum og løn fyri hart ar
beiði, sum tó ikki bert fer fram,
meðan almenna lønin verður út
goldin, men alt lívið, sigur Rógvi
á Rógvu.
Fleiri verkætlanir í gongd
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
var hesaferð einasti persónur,
ið fekk 1 ára starvsløn.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð er
rithøvundur og bókavørður,
og hann starvast sum leiðari
á Býarbókasavninum í Havn.
Arnbjørn Dalsgarð er føddur í
1971, er uppvaksin á Velbastað
og býr í Havn.
Saman
við
Oddfríða
Marner Rasmussen er Arn
bjørn Dalsgarð ritstjóri á bók
mentatíðarritinum Vencil, har
fleiri av stuttsøgum hansara
eisini eru útgivnar. Eisini
var Arnbjørn Ó. Dalsgarð
formaður í Rithøvundafelag
num frá 2007 til 2009.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð hevur
síðan 2005 latið úr hondum
hópin av stuttsøgum, og hann
hevur eisini útgivið tvey stutt
søgusøvn, So hon starir inn í
veggin (2015) og Albert (2016).
Við stavslønini hesaferð fer
Arnbjørn Dalsgarð at royna
nakað nýtt.
– Eg siti og arbeiði við
tveimum skaldsøgum. Annað
handritið er í grundini
liðugt skrivað, men tað skal
gjøgnumgangast, og kanska
skal okkurt leggjast aftrat.
Tað var í grundini ætlanin, at
hon skuldi koma út í fjør, men
har vórðu rættiliga nógvar
bøkur útgivnar í fjør, so eg
gjørdi av at bíða - so verður
hon kanska eisini tað betri.
Væntandi kemur hon út í ár
ella í næsta ár, sigur Arnbjørn
Dalsgarð.
Arnbjørn Dalsgarð er eisini
farin í holt við eitt handrit
aftrat, sum skal vera ein krimi
søga, tá hon er liðug.
Arnbjørn Dalsgarð vil ikki
siga alt ov nógv um innihaldið
í skaldsøgunum báðum, men
hann ger greitt, at onnur
skaldsøgan er ein krimisøga,
meðan hin er ein nútíðar
skaldsøga, sum fyrigongur í
Føroyum.
– Eg haldi sjálvur, at hon
er skrivað á einum nokk so
gerandisligum máli, sum fólk
vónandi kenna seg aftur í og
tíma at lesa.
Arnbjørn Dalsgarð hevur
skrivað rættiliga nógvar stutt
søgur, men yvirhøvur hevur
tíðin verið ov avmarkað til at
fara í holt við skaldsøgur.
– Eg havi júst havt fast
starv mest sum alt mítt lív, og
eg havi ikki havt stundir til at
skriva hesar størri tekstirnar.
Tí hevur tað fyri tað mesta
verið stuttsøgur. Men fyri
hálvumøðrum ári síðani fór
eg frá sum býarbókavørður
í Havn, sigur Arnbjørn Dals
garð, sum hevur brúkt ein part
av tíðini síðani upp á hand
ritini bæði.
Sum rithøvundur merkist
tað væl, tá tú fært játtaða
starvsløn, og starvslønin
merkir, at tú hevur stundir til
at hugsavna teg um tað listar
liga, heldur Arnbjørn Dals
garð.
– Hjá mær merkist tað øgi
liga nógv, serliga tá starvslønin
er á hesari støddini. Tú fært
brúkt meira tíð til at skriva. Eg
havi fingið starvsløn fyrr, og
seinast eg fekk starvsløn var
í eitt hálvt ár. Tá fekst eg mest
við stuttsøgur, men eg byrjaði
upp á skaldsøguskrivingina
tá. Tað gav mær tann friðin,
sum skal til, sigur Arnbjørn
Dalsgarð.
– Eitt er tað, at tú fært frið at
skriva. Men tað merkir eisini
nógv, at tú ikki ert órógvaður
økonomiskt. Tú fært frið til
tað listarliga.
Tvær
skaldsøgur
í væntu
Rógvi á Rógvu, tónleikur
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, bókmentir