Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 9 ÁRNI GREGERSEN N ógv ónøgd hevur verið at hoyra um í sein­astuni, at Smyril ikki heldur sína ferðaætlan. Hetta bæði tá ið hann kemur og fer av Krambatanga á Trongis­vágsfirði, men eisini tá ið hann kemur og fer úr Havn. -Fyri tað fyrsta er at siga, at undanfarna samgonga legði fýra einkult túrar inn í ferða­ ætlanina, so hon er sera trong, sigur Hilmar Eliassen, stjóri í Strand­ferðsluni. -Men tað eru eisini fleiri aðrar orsøkir til, at tað knípir at halda ferðaætlanina. Stutt sagt snýr tað seg um, at vit hava meira frakt og fleiri ferðafólk við og tað sienkar okkum, sigur hann. Fraktin er vaksin ósmetaliga nógv í seinastuni. Bæði Varðin Pelagic og Bakkafrost hava nógv frakt við Stranferðsluni. -Tað tekur tíð bæði at lasta og lossa. Trongligt er, tá ið vit arbeiða í Havn, men tað er tað eisini ofta á Krambatanga. Eitt annað er, at IRF eisini hevur nógvar stórar bilar við Smyrli , sigur stjórin á Strandferðsluni. Broytingar Hilmar Eliassen sigur, at Strand­ ferðslan er farin undir eina tilgongd, sum hevur til enda­ máls at tryggja, at Smyril siglur til tíðina. Hann sigur, at tað gerst ikki við einari broyting, men við smá­um tillagingum av ymiskum slag. Hann nevnir millum annað, at tey fara at taka fyrr ímóti fraktini, so ikki alt skal koyrast umborð í seinastu løtu. -Ein bólkur hjá Strand­ferðslu­ ni situr í løtuni og hyggur eftir, hvat annað kann gerast, so tað fer at ganga skjótari at fáa farm og bilar umborð og í land av Smyrli. Smáu broytingarnar, sum so verða innførdar so við og við, fara at gera, at siglingin verður meira rættstundis, sigur hann. Nýggja havnin í Havn verður liðug næsta summar og tað fer at bøta um viðurskiftini. -Tá ið tað um farm ræður, so er tað ofta pláss sum mangler. Tað verður munandi betri næsta summ­ar, tá ið havnin uttanfyri Molan verður tikin í brúk, sigur hann. Smyril kannast Ein annar møguleika er at fáa Smyril at sigla eitt sidnur skjót­ ari. -Vit vita sjálvandi hvussu skjótt hann kann sigla, men vit vita iukki heilt hvussu stórt trýst vit kunnu leggja á orku­ verkið umborð. Tí koma ser­ frøð­ingar frá Rolls Royce og aðrir til Føroyar at gera nakrar kann­ingar og eina meting av, hvussu maskinurnar umborð skulu røkjast næstu 10 árini. Hilmar Eliassen sigur, at Strand­fedrðslan fær ein frá­ greið­ing um støðuna tríggjar vik­ur eftir at kanningarnar eru gjørd­ar. Nú skal skil fáast á ferðaætlan hjá Smyrli Nógvar mannagongdir skulu broytast, so Smyril aftur kann halda ferðaætlanina Hilmar Eliassen, stjóri á Strandferðsluni Ofta er ruðulliueiki á landi, tá ið Smyril kemur ella fer