týsdagur 7. juli 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Mangan hava vit her á
landi sitið og lurtað eftir
frægum kórtónleiki. Tað
er at undrast yvir, at hetta
okkara fitta land kann
lata løturnar í so vakran
og góðan kórsang bæði
av tilkomnum sangarum
og
ungum
kórsálum.
Ungdómskórið úr Gøtu
kirkju er fyrimyndarligt,
sum lyftir og lættir tað,
sum kirkjan stendur fyri
og tað hvønndagsliga í
sambandi við tónleik, og
her er tað so kirkjuligur
kórsangur, tað snýr seg
um. Hetta hevur altíð
rørt okkara hjørtu. Meg
minnist jólakonsertir í
Fuglafjarðar kirkju aftur
til 1951, -52 -,53 o.s.fr.
Hesar
konsertir
vóru
altíð jólakvøld. Ljómurin
var
fyrimyndarligur,
og kirkjan var fullsett
av
fólki.
Herluf
var
kórleiðari. Hann hevði
verið á DLH 1949-50,
og har lærdi hann Carl
Clausen at kenna og
sang við í Københavns
lærerkor,
sum
Carl
Klausen
leiddi.
Teir
gjørdust
vinir
fyri
lívið. Hetta kór var á
kórferð 1951 í Føroyum
og hevði konsert í t. d. í
Fuglafjarðar kirkju, og
hesir
kórsangararnir
vórðu náttlagdir í Fugla
firði hjá fuglfirðingum.
Kórsangur og týdn
ingur tess
Tað eru nógvar løtur í
tí farna, sum nørir um
kórsangin og hava vit
longu
mangan
frøtt
okkum við tær konsert
irnar, sum Gøtu Kirkju
Ungdómskór hevur havt
undir leiðslu av Símuni
Hammer,
organisti
í
Gøtu kirkju. Símun býr á
Toftum. Faðirin, Martin
Hammer var av Tvøroyri
og
mamman,
Dana
Hammer var av Toftum.
Símun hevur útbúgving í
orgulspæli , kórleiðslu og
raddarvenjing – prælim
iner organist, æt hetta
fyrr.
Meðan eg arbeiddi sum
lærari og hevði sang og
myndlist við børnunum,
so høvdu meira enn 50
% av hvørjum flokki
rík skapandi evni. Tey
børnini, sum vóru eitt
sindur fjalin og munn
still, komu eisini við í
henda skapandi bólkin
so við og við. Øll fingu
møguleikan at røkja sini
skapandi evni til gleði og
gagns fyri tey sjálvi og
øðrum við. Verður arbeitt
við
teimum
skapandi
evnunum hjá børnunum,
verða tey betur fyri til
aðrar lærugreinir.
Øll árini frá 1980 til ár
2000, tá ið Fuglafjarðar
gentukór
var
uppi
á
døgum, varð sagt við hesi
ungu: “ Komið og syngið!”.
Tað varð aldri sagt, at tey
ikki skuldu koma. Tað
vóru sera vakrar upp
livingar saman við hesum
sangarunum bæði her á
landi og uttanlands.
Løtan
í
Løkshøll
sunnudagin 28. juni var
ein
fyrmyndalig
løta-
skaldaborin
í
føgrum
ljómi við glaðum ung
dómsrøddum,
bæði
frá gentum og dreingj
um, ið lótu løtuna í
ein so fagran ljóm, at
neyvan
hevur
landið
átt so væl úr hondum
greiddan kórsang við so
ungum genturøddum og
dreingjarøddum. Vakurt
hevur tað verið mang
an at sita og lurta eftir
fløðingini eitt summar
kvøld niðri við fjøru
kantin. Hetta er altíð
kveikjandi so sæl henda
løtan kann verða har
gjarvaksnir steinar og
vøkur reyðbrún tarabløð
liva fyrimyndarliga í inn
- og útsúðinum og lata
løtuna í ein skaldakendan
drátt eins og hetta var eitt
gudaborið kór, sum livdi
sítt sæla lív í fløðingini.
Ja, eg má siga at Gøtu
Kirkju
Ungdómskór
fevndi okkum, sum lurt
aðu hetta kvøldið í eini
tilgongd við einum so
føgrum ljómi í eini fløð
ing, sum kíndi alt okkara
sálarkrýnda, gjarvaksna
heilakervi við inniliga
vøkrum tarabløðum á
sanganna veingjum.
Bæði
Platon
og
Sokrates høvdu í sín
um huga, at tann læru
greinin,
sum
hevði
størsta týdning fyri tey
ungu, var tónleikur, sum
bant saman mangt og
mikið av vitan og anda í
teirra sinni. Nomið varð
eisini við tað harmoniska,
rútmiska, kærleiksfulla
og nakrar gudagivnar
partar, sum hildið varð
um og legði dagin og
løtuna í eitt fagurt lag.
Søgan
Í sept. 2011 varð farið
undir hetta lívssæla kór.
Símun vildi hava eitt kór
í tilknýtið til kirkjuna.
Nú er Símun organistur í
Gøtu kirkju, og hesin andi
í samband við urguna
leiddi hann til at fara
undir eitt ungdómskór í
hesum andans drátti, so
tað var í einum musisk
um, musikalskum kirkju
ligum búna. Hetta skuldi
hava
røtur
í
ungum
røddum, tí vit hava fleiri
blandað kór her á landi
við tilkomnum røddum.
Sum hugsað varð, so varð
gjørt. Kórið hevur sungið
í Gøtu kirkju og øðrum
kirkjum við.
Fyrstu ferð, kórið var
uttanlands, var í 2014
til Filadelfia í Italia, har
tónleikafestivalur
er
hvørt ár og kórstevna.
Kórið setti sanniliga síni
spor í hesa gongd og var
besta kórið í sínum bólki.
Síðani 2016 hevur kórið
luttikið á kórstevnum
hjá
Interkultur,
sum
er ein felagsskapur, ið
skipar fyri kórstevnum
kring tann víða heim við
krøvum, sum eru á atjóða
høgum støði. Á hesari
tilgongd
hevur
kórið
verið t. d. í Eysturríki bad
ischl, 2017 í Riga í Latvia,
í 2018 í Helsingborg í
Svøríki og í Wernigerode,
ein litríkur býur í Harzen
- miðskeiðis í Týsklandi.
Hetta
var
Johannes
Brahms festivalur. Her
vann kórið fyri fyrstu
ferð gull heiðursmerki
í
kappingini
hjá
Interkultur.
Ætlanin varð at fara til
Belgia á OL fyri kór, men
vegna koronastøðuna, er
hetta sett út tilk næsta ár,
2021.
Ljóðførið
Eitt kór er eitt ljóðføri,
sum krevur sín mann. Tað
hevur alstóran týdning
at læra hesar ungu sálir
at kenna, so tær koma at
liva í kórinum við sínum
musisku og musikalsku
evnum, sum eru gávur,
ið eru gudabornar. Hetta
ger at henda frøi og
gleði verða tey berandi
andsevnini
í
hesum
vakra kórsangi. Ja, hetta
er ein vakur andi, ið
ræður í hesum kóri, har
tey syngja alt uttanat og
røra seg á ein fagurligan
hátt undir konsertini.
Símun er nærlagdur sum
kórleiðari og fær ljómin
at seta síni spor so tætt at
pulsinum í løgunum, sum
til ber. Vakrari kann hetta
ikki verða.
Takk fyri hesa frægu
konsertina
í
Løkshøll
sunnudagin
28.
juni
og blíðan byr við allar
tykkara dyr.
Gøtu kirkju ungdómskór