hósdagur 15. oktober 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
5
FAKTA
Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á
Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum,
greiðir frá, at ADHD snýr seg um
uppmerksemistrupulleikar og ovurvirkni av
motoriska systeminum. Heitið ADHD fevnir eisini
um órógvið ADD og onnur órógv við.
Tá ein hevur ADHD, er ov lítið av evinum dopamin
í heilanum, sum heilakyknurnar millum annað
brúka til at geva boð til hvørja aðra. Tá talan er um
konsentratión og hyperaktivitet, uppmerksemi
og tey økini, sum eru rakt, tá man hevur ADHD
trupulleikar, snýr tað seg biokemiskt um, at heilin
hevur ov lítið av dopamin.
Við ADHD er trupult av hugsavna seg og halda
konsentratiónini á ávísari uppgávu, samrøðu ella
øðrum uttan at verða órógvaður av tí, sum hendir
rundan um ein ella av ljóði, ljósi ella øðrum. Hjá
summum er eisini trupult at halda seg í friði, tí tey
hava hyperaktivitet. Onnur er trek og sein í sínum
reaktiónum.
ADHD trupulleikar byrja frá barni av. Natúrliga
fáa smábørn ikki hugsavnað seg í longri tíð og duga
ikki at stýra impulsiteti, men hetta læra tey, tá tey
vaksa til. Við ADHD verða hesi evnini ikki útviklað,
og tí er ADHD eisini ein útviklingstrupulleiki.
ADHD er eitt spektrum, og tað merkir, at summi eru
verri fyri enn onnur. Tað er atferðin, sum indikerar,
at eitthvørt er galið, tá vanlig atferð verður
ekstrem. Ein ekstrem atferð í barnagarðinum
kann elva til trupulleikar, um atferðin verður
stigmatiserandi, og barnið ikki fær lært nakað.
Darvar hon barninum í at ganga í barnagarð ella í
skúla, eigur man at geva viðgerð, heldur Tórmóður
Stórá.
Talan er tá um heilivág, og viðhvørt mugu
tillagingar gerast í umhvørvinum og stuðul veitast.
Tey, sum fáa staðfest ADHD sum vaksin hava ofta
upplivað, at tey ikki fáa gjørt tað, sum tey vita, at
tey eiga at gera og at gera tað, sum tey fegin vilja
gera. Tað kunnu vera vanlig ting, sum eru trupul,
og tað er torført hjá teimum at skilja, hví tað er
soleiðis.
Vaksin við ADHD eru ofta kreativ, men tað er
trupult at gjøgnumføra tingini. Tá nógv er í gongd
og einki fullført, upplivur man ofta strongd og
angist.
Verður ADHD ikki viðgjørt, visa kanningar,
at fortreytirnar fyri at klára seg í skúla ella
arbeiðsmarknaðinum verða vánaligar, og tey tjena
minni í miðal enn onnur í samfelagnum. Fleiri
misbrúka eisini rúsevni fyri at klára tilveruna
og fremja lógarbrot av ymsum slag. Eisini fáa
tey oftari skaða enn onnur, tí tey hugsa ikki um
avleiðingar og eru impulsiv, greiðir Tórmóður Stórá
frá.