Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 6 ANNIKA KUNOY IM Í mynda tær, at tú kennir full­kom­nan ruðuleika í høvdi­num. Ímynda tær, at tú hoyrir eymhettuna, klokku­na, sum gongur, bilar­ nar, sum koyra uttanfyri, ar­ beiðs­bilin uttanfyri, ein hund, sum goyr, vaskimaskinuna, sum vaskar og tann tú tosar við yvir­av tær. Tú hoyrir alt líka væl og líka hart. Tú megnar ikki at filtrera inntrykk og sansir. Alt er líka sterkt. Soleiðis kendist tað hjá Onnu Nol­søe Joensen, áðrenn hon fekk staðfest ADHD og fekk heili­vág. – Tankarnir verða enn av­leidd­ ir viðhvørt, men heilivágurin hjálp­ir mær at stýra teimum á røttu leið aftur, sigur 23 ára gamla Anna Nolsøe Joensen, sum fekk staðfest ADHD tá hon var 17 ára gomul. Í fólkaskúlanum var Anna Nolsøe Joensen ikki ein av teimum næmingunum, sum fekk reyðu lampurnar hjá lærarunum at blinka, tí hon kláraði seg væl bæði fakliga og sosialt. Hon minnist tó, at hon ofta svav ofta í tímunum, tí tað var torført hjá henni at fylgja við. Hetta vistu foreldrini tó ikki av. – Tað var ikki altíð lætt hjá mær, tá eg gekk í fólkaskúlanum, tí eg føldi, at eg stríddist meir enn hini. Eg fekk ikki frið á mær og stúrdi nógv, sigur hon afturlítandi. – Eingin hevði tó illgruna um, at eg hevði ADHD, tí eg var so væl fyri fakliga og sosialt. Men eg havi altíð havt eitt gott bakland og nógvan stuðul, og tað kann vera ein av orsøkunum til, at eg kláraði meg so mikið væl í so langa tíð, áðrenn eg fekk ógvus­ligar fylgisjúkur, sigur hon. – Hevði eg fingið heilivág fyrr, hevði eg klárað meg enn betri, tí tað er tað, sum eg havi er­farað seinni í lívinum, sigur hon síðani. Fær tað verri Tá Anna Nolsøe Joensen var liðug í 9. flokki, fór hon á mið­ nám, har krøvini sjálvsagt hækk­ aðu, og ábyrgdin av skúlaarbeiði og øllum øðrum liggur á einum sjálv­um. Hetta fyrsta árið á miðnámi var merkt av, at Anna byrjaði at fáa tað strævnari. Og støðan bara versnaði. Anna greiðir frá, at tá fyrsta árið var av, og summarið stóð fyri durum, hevði hon tað ræðu­liga ringt, hóast hon hevði fingið heilivág fyri tunglyndi og gekk til sálarfrøðing, sum eisini mælti til, at hon fekk ávísing til barna- og ungdómspsykiatriina. Men bíðitíðin var long. Ov long. – Eg fekk óttaherðindi og tunglyndi, eg kláraði ikki at vera einsamøll, fekk keðiligar tankar og var sjálvdestruktiv. Einki hjálpti, og einaferð koma for­eldrini við mær til lækna og siga, at nú má eg fáa betri hjálp, sigur hon frá. Sálarliga líðingin kom sníkj­ andi, men stutta tíð eftir, at Anna var byrjað á øðrum ári á miðnámi, mátti hon steðga í skúlanum. Í september 2013, varð hon inn­ løgd á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Sambært serfrøðini er tað eisini typiskt, at óviðgjørt ADHD brýtur út hjá ungdómi í mið­námsskúla. Børn við ADHD, sum ikki fáa tað staðfest, tá tey eru í fólkaskúla, fáa tað ofta stað­fest tá. – Eg varð innløgd og hevði tað ræðuliga ringt ta tíðina. Lækn­arnir og sálarfrøðingarnir royndu alt møguligt fyri at finna út­av, hvat tað var, sum bagdi hjá mær og fyri at veita mær neyðugu hjálpina. Einki hjálpti, sig­ur hon erliga. – Eg hugsaði ongantíð, at tað var ADHD, sum eg hevði, tí fylgjusjúkurnar sum angist og tunglyndi fyltu so nógv, sig­ur hon um hørðu árini á psykiatr­ iska deplinum. – Eg fekk staðfest alskins diag­nosur og fekk eisini heilivág fyri alt møguligt. Tað hjálpti einki, og eg varð bara verri fyri, sigur hon. Í hesi tilgongdini høvdu for­ eldur Annu spurt seg fyri og fing­ið at vita frá sálarfrøðingi, at tey ikki skulu væntað nakað serligt av Annu. – Foreldrini høvdu tó altíð eina vón, sigur hon. Fær staðfest ADHD Eftir eina tíð kom ein nýggjur barna- og ungdómspsykiatari, og hon sá alt við nýggjum brill­ um. – Eg minnist, at eg kom við for­eldrum mínum til viðtalu hjá henni. Hon hevði ein stóran stakk av pappírum í hondini, hevði klistrað ørkini saman og fór síðani upp á stólin og slepti pappírunum, og tey duttu niður á gólvið, og vit sóu tá, hvussu um­fatandi tað var. So segði hon »Det har været noget af en rejse, hva?«, sigur Anna Nolsøe Joen­ sen. Anna greiðir frá, at nýggi lækn­in staðfesti skjótt, at hon helt, at Anna hevði ADHD. – Tá hevði eg mist alt álit á lækn­unum, og eg var so mikið illa fyri, at eg megnaði ikki at hoyra um eina nýggja diagnosu. Eg lukkaði av, sigur hon frá. Læknin greiddi frá, at allar hin­ar sálarligu líðingarnar, sum Anna stríddist við, vóru fylgju­ sjúkur av ADHD, og tí byrjaði Anna upp á heilivág fyri ADHD tá. Tað gekk tó rúm tíð, áðrenn hon merkti, at hon fekk tað betri. – Eg fekk heilivág og flutti om­an í psykiatriina fyri vaksin og kom í samband við ADHD toymið har. Tað var lykilin til at gerast frísk, sigur hon. Tað tók tíð, ymisk sløg av heili­vági og justeringar í mongd av heilivági, áðrenn Anna veruliga sá broytingar, og tað var ikki fyrr enn h e i l i v á g u r i n riggaði, at hon fekk ágóða av aðrari terapi. – Eg var ikki móttakilig fyri hjálp, fyrr enn eg var stabiliserað í heilivágnum, sigur hon. – Eg var øgiliga merkt av øllum tí, sum eg hevði upp­liv­ að hasi árini, og mamma upp­ dagaði, áðrenn eg gjørdi tað, at heilivágurin virkaði, eitt kvøldi vit hugdu at filmi. Eg minnist, hvussu mamma bleiv við at hyggja at mær. Til endans spyrji eg hana, hví hon blívur við at hygg­ja. So sigur hon, “Altso Anna, tú situr og hyggur eftir ein­um heilum filmi”, fennir Anna Nolsøe Joensen og leggur aftrat, at tað var ikki nakað, sum hon hevði havt bindindi til fyrr. – Hetta var fyrsta a-ha upp­liv­ ing­in hjá mær, sigur hon. – Stutt eftir fór eg undir at taka koyrikort, og eg hevði ongar feilir í teoriini og kláraði koyr­ingina uttan trupulleikar. Tá hugsaði eg fyri fyrstu ferð í langa tíð, at eg bæði kann og dugi. Síðani fór bólturin á rull, staðfestir hon. Eftir at hon hevði fingið heili­vágin, fekk Anna eisini hug­savnað seg um alt annað, – Eg hevði tað ræðuliga ringt, fekk staðfest alskins diagnosur og fekk eisini heilivág fyri alt møguligt. Tað hjálpti einki, og eg varð bara verri fyri, sigur Anna Nolsøe Joensen, sum fekk ógvusligar fylgisjúkur av óviðgjørdum ADHD. Hjálpin kom endiliga, tá ein psykiatari sá samanhangin, og Anna fekk rættan heilivág og hjálp ÁLVARSLIGA ÁLVARSLIGA SJÚK SJÚK AV ÓVIЭ AV ÓVIЭ GJØRDUM ADHD GJØRDUM ADHD