Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 15 STEINAR PATURSSON T á samgonguskjalið varð undirskrivað 14. sep­tember í fjør, stóð at lesa undir brotinum um mentan, at skipanin við mentanar- og listastuðli skal endur­metast. Jenis av Rana, lands­stýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, segði við Sosialin í oktober mánaði í fjør, at arbeiðið var so smátt farið í gongd, og at hann hevði biðið embætisverk sítt um eina frá­ greiðing um skipanirnar við lista­stuðli. – Har eru so nógvar skipanir, og eg vil gjarna hava innlit í allar skipanirnar. At fáa lýst, um tær virka eftir ætlan og um vit fáa tað burturúr, sum vit eiga at fáa burturúr, so at siga, segði Jenis av Rana í oktober í fjør. Í stuttari samrøðu við Sosialin sigur landsstýrismaðurin nú, at arbeiðið við endurmetingini av listastuðlinum er í gongd, men at tað er rættiliga rúgvismikið í vavi, og tí verður ein løta enn, áðrenn nakað úrslit fyriliggur. – Stutt og greitt so fundast vit um tað, men tað tekur eina evig­heit at koma ígjøgnum, tí tað er eitt nógv størri øki, enn vit høvdu væntað, sigur Jenis av Rana. Talan er eftir øllum at døma ikki bert um lista­fólka­ lønirnar, starvs­lønirnar og íverksetarastuðulin, ið Ment­a­ n­ar­grunnur landsins hevur til upp­gávu at luta út, men um eina høvuðseftirmeting av stuðli innan mentanarøkið yvir­høvur. – Mentanarvirðislønirnar eru við eisini. Hetta er øgiliga fløkt, og tað var eisini tað, sum eg hevði varhugan av. Tí setti eg hetta í gongd. Av tí sama tekur hetta eisini langa tíð, og tað treingir til at verða ruddað upp í tí, men tað fer at taka eina løtu aftrat, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana vísir á mentanarvirðislønir landsins sum dømi um, hví tað er neyðugt at rudda upp í samlaða mentan­ ar- og listastuðlinum, ið tað almenna veitir. – Tann nevndin, sum instillar, hevði framt tað, sum eg kalli sjálv­tekt. Hon hevði tikið ræðið á teirri virðislønini, sum hon einki hevði við at gera. Hon var enn tá farin at instilla og reser­verað hana til tey ungu, og tað var eingin heimild til tað, sigur Jenis av Rana og sipar til serstøku virðisløn landsins, sum síðan 2011 hevur verið latin ung­ um listafólki. Frammanundan hevði virðis­ løn­in tvær ferðir verið latin sum serstøk virðisløn; til Ebbu Hentze í 2001 og Jón Hilmar Magnus­son í 2006, umframt at Jóhan Hendrik Winther Poulsen fekk málrøktarvirðisløn land­ sins í 2010. Í 2011 varð kunngjørt, at táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, eftir til­mæli frá tilmælisnevndini valdi at lata virðislønina til ungt listafólk. Virðislønin varð síðani latin ungum listafólki, til Jenis av Rana í januar í ár valdi at lata virðislønina fyri 2019 sum ser­staka virðisløn til forlagið Leirkeri í Gøtu. – Tað er ein serstøk virðisløn, sum landsstýrismaðurin sjálvur kann - ella ikki - geva. Og hon varð bara latin í 2001, 2006 og 2010. Eingin veit at siga, hví hon knappliga varð latin á hvørjum ári, og hví hon skuldi kallast virðisløn til ung. Og hend­an nevndin, sum instillar til hinar báðar virðislønirnar [Mentanarvirðisløn landsins og Heiðurs­gáva landsins, red.], fer bara brádliga at instilla til hesa virðislønina, sigur Jenis av Rana. Eingin arbeiðsbólkur sum so er settur at arbeiða við samlaðu eftir­metingini, men lands­stýris­ maðurin ger eftir­metingina saman við embætisfólkum á menta­mála­ráðnum. Eftirmetingin av virðislønum verður drúgv Allar virðislønirnar innan mentanarøkið skulu eftirmetast, og arbeiðið er farið í gongd. Tað vísir seg at vera eitt størri arbeiði enn væntað, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum ger greitt, at arbeiðið fer at taka eina løtu aftrat Kunngerð um Mentanargrunn Landsins Brot úr kunngerð Nr. 109, 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins. Endamál § 1. 1) Mentanargrunnur Landsins veitir stuðul til tey í § 1 í løgtingslógini nevndu endamál, undir hesum starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, styttri skeið hjá listafólkum og stuðul til ymiskar verkætlanir. Nevndin § 2. 1) Mentanargrunnur Landsins verður stjórnaður av nevnd við 5 limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Landsstýrismaðurin tilnevnir 5 varalimir. Tveir av nevndarlimunum og tveir av varalimunum skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Stk. 2. Nevndin umsitur sjálvstøðugt játtanina á fíggjarløgtingslógini og aðrar inntøkur. Starvsløn § 4. Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. Stk. 2. 1) Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum. Stk. 3. 1) Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis: 1) Ein starvsløn galdandi í 3 ár. 2) Tvær starvslønir galdandi í 1 ár. 3) Starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir. Stk. 4. Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1. Stk. 5. Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar, tó skal samlaða útreiðslan til starvslønir fyri eitt játtanarár ikki verða meira enn helmingurin av samlaðu játtanini til Mentanargrunn Landsins. Listafólkaløn 1) § 4 a. 1) Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi 9 ár. Stk. 2. Listafólkalønir verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Tó kunnu listafólkalønir verða veittar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara. Stk. 3. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn Landsins. Faknevndirnar skulu verða mannaðar við útbúnum fakfólkum innan ávísu listaøkini. Stk. 4. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Stk. 5. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.