hósdagur 20. februar 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
17
S
íðani 1987 er ein serlig
heiðursløn til minnis
um svenska forsætis
ráðharran Olof Palme
latin á hvørjum ári. Politikarar,
aktivistar, rithøvundar og onnur
hava fingið hesa heiðursløn.
Heiðurslønina fyri 2019, sum
varð latin fyri kortum, fekk enski
rithøvundin John le Carré, sum í
nærum seksti ár hevur skrivað
samfelagskritiskar spennings
søgur – serliga njósnarasøgur.
Í takkartaluni rósti John le
Carré samfelagssinninum og
politiska avrikinum hjá Olof
Palme og segði eisini:
– Ein dag fer onkur vónandi
at greiða mær frá, hvussu tað
kann bera til, at tað er so stórur
eftirspurningur eftir populist
um og lygnarum í einari tíð, tá
ið vísindin ikki hevur verið klók
ari, sannleikin meira vísur ella
menniskjaligt erkennilsi meira
atkomiligt.
Mítt vikuskifti
Hvat fert tú at gera
um vikuskiftið?
Hann sigur ikki nakað serligt
veður hetta vikuskiftið, so tað
verður neyvan nakað uttan
fyri, men eg ætli mær, um tað
er klúgvandi, at fara at fylgja
elduvíkinginum og vinmanni
num Erling hjá Joel, sum doyði
so knappliga í vikuni.
Hvussu dámar tær
hesa árstíðina?
– Hetta er ein ógvuliga neyðug
árstíð fyri meg. Mítt sinnið
hevur tørv á at sissast aftaná
virkna summarið við øllum
ljósinum, og myrka tíðin fær
meg til at finna meg sjálvan
aftur og varðveita evnini at
fegnast um alt í lívinum. Um
veturin kann eg gott vera eitt
sindur tungur summar dagar,
men ongantíð so tungur, at eg
ikki fái gjørt okkurt, sum eg
ikki tími. Og júst tað at tvinga
meg til at gera okkurt, sum eg
ikki havi hug til, fær meg at
vinna á ferilinum av tung
lyndi.
Hvønn dag í viku
skiftinum dámar tær
best?
– Leygardagurin er tann
allarbesti. Tá skal eg einki,
sum eg ikki tími, og eg veit, at
eg havi frí sunnudag. Leygar
dagurin er tann, sum eg hvíli
mest. Havi eg nógv at gera, so
hevur rastleysheitin tað ofta
við at loypa á sunnudag, tá ið
vit koma út á seinnapartin, tá
kann eg akkurát tað sama fara
til arbeiðis aftur. Eg eri soleiðis
innrættaður, at eg má sova
átta tímar, nær á døgninum
hetta hendir, hevur ikki so
stóran týdning, bara sovingin
er samanhangandi. Og eg havi
brúk fyri minst einum frídegi
um vikuna og hetta er heilt
eftir gamla testamentligari
fyriskipan.
Um tú vildi viðmælt
fólki at lisið eina bók,
hvør skal tað vera ?
– Tað koma nógvar góðar
føroyskar bøkur út, og mær
dámar best bøkur, sum á
onkran hátt flyta meg. Tað vil
siga, at hugsi eg um eina bók
leingi aftaná, er talan um eina
góða bók. Eg eri forelskaður í
íslendskum skaldsøgum, tí
tær snúgva seg um okkum,
men eru eitt sindur í frá
støðu, og tí ikki beinleiðis
pínligar. Eg elski dirvið hjá
Jóanis Nielsen og Carl Johan
Jensen, og Steinbeck er enn í
mínum eygum kongurin mill
um rithøvundar. »Dagdriver
banden« hjá Steinbeck sigur
mær alt um lívið.
Hví so nógvir lygnarar?
Enski rithøvundin John le
Carré hevur fingið árligu
Olof Palme heiðurslønina
F
yri triðju ferð verður tungmálms
festivalurin Nocturnefest hildin í
Keypmannahavn, og hesaferð er
føroyski rockbólkurin Hamferð
millum høvuðsnøvnini á festivalinum.
Nocturnefest verður hildin á kenda
spælistaðnum Loppen, sum liggur á
Christiania, og á festivalinum hugsavna
tey sum um tungan rocktónleik – doom
og dark metal, tey kalla.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið í næstu
viku verða konsertir við tungmálms
bólkum, og leygarkvøldið er Hamferð
høvuðsnavn. Hetta kvøldið spæla eisini
danskt-russiski bólkurin Parzival og
danski bólkurin Katla. Eisini spæla plátu
vendarar tungmálmstónleik.
Givin
Ein av stovnandi limunum í Hamferð er
júst givin í bólkinum. Tað er gittarspælarin
John Egholm, sum hevur valt at takka fyri
seg.
Í einari fráboðan vegna bólkin á face
book-síðuni hjá Hamferð sigur sangarin
Jón Aldará, at John Egholm er givin av per
sónligum orsøkum, og at bólkurin harmast
um, at hann ikki longur skal spæla við.
– Vit stuðla hansara avgerð, og okkara
vinarlag fer at halda, sigur Jón Aldará.
Enn hevur Hamferð ikki funnið ein
fastan avloysara, men komandi tíðina fer
Eyðun Hvannastein at avloysa í bólkinum.
Hann fer eisini at spæla við Hamferð á
konsertini í Loppen næsta leygarkvøld.
Hinir tónleikararnir í Hamferð eru Jón
Aldará (sang), Theodor Kapnas (gittar), Ísak
Petersen (bass), Esmar Joensen (ljómborð)
og Remi Johannesen (trummur).
Føroyski tung
málmsbólkurin
er høvuðsnavn á
donskum festivali
næsta vikuskiftið
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Hamferð skal spæla á donskum festivali við nýggju gittarspælara næsta vikuskiftið
John le Carré hevur fingið
kenda svenska heiðursløn
Jústinus L.
Eidesgaard
Hamferð
Hamferð
spælir á
spælir á
Christiania
Christiania