Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 16 Prei! Prei! SO SIGA TEY! HANUS SPÆLIR Í TORRAVIKU Hanus G. Johansen leitar um vikuskiftið heim til heim­staðin Klaksvík at spæla. Tvey høvi er til fram­førsluna, sum verður í Spaniastovu leygar­kvøld­ ið. Fyrr í ár fekk Hanus G. Johansen Mentan­ar­ heiðurs­løn Landsins, og tí er upp­lagt, at Hanus fer at fram­føra, har alt byrjaði. Hitt høvið er, at hesa vikuna er Torravika, tey kalla, í Klaksvík, og gjøgn­ um alla vikuna eru tiltøk av ymsum slagi á skránni. Leygarkvøldið fer Rudolf Joensen at samrøða við Hanus G. Johansen, sum eisini fer at spæla nakrar sangir. Tiltakið verður í Spaniastovu kl. 21:00 SONJA TÓK HEIMIN Norska Sonja Henie var ein av størstu skoytu­ stjørn­un­um í søguni, og júst sum hennara yrkisleið var komin í hæddina, valdi hon at fara til Hollywood fyri at verða filmsstjørna. Og har fekk hon sanniliga fót­in fyri seg. Skoytilistin og sjón­ leik­ur vóru saman­tvinn­ að í sera væl umtóktum film­um. Men vaksa trøini inn í himmalin? Og hvussu er, tá ið stjørnutíðin fer at halla. Hugtakandi filmurin »Sonja« kann nú leigast á neti­num –  til dømis á Apple TV. JÓANNES PATURSSON, BÓNDI Í KIRKJUBØ, UMHUGSAR AT GYRÐA GARÐIN Í KIRKJUBØ INNIE OG SETA GJALDSPORTUR Á (KVF) ALEXANDRA Á DUL, STJÓRI Á KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚSI, EFTIR AT BROYTINGAR VÓRU GJØRDAR Í JÁTTANARSKIPAN LANDSINS – BROYTINGARNAR VÓRÐU SEINNI STRIKAÐAR (KVF) HENRIK OLD, LØGTINGSMAÐUR (IN.FO) Slitið frá ferðafólki á økið veksur fyri hvørt ár Eg eri í allarhægstu grad blivin de­grad­ erað, og tað er Klaks­ víkar Sjúkrahús eisini Halda vit ikki talið á ránsfugli niðri, gera teir enda á heiðafugli og øllum øðrum fugli T á ið seinni heims­bar­ dagi byrjar livir Franz Jägers­tätter eitt ein­ falt og lukkuligt lív saman við konu og trimum døtrum í eysturríksku bygdini St. Rade­gund. Hann hevur verið á her­naðarligari venjingarlegu, og heim­komin fær hann eitt bræv, har nazistisku herdeildirnar í Berlin kalla hann í kríggj. Tá ið Franz noktar at fara í kríggj fyri Hitler, er tað sum ein flóðalda av skomm, avbyrging og sorg rakar húskið og garðin Radegund.  Hóast Franz er fullgreiðir yvir, at ein tílík tjóðskaparlig noktan er at meta sum landasvik, ið fær avleiðingar og í ringasta føri deyðadóm, stendur hann við sítt. Trúgvin og kærleikin til familju­n­a er styrkin, sum fær hann at tvíhalda um lívsvónina.  Hetta er kjarnin í filminum »A Hidden Life«, sum Filmsfelagið fer at sýna í Havnar Bio mikukvøldið. »A Hidden Life« er nýggi stór­film­ur­in hjá kenda ameri­ kansk­a leikstjóranum Terrence Malick, sum í 2011 gjørdi »The Tree of Life«. Í 1980­un­um vísti Films­felagið desperado­film­ in Bad­lands (1973) í Sjón­leikar­ húsinum, og seinni varð drúgvi krígsfilmurin  The Thin Red Line (1998) vístur. Nýggi Terrence Malick film­ urin, sum varir tríggjar tímar, hevur leingi verið í gerð undir navninum Radegund, og er hin drúgvasti einstaki filmurin í søguni hjá Filmsfelagnum.  Í dag er Franz Jägerstätter (1907-1943) katólskt halgimenni og ímynd av samvitskufullari krígs­noktan. Birgir Kruse fer at innleiða filmin A Hidden Life við nøkrum orð­um týdningarmiklar filmar. Filmurin hevur 11 ára aldurs­ mark og verður sýndur í Havnar Bio mikudagin kl. 20:00. FRANZ NOKTAÐI AT FARA Í KRÍGGJ FYRI HITLER Filmsfelagið vísir mikudagin stórfilm, sum byggir á lívssøguna hjá eysturríkska krígsnoktaranum Franz Jägerstätter Søgan um Franz Jägerstätter er sterk og hugvekjandi