Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 23 E isini á Auto Service kom tað sum ein hvøkk­ur, tá Føroya land í mars mánaði varð mest sum stongt. Fleiri fyritøkur minkaðu ella steðgaðu við sínum virk­semi, men á verkstaðnum hjá Auto Service hava tey lagt dent á at halda ferðini uppi. - Vit kannaðu alt fyri eitt, hvussu vit best kundu hand­fara støðuna. Fyrst og fremst ynsktu vit, at vit framhaldandi kundu hava øll fólk til arbeiðis, tí vit vildu sleppa undan eini støðu, har bíðirøðin til verk­ staðin gjørdist longri, enn gott er. - Vit hava nógvar trúgvar kundar, og hesi skulu fram­vegis hava somu góðu tæn­astu, sum tey altíð hava fing­ið. Hartil hava vit jú í nógv ár selt gullpakkan við bili­num, tá privatkundar hava keypt nýggjan bil. Við gull­pakka­ num hava tey ein trý ára við­ líkahaldsavtalu, og so er sjálv­andi sera umráðandi, at vit eru før fyri at røkja okkara part av avtaluni, sigur Pól Jákup Poul­sen, stjóri á Auto Service. Innanhýsis reglurnar fevna um bæði kundamóttøku og arbeiðsgongdir annars. Skíggj­ar eru settir upp mill­um móttøku og kundaøki, og á verkstaðnum eru arbeiðgs­gongd­ir skipaðar, so neyðug frá­støða kann haldast. Rein­førið, sum undan hesum varð høgt raðfest, verður rað­fest enn hægri, og eisini eru av­mark­ingar fyri, hvussu matar­steðg­ir verða hildnir. - Vit vilja sjálvandi gera okkara part í stríðnum móti Covid-19. Eitt nú leitaðu vit okk­um alt fyri eitt ráðgeving frá Pál Weihe, so vit alt fyri eitt kundu taka neyðugu fyri­varni. Vit hava lagt nógv fyri í royndunum at halda virk­seminum koyrandi, sam­stundis sum øll neyðug atlit verða tikin, og higar til sær tíbetur út til, at hetta hevur givið úrslit, sigur Pól Jákup Poul­ sen. BILBLAÐ V ið Peugeot 208 og 2008 hevur Auto Service fing­ið tvey spennandi nøvn í framman undan sterka úrvalið av bilum til før­oyska húsarhaldið. 208 er klassiski kviki býar­ bil­urin frá Peugeot. Her hevur franski bilaframleiðarin í drúgt ára­mál staðið sera sterkur í kapp­ingini, og nýggi 208 er einki undantak í so máta. Snøgg snið­geving, álítandi tøkni og snildar funkur eyðkenna bilin, sum hevur nógv av tí, ið annars hoyrir størri og dýrari bilum til. Eitt nú 3D instrumentir, stóran info-skíggja og snildu Connect&Go funkuna, har tú umvegis snildfonina kann leggja bilferðina til rættis, stýra hita­ num í bilinum ella kanna, um battarí­ið er nóg gott. 2008 er størri beiggin hjá 208, og her verður lagt afturat á mest sum øllum liðum. Sniðgevingin er framvegis eyðkend, men 2008 er rúmligari, størri og sterk­ari. Kvikleikin hóskar seg fram­vegis væl til býarkoyring, men cross­ over-eginleikarnir eru eisini sjónligir, so talan er um ein bil, ið bæði klárar skjótu ørind­ini í býn­um eins væl og familju­út­ ferðina út á bygd. Peugeot 208 og 2008 fáast báðir tveir sum el-bilar. Talan er um bilar, sum hava 50KwH batt­arí, og skuldi hetta verið nóg mik­ið til á leið 300 kilometrar fyri hvørja løðing. Bæði hesir og nógvir aðrir spenn­andi bilar kunnu sjálvandi síggjast og roynast hjá Auto Service í Havn og í Runavík. Hjá Auto Service eru tey til reiðar til summarið. Eitt nú við tveimum spennandi nýggjum Peugeot-útgávum. Serligt er, at hesir eisini fáast sum reinir el-bilar SPENNANDI SPENNANDI SUMMARBILAR Ferð á við fyrivarnum Covid-19 merkist væl á arbeiðsplássunum kring landið. Á Føroya størsta bilverkstaði á Auto Service hava við tey arbeitt við fullari orku, men hetta hevur verið gjørt við stórum fyrilitum fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólk