týsdagur 7. juli 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
Johan Mortensen
Okkara ættarlið hevur
hoyrt søgur frá teimum
mongu føroyingum sum
“strandaðu” í Danmark
og aðrastaðni tá seinni
heimsbardagi brast á.
Heldur ikki sluppu før
oyingar at fara úr Før
oyum hesu døpru bar
dagaárini.
Tað var ikki sørt at ein
byrjaði at fáa associa
tiónir til hesu tíð tá vit
vóru innbyrgd av corona
og ikki sloppu av fetinum.
Eg var byrjaður at fáa
herðindi av klaustrofobi
og
tað
danir
rópa
“ø-kuller” og var farin at
stúra fyri at vit kanska
alt hetta árið fóru at sita
innbyrgd.
Tað
var
tá
ein
himmalskur
lætti
at
kunna seta seg umborð
á Norrønu hálvan juni
og í fagrasta veðri stevna
móti Seydisfirði. Tað var
ikki nógv fólk við henda
túrin. Simmerdim er altíð
ein sera góð matstova og
hóast gestirnir ikki vóru
mangir var matur og
service á fínum støði.
Hetta var næst seinasta
av vetrartúrunum hjá
Norrønu har farið verður
av Havnini manadag og
er aftur hosdag og hó
ast støðgurin ikki er
langur so ber væl til at
fáa nógv burturúr. Gist
var á frálíka hotellinum
á
Egilsstøðum.
Lang
omman eigaran var gift
við Jóannes Bónda og
ein systur hennara við
Hans Mohr i Hoyvik so
føroyingar eru sera væl
komnir til hotellið. Fløgg
vóru í húnar hátt alla
staðni, 16 Juni er tjóðar
dagur Íslendinga og teir
fegnast um at teir tóku
loysing og gjørdst harrar
í egnum húsi. Vegurin av
Egilsstøðum út á firðirnar
á Eysturlandinum er sera
góðir og tú kemur skjott
víða og ut a sjaldsama
vøkru firðirnar og stór
bara landslagið.
Tignarligi
og
vakri
Reyðifjørdur hevur eitt av
teim størstu aluminiums
verksmiðunum
i
Europa. Virkið gevur
nóg arbeiði og inntøkur,
men umhvørvisfolk eru
harliga ímóti fleiri ætlað
um aluminumsvirksemi
tí at árinið a nátturuna er
ov stórt.
Á
Foskrufsfirði
er
kenda franska savnið ,
rópt Hospitalið. Millum
1860 og fram til fyrsta
heimsbardaga
fiskadu
sera nógvir franskmenn
við
Island.
Tíðanverri
lótust einir 4000 fransk
menn
við
Islands
strendur. Á Foskrufsfirði
gjørdu
franskmenn
hospital og kapell at
taka sær av øllum hesum
sjófólki og eisni er ein
kirkjugarður
har
ein
hopur av franskmonnum
og belgiarum á hvørjum
ári fara við Norrønu at
vitja seinasta hvildarstað
hjá teirra ætt.
Franska savnið er sera
áhugavert.
Føroyingar
vóru til lands í økinum og
hava havt nogv samband
við franskmenn, uttan iva
er vælkendi lippukassin
komin hagani.
Steinasavn
Petru
á
Støðvafirði er eitt sera
kent og flott savn. Konan
Petra Sveinsdóttir var
sera hugtikin av jarð
frøði og aftaná loknan
arbeisdag á flakavirkir
num var hon vón at fara
út i økið kring Støðvafjøð
sum er sera ríkt við
mineralum, at finna og
heinta steinar og tirnur
heim og er tað so vorið til
eitt sera áhugavert savn
har sløk 30.000 gestir
koma árliga.
Á flestu firðum eru hús
frá silda og hvalatíðini
og eisini á Eskifirði er
eitt av hesum húsum
sum norðmenn bygdu
rópt Randulfshús. Tad
er sera væl umsitið og
restaurerad við einari
góðari cafe. Fryntiliga
gentan á cafeini, sum
skilti vit vóru føroyingar,
bað okkum fara upp á
lotftið at hyggja at eini
myndaframsýning.
Eg
var sera bilsin yvir at
allar myndirnar vóru av
føroyingum til lands og
sluppmanningar ! sera
forkunnugt
Eg var fyri fyrstu ferð
á Neskapustaði og fór
gjøgnum nýggju tunnnel
ina sum er 8 km long.
Neskaupstadur er sera
vakur og hugtakandi og
har eiga føroyingar nógv
spor.
Allastaðni á Eystur
landinum livir føroyska
søgan og føroyingar eru
sera vælkomnir og væl
móttiknir. Nær um í
hvørjari bygd eru størri
og minni søvn so nogv
er at síggja og kann geva
íblástur til líknandi søvn
her á landi.
7.
september
fer
Norrøna aftur í vetrar
sigling og eg vil viðmæla
øllum at royna hetta
høvið til eitt “mini crues”.
Heystið er eisini ein góð
tíð at vitja Eysturlandið
ella at fara upp til Mý
vatn - tað tekur tveir
ein halvan tíma at koyra
- at njóta stóra fuglalívið
haruppi og har i økinum
er sera nógv at síggja av
fossum og vulkanskum
økjum ella kanska fara
til Húsavíkar til hvala
safari. Norrøna fer ikki
av Seydisfirði fyrrenn kl
21.00 fráfaringardagin so
tað ber til koma víða og
síggja nógv hesar báðu
dagarnar vitjað verður.
LOYSTUR UR LAGDI
Þorgrímur Þráinsson
Steina
Petra
KJAK