Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 22 BILBLAÐ 1. mai er dagurin, tá tað ikki longur er loyvt at koyra við píka­dekkum her á landi. Hóast tað í dag eru lutfalsliga fá, sum koyra við píkum vetrartíðina, so er dagurin framvegis annar av stóru dekk-skiftidøgunum hjá Reyni Service, sum er ein av stóru dekksølunum her á landi. Ofta tykjast fólk at halda, at tað serliga er til vetrartíðina, at tað er umráðandi at hava røttu dekkini, men hetta er sann­iliga eisini galdandi fyri summar­ hálvuna. - Fyrst og fremst, so snýr tað seg um trygd. Vetrardekk hava eina øðrvísi gummiblanding, og tí eru tey ikki eins trygg sum summardekk, tá vegurin verður heitari. Hetta gevur verri vegtak og økta bremsilongd, og tað kann koma heilt illa við hjá føraranum, sigur Signar Hamm­ er, sum er goymsluleiðari hjá Reyni Service. - Hartil ger bleyta gummi­ bland­ingin á vetrardekkunum, at tey slítast munandi skjótari um summarið, enn summardekk annars gera. Tí hava vit sæð støð­ur, har mest sum nýggj vetrar­dekk eru niðurslitin eftir bara einum ári, tí fólk eisini hava brúkt tey um summarið. Legg hartil, at bilurin eisini brenn­ur meira, um tú nýtir vetrar­dekk um summarið. Hetta tí vegtakið ikki er eins gott, sum tað er á dekkum, ið eru ætlað til árs­tíðina. So alt í alt er tað ein vána­lig sparing, um tú velur at koyra við somu dekkum alt árið, heldur enn at skifta ímillum vetrar- og summardekk, sigur Signar Hammer. Hotel til dekkini Reyni Service hevur eisini dekk­ hotel til tey viðskiftafólk, sum ynskja tað. Kostnaðurin av hotellinum er 398 krónur um hálvárið. Hevur tú dekkhotell nýtist ikki at brúka tíð, pláss og orku upp á at hava dekk liggj­ andi heima við hús. Tá liggja dekkini trygt á hotellinum hjá Reyni Service, og eisini ansa starvsfólkini eftir, at dekkini eru í góðum standi. Og tú fært fráboðan, um dekkini treingja til at skiftast. Klár hóast Korona Hóast Covid-19 støðan hevur sett síni frámerki kring alt land­ ið, so eru tey á Reyni Service til reiðar til stóra dekk-dagin. - Vit hava opið sum vant á verk­staðnum, og leygardagin 2. mai hava vit eisini opið allan dagin. Hetta gera vit, tí vit vilja framhaldandi geva við­skifta­ fólkum okkara ta góðu tænastu, sum tey eru von við at fáa. Men sam­stundis taka vit neyðugu fyri­litini. Eitt nú sleppa fólk ikki inn á verkstaðin, men verður bil­urin ístaðin koyrdur inn av okkara starvsfólkum. Sjálvandi verð­ur bilurin sprittaður bæði áðrenn og aftaná. Eisini rigga vit bil­høllina til, so fólk fáa sitið í tryggari frástøðu, hóast tað eru nógv fólk inni í høllini ísenn, sigur Heðin Hansen, verk­ staðsleiðari. Í dagsins samfelag, har nógv snýr seg um at sampakka við mongdina, er tað eisini ein styrki at vera øðrvísi. Tað prógvaði Toyota, tá fyrsta útgávan av C-HR varð send á gøtuna. C-HR er bæði snøggari, sterk­ari og betur útgjørdur, enn hann plagdi at vera. - Vit gera ikki fleiri keði­ligar bilar. Soleiðis var høvuðs­boð­ skap­urin frá Toyota, tá C-HR varð sendur á marknaðin í 2016. Framvegis eru bilarnir frá Toyota eyðkendir við framúr góðsku, sum bara heldur og held­ur, men við C-HR byrjaði eisi­ni ein gongd, har Toyota eisi­ni gjørdist eitt sindur frekari. Tað er nýggi C-HR eisini, og nú fæst hann við bæði 1.8 og 2.0 Hy­brid-motori. Hesin seinni gevur bilinum heilar 180 hestar, og tað merkist. Tað tekur bara 8,2 sekund at flyta bilin frá stillari støðu til 100 km/t, og stóra kraft­yvir­skotið ger, at bilurin altíð kenn­ist lættur og ó­møddur at koyra. Hjá Toyota er trygdin í há­ sæti, og tað eyðennir eisini væl út­gjørdu C-HR. Eitt nú við Toy­ ota Safety-Sense, sum er ein góð­ur stuðul hjá føraranum, tá koyrt verður. Við hesum hev­ur tú fótgangaraávaring við neyðbreymsu, skeltivísara, sjálv­virk­andi stýring av lang­ ljó­s­um, ávar­ing fyri koyri­ breyt­arskift, bakki­kamera og stuðlandi park­erings­sensorar. Umhvørvið er eisini frammar­liga í huganum hjá Toyota og Reyni Service. Reyni Service hevur ISO14001 um­hvørvis­góð­kenn­ing, og tað tryggjar, at allar arbeiðsgongdir verða lagdar tilrættis, so ávirkan­in á umhvørvið er sum minst. Har­til hevur Toy­ ota greið um­hvørvis­mál, sum støðugt setir fyri­tøkuna á heims­toppin, tá um ræður um­ hvørvisvinarliga ídnað­ar­fram­ leiðslu. Røttu dekkini til summarið eru avgerandi fyri bæði trygd og haldbærið av dekkunum Nýggjur C-HR frá Toyota Hjá Reyni Service eru tey aftur til reiðar at taka ímóti mongu kundunum, sum skulu hava summardekk undir bilin Dekkini hava tað gott og fjálgt, tá tey eru á hotellinum hjá Reyni Service SUMMAR­SKÓGVAR TIL BILIN