Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 24 BILBLAÐ Slitsterk lakkverja til bilar og bátar F øroya Oljusøla í Myki­ nesgøtu í Havn umboðar Drop Off og Marine Glass­ coat, ið eru lakkviðgerðir, sum eru slitsterkar og geva ein flottan glans. Drop Off og Marine Glasscoat eru eitt japansk produkt, sum eru 1600 ferðir harð­ari enn vanligt voks. Talan er um keramiska lakk­ viðgerð við longum garanti. Umboð fyri norska veitaran hava verið í Føroyum og lagt teim­ um lag á sum skulu nýta teirra produkt. Eftir viðgerðina tolir lakkið øll sløg av vaski bæði við sjampo og av­feittara. Viðvíkjandi bilum er tað so­ leiðis at bil­eigarin fær eitt serti­ fikat við eftir við­gerð­ina. Bilurin skal til eftirlit einaferð um árið fyri at halda garantiið. Drop Off heldur væl til før­ oyska veð­ur­lagið. Hóast bilarnir verða skitnir um veturin og tí mugu vaskast ofta, er tað eing­in trupulleiki. Tað sama er galdandi fyri Mar­ ine Glass­coat, sum gevur bátinum ein varðandi glans í fleiri ár. Eitt fet inn í framtíðina Ford Puma flytir inn í framtíðina við hybrid og serligum koyrieginleikum N ýggi Ford Puma bil­ urin er gjørdur eftir øllum nútímans upp­ skriftum uppá ein bil, sum sær gott út, er lættur at koyra og hevur ein motor, sum brennir lítið. Motorurin er bensin, men han hevur eisini hybrid. Ford hevur gjørt eina skipan, sum kallað verður Ford Co-Pilot 360. Hetta er skapt til at hjálpa tær at koyra bilin, so biltúrurin verður eitt upplivilsi. Skipanin hjálpir tær at seta ferð á, at bremsa og at stýra bilinum. Sjálvandi hevur bilurin ferð­ pilot í skipanini, sum eisini ansar eftir, at tú ikki koyrir ov nær bilinum, sum koyrir frammanfyri teg. Eitt eyga á bilinum hyggur eisini frameftir og ávarar um onk­ur forðing er á vegnum long­ ur frammi. Hybrid Sum nevnt hevur Ford Puma hybrid. Tað vil siga, at hann eisini koyrir við elmotorum, sum bilurin sjálvur løðir streym til meðan hann koyrir. Ford siga sjálvir, at hetta slagið liggur væl til bilarnar, sum fara at mynda framtíðina. Hendan skipan ger eisini, at bilurin brennir lítið Tað ber til at velja fleiri út­gáv­ ur við tí framkomna Eco­Boost- skipanini, sum er hybrid­bensin­ mot­orarnir í Puma. Av tí, at motorarnir eru heilt nýggir, so kemur lítið CO2 frá teim­um afturímóti frá vanligum bensinmotorum. Puma hevur ógvuliga stórt við­førisrúm, ja, munandi størri enn vanligir bilar hava. - Bilurin er høgur og hevur ómeta­liga gott pláss til viðføri. Tað er eisini hetta, sum fólk seta stór­an prís uppá, sigur Rúni Djur­ hus, stjóri hjá Wenzel. Ford Puma er nýggjasti Ford­ -bilurin og hann er ætlaður teimum, sum liva eina tilveru, har tey flyta seg millum ymisk støð og samstundis hava ovmikið av plássi í einum vælkoyrandi bili. -Eg haldi sjálvur, at hetta er ein ómetaliga spennandi bilur, sum heldur ikki er so dýrur. Hann hevur alt tað, sum nýggir bil­ar hava og so er hann væl inn­ rættaður, so ttað gevur gott pláss, sigur Rúni Djurhuus. Nýggjasti Ford-bilurin: Wenzel flutt í nýggj hølir í fjør Puma-bilurin, sum stjórin hjá Wenzel, Rúni Djurhuus, her stendur hjá