Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 Kristian Davidsen, aðalstjóri TELE-POST Í Føroyum vuksu vit upp við vindi, ódn, regni, sól og teimum vøkru grønu fjøllunum og skvatl­andi sjónum. Í Grønlandi er nátt­úr­an eisini stórsligin við havi, vøkrum fjøllum – summum við kava á tindunum hóast summ­ar­ið og fleiri teirra nú við rad­i­o­ket­um (sites), sum vit hava bygt, sum nú tryggja meira enn 92 pro­sent­um av grønlendska fólk­i­num Tusass Internet. Sum stjóri í nøkur ár fyrst hjá Før­oya Tele og nú TELE-POST, havi eg fylgt talgildu menningini bæði í Føroyum og í Grønlandi. Ein jalig gongd fyri samfelagið, sum hev­ur gingið skjótt. Frá tí at vit rullaðu háferðsinternet út á fyrstu bygdina – og til nú, er int­ er­net­nýts­lan í Grønlandi tíggju­ fald­að síðani í vár. Vit hava seinastu fýra árini ar­beitt fyri at tryggja 4G net­ vertk, nýggj, betri, einfaldari og bí­lig­ari tilboð til kundarnar – alt fyri at skapa samanhald í einum stór­um landi við fáum fólkum knýta okkum upp í altjóða tal­ gildu øldina. Internetið var ikki bara eitt upplop, sum fleiri vildu vera við í 90’u­num. Beint nú rakar tal­ gilda bylgjan Grønland, og eg er err­in av at vera partur av hesum, men vita vit í veruleikanum, hvussu hendan tøknin broytir lív okkara? Talgilda kollveltingin rakar Grønland Talgilda aldan rakar Grønland í eini tíð í landsins søgu, tá heims­ ins eygu eru vend ímóti Arktis, har nýggir geopolitiskir vindar blæsa, og har nýggj ættarlið vaksa upp í sjálvstýrandi Grøn­ landi. Børn og ung veksa upp í tí kanska friðaligastu kollveltingini í lands­ins søgu – teirri talgidlu koll­veltingini. Fyri 10 árum síðani høvdu fá trúð, at vit í dag skuldu hava flat­rate í næstan øllum land­i­ num. Vit høvdu valla ímyndað okk­um, at onkur vildi roynt seg sum app- ella sofwaremennara – ella at gerast heims­kendur sum soc­i­almedia influensari. So hvussu skulu vit í dag kunna í­mynda okkum, hvørji nýggj størv verða skapt um 10 ár? Poengið er, at menningin fer fram, og tann talgilda menningin er bara akkurát byrjað, og hon far at forma samfelagið, júst so sum sam­felagið fer at forma tal­ gild­ing­ina. Ein fiski- og veiðimaður kann­ ar ikki bara verðurvánirnar í út­ varp­i­num, men kann fara inn á fleiri appir fyri at kanna vind- og veð­ur­við­ur­skiftini. Posturin er ikki long­ur á veg í fleiri vikur og mán­aðir við kajak og hund­a­ sleðu, men kemur upp á nøkur milli­sek­und gjøgnum káplar og knýt­ir okkum beinleiðis til ein heim, sum koyrir við rúkandi ferð. Ein omma kann skypa við omm­u­barn­ið í hinum endanum á land­inum, og hon kann via Face­Time heilsa upp á sonin, sum er í Kina og lesur. Dóttir Talgilda Grønland TALGILDA KOLLVELTINGIN RAKAR GRØNLAND Kristian Reinert Davidsen, stjóri í TELE-POST er errin av at hava verið við til at fingið Grønland inn í talgildu øldina Í sambandi við at TELE-POST í Grønlandi nú kann veita 4G internet breiðband til 92 prosent av fólkinum í Grønlandi hava vit fingið sjónarmiðini hjá Kristiani Davidsen, stjóra og Eyðsteini Johannsen, menningarstjóra, sum báðir eru føroyngar