Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Sunnudagin hin 5. juli fór hon fyri seinastu ferð um Nólsoyarfjørð. Leiðin gekk í Kirkjuna á Tanganum, sum Hans Andrias Djurhuus so vakurt yrkir um. Har var hon dópt og fermd, og nú hvílir hon í kirkjugarðinum í Nólsoy. Jacobina var nr 8 av 9 systkjum. Mamman var úr Kollafirði og pápin úr Nólsoy. Í dag eru bert 3 systkin eftir - 2 systrar og ein beiggi. 13 ára gomul fór hon til Vestmanna at hjálpa til í húsinum hjá einum systkinabarni. Har møtti hon Gerhardi Hansen, sum hon seinni giftist við. Tey fingu børnini: Ann, Rúna og Oyvind, sum øll hava sína familju. Rúni og Oyvind búgva í Danmark. Og Ann býr á Argjum. Jacobina og Gerhard settu búgv á Høvdagøtu á Argjum seinast í 60-árunum. Hiðani sá Jacobina beint út til Nólsoyar úr stovuvindeyganum. Og ikki er tað sørt,tá himinin er heiður, at tú sært "kirkjuna á Nesi og Tanga" av Argjahøvda, tá veðrið er gott. Tá Gerhard hevði lokið prógv sum teologur í Íslandi, fekk hann embæti í Rensburg hjá donsku fólkakirkjuni í Týsklandi. Haðani fóru tey til Vestmanna, har Gerhard gjørdist sóknarprestur. Alla tíðina varveittu tey sambandi við Høvdagøtu. Seinni vóru tey sundurlisin, og Jacobina og dóttirin høvdu gistingarhús og matstovu í Vestmanna. Seinni samstarvaðu tær sum ferðaleiðarar í Havn. Eitt arbeiði báðar brendu fyri. Hon tosaði flótandi týskt og henni dámdi at hugna um fólk. Seinni hevði hon stundum innivist fyri ferðafólkum á Argjum. Mong teirra vitjaðu aftur og aftur. Jacobina hevði serligar gávur til arbeiðis, var vitandi og virkin og hevði eitt virkisfýsni, ið stundum kundi fáa okkum grannar at missa ondina. Tað var altíð snøgt, har hon var. Hon málaði húsini sjálv, gravaði og snikkireraði, og urtagarðurin var altíð væl hildin og eitt fornøjilsi - eisini nú, hon var deyðasjúk, sá út, sum hon bert var farin eini ørindi. Hon sang í kirkjuni á Argjum og í Hoyvík og við streingjakórinum í Argja Kirkju. Tað var ein rørandi løta, tá líkbilurin kom til Ternuna á Bursatanga við Jacobinu. Ferðaleiðarar í Havn sungu Harra Guð títt dýra navn og æra saman við streingjakórinum hjá Argja Kirkju. Ikki er óvanligt, tá ferðaleiðarar vitja eina kirkju í landi okkara við vitjandi, at tey syngja ein sálm saman við gestunum, og tað fellur aloftast í góða jørð. Jacobina var gløgg, hjálpsom og glaðlynt. Áður hevur hon verið sjúk av herviligari sjúku, men megnaði at berja seg burturúr tí. Hon hevði enn avleiðingar av herviligum álopi fyri 4 árum síðani, men stýrdi væl gerandisdegnum við virksemi, vónum og ætlanum. Tí var tað sera hugstoytt fyri hana, børnini og okkum øll, at hon aftur skuldi verða álopin av ringari sjúku. Seinastu árini hevur hon havt ein góðan vin - Petur Jacob Sigvartsen, sum er einkjumaður. Tey stuðlaðu hvør øðrum sera væl, og tað eyðnaðist teimum at gera onkra uttanlandsferð í felag. Hann yrkti alsamt, skrivaði og týddi, og ger tað enn, og Jacobina sang fyri honum, tá sálmurin var liðugur. Og tøkk fái KVF fyri, at vit áðrenn kirkjutíð sunnumorgunin hoyrdu ein nýggjan jarðarferðarsálm hjá Petur Jacobi, har Jensina Olsen sang og Knút Olsen átti lagið Jacobina var barngóð átti 4 ommubørn og 2 langommubørn, og so er tað 13 ára gamli Jónas, ið býr skeivan yvirav. Beinan veg hann dugdi á at skyna, valdi hann hana til ommu. Bjóðaði henni við, tá framsýning ella konsert var í skúlanum, og hon var altíð til reiðar. Jacobina var góður granni. Høvdagøta er stutt, bert 13 hús og nærum bert pensionistar, tí sæst og kennist tað gjølla, tá ein fellur frá. Tað verður saknur í henni. Jarðaraferðin í Nólsoyar kirkju var serlig við sangi og tónleiki, tað sum Jacobina allarmest elskaði. Vakra og vælhildna kirkjan er frá 1863 og altartalvan myndar Kristus, Marthu og Mariu. Teksturin er: Eitt er neyðugt. Myndin er so livandi, at vit høvdu kent hana uttan tekst. Sjálvandi kundu vit grannar ikki lata vera við at seta Jacobinu í samband við altartalvuna. Í okkara verð umboðaði hon í lívi og gerningi sínum bæði Marthu og Mariu. Góða Jacobina Jesus fylgi tær og hvíl í friði! GRANNARNIR Jacobina Hansen f.7.7. 1946 - d.1.7. 2020