Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 8 sum krevst av henni fyri at fáa eitt gott lív við ADHD. Hon lærdi tá, at hon varð noydd til at skipa seg óalmindiliga væl í ger­andisdegnum, og fyrstu tíð­ ina skrivaði hon niður tíma fyri tíma, hvat hon skuldi gjøgnum dag­in, og hon mátti ansa eftir, at hon fekk nóg mikið av svøvni hvønn dag. – Í dag liggur tann strukt­ ur­ur­in fastlagdur. Tað, sum eg gjørdi tilvitað tá, geri eg ótilvitað nú, sigur hon men leggur aftrat, at tað tó enn er umráðandi við struk­turi í gerandisdegnum og nóg nógvari hvíld um náttina. Stoffalág Anna Nolsøe Joensen var inn­ løgd á psykiatriska deplinum í tvey ár, til hon í 2015 flutti í bú - og viðgerðarstovnin í Stoffalág, har hon eisini búði í tvey ár. Stovnurin er ætlaður ungum við vanligum intellektuellum før­leikum, ið hava møguleika at menna sínar førleikar í við­ gerðartilboðnum. Arbeiðið á stovninum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, sum kann vera grund­vøllur hjá tí einstaka at menna og styrkja virkis- og førleikastøðið. Endamálið er at geva teimum ungu eitt sjálv­ bjargið og innihaldsríkt lív, sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum. Bú- og viðgerðarstovnurin hevur skipað samstarv við millum annað psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og sosialráðgevar í Al­manna­ verki­num. – Man skal ikki vera á Psykiatriska deplinum í tvey ár, sum eg var. Tað má vera onnur við­ger til menniskju í somu støðu, sum eg stóð í. Og her varð Stoffalág bjargingin hjá mær, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu eg hevði skulað klárað tað uttan ta hjálpina, sum eg fekk har. Har var onkur, sum kundi taka sær av mær alla tíðina og arbeiddi saman við teimum á psykiatriska depli­ num, og tað hevði eg tørv á, sigur hon. Meðan hon er í Stoffalag, tørvar henni, at medisinið verður justerað. Tá fær hon knapp­liga hug til at læra at binda. Eitt av starvfólkunum fer eldhugað við henni at keypa tógv og stokkar, og Anna hevur fyri fyrstu ferð bindindi til at hug­savna seg á hendan hátt. Hon bindur og bindur. – Summi siga, at tey missa kreativi­tetin, tá tey taka heili­ vág, men eg fekk ikki fatur á mín­um kreativiteti, áðrenn eg tók heilivágin. Og mær dámar ómeta­liga væl at vera kreativ, greiðir hon frá. Eftir at heilivágurin er juster­ aður, fær hon eisini ein frið í høvdið, sum hon ikki hevur havt fyrr, og hon uppdagar, at soleiðis hava onnur menniskju rundan um hana tað dagliga. – Tá gjørdist eg eitt sindur frustrerað. Tí er tað soleiðis hini hava tað, og hví skal eg taka eina tablett fyri at fáa hendan friðin, spyr hon. – Starvsfólkið á Stoffalág hevði altíð vón fyri mær. Eg fekk altíð stuðul og uppbyggjan. Og júst tað er serliga umráðandi – eingin hevur tørv av at fáa at vita - sum foreldrini fingu frá sálar­frøðinginum - at eingin vón er fyri framman, staðfestir hon. – Málið var altíð tað sama: At eg skuldi klára meg sjálva og upp­byggja mínar førleikar eftir at hava verið so sjúk. Tað hevur Psykiatriski depilin jú ikki resursir til at gera, og tað er heldur ikki teirra arbeiði, leggur hon aftrat. Og tað hevur Anna eisini megnað. Í dag er hon leys frá allari ta hjálpini, sum henni tørvaði tá. – Tí loysir tað seg eisini fíggjar­liga at hjálpa á handan hátt. Hevði eg ikki fingið hjálp­ina, hevði eg óivað ikki fingið útbúgving ella komið á arbeiðsmarknaðin, sigur hon. Á føtur aftur Meðan Anna býr á bú- og við­ gerðar­stovninum, fer hon aftur í skúla: Hesu ferð á HF. Nakrar mánaðir seinni flytur hon í sína egnu íbúð. Tað gongur ikki long tíð, áðrenn hon møtir sjeikinum, og tey bæði byrja eina tilveru saman. Í dag eiga tey eina 11 mán­aðir gamla dóttir, og Anna lesur til lærara á Setrinum og arbeiðir sum mentor fyri ung við trupulleikum. – Í dag síggi eg ikki mína ADHD, sum eina forðing fyri nøkr­um í lívinum. Eg veit, at eg ikki hevði verið tann, sum eg eri uttan ADHD, og eg hevði held­ ur ikki klárað at sett meg inn í upplivingar hjá øðrum, um eg ikki hevði mínar egnu roynd­ ir. Í roynd og veru veit eg ikki, hvussu eitt lív uttan ADHD sær út, men sjálvandi hevði eg viljað verið alt hetta fyri uttan, staðfestir hon umhugsin. – Eg elskaði at ganga á HF, og eg elski enn at ganga í skúla. Og við heilivági fái eg nú brúkt míni evni til fulnar, og tað er fantastiskt at kunna læra nú, sigur hon eldhugað. – Eg vildi ynskt, at sálar­frøð­ ingurin, sum segði foreldrum mín­um, at tey einki skuldu vænta av mær, sá meg nú. Eg síggi meg ikki sum sjúka. Eg eri ikki sjúk nú, staðfestir hon. – At tað skuldi ganga so galið, sigur jú, hvussu umráðandi tað er, at børn við ADHD verða fangað tíðliga, og at tað verður sett inn tíðliga hjá børnum, sum hava órógv. Eisini er umráðandi, at minkað verður um bíðitíðina hjá teimum, sum verða send til út­greinan, sigur hon. – Tað eru veruliga nógv vaks­ in, sum í svárastu neyð standa og bíða eftir útgreining og vita ikki síni livandi ráð. Sit­andi sam­ gonga hevur lovað við­gerðar­ trygd, og eg vóni veruliga, at tað lyfti verður hildið, sigur Anna Nolsøe Joensen álvarsom til endans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO FAKTA ADHD er eitt neuropsykiatrisk órógv, sum stendur fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder (Uppmerksemis Mangul Hyperaktivt Órógv) og er sum aloftast genetiskt. ADHD er eitt dimensionelt menningarórógv, sum merkir at ein kann vera nógv merktur ella eitt sindur. Órógvið seinkar menningina av teimum eksekutivu funktióninum í heilanum, sum stýra uppmerksemi, impulsstýring og aktivitetstig. Um aktivitetsstigið (hyperaktiviteturin) er ov høgt er talan um ADHD, og er tað lágt er talan um ADD. Í dag skynir fagligheitin aloftast ikki ímllum ADHD og ADD, og dekkar tí hugtakið ADHD fyri ADD eisini. Sambært WHO hava fimm prosent av øllum børnum og tvey og eitt hálvt prosent av vaksnum ADHD. Tølini í Íslandi liggja á 10 prosentum, og eru óivað hægri tí genpuljan er so lítil.  Sambært somu útrokningum, kann væntast, at 1500-2000 fólk í Føroyum hava ADHD. ADHD felagið metir, at umleið 10.000 fólk í Føroyum hava ADHD tætt inn á lívið hvønn dag. Størsti parturin av teimum við ADHD í Føroyum vita tað ikki, og fáa tí onga viðgerð. Tey, sum fáa viðgerð fáa oftast bert medisinska viðgerð og ikki kognitiva viðgerð so sum sosialpædagogiskan stuðul, foreldra- og familjuráðgeving, psykologterapi, Dialektisk atferðarterapi (DAT), stuðulsbólkar og líknandi, ið faktligheitin metir er helvtin av viðgerðini kelda: adhd.fo Tað var ikki altíð lætt hjá mær, tá eg gekk í fólkaskúlanum, tí eg føldi, at eg stríddist meir enn hini. Eg fekk ikki frið á mær og stúrdi nógv