hósdagur 15. oktober 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
10
BÍGGJAR KIRKJA 155 ÁR
Bíggjar kirkja var vígd tann 16. oktober 1865. Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja
nýggju kirkjuna í Bø. Jens Christian Heinesen úr Sørvági stóð fyri fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann átta
aðrar timburmenn. Hesir menn vóru úr Gásadali, Bø, Sørvági og Miðvági. Hildið verður, at kirkjan er bygd á ta
gomlu kirkjugrundina, og vert er at geva gætur, at tað var ein munur upp á tríggjar alin millum ta gomlu og
ta nýggju kirkjuna. Líkt kundi verið til, at teir hava skoytt upp í báðar endar, tí tað tykist sum nýggj laðing er í
báðum endum. Men á mannamunni verður hildið, at kirkjan varð longd vestureftir.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Ingrið Midjord, fødd
Jacobsen, búsitandi í
Havn, andaðist týsdagin
13. oktober á Landssjúkr
ahúsinum, 82 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Josvein Michelsen,
ættaður úr Mykinesi,
búsitandi í Ålsgårde
Danmark, andaðist
sunnumorgunin 11.
oktober, 73 ára gamal.
Jarðarferðin verður
týsdagin 20. oktober úr
Hundige kirkju.
Erling Eliasen, ættaður
úr Saltangará, búsitandi
í Tórshavn, andaðist á
Lágargarði, leygardagin
10. oktober, 86 ára gamal.
Tey, ið vilja minnast
Erling við blómun ella
kransi, kunnu lata
Heimarastovu á Lágar
garði eina peningagávu,
konta í Betri banka 9181,
5225088.
Andreas Eilersson
Johannesen, úr Havn,
andaðist á Landssjúkra
húsinum leygarmorgunin
10. oktober, 30 ára gamal.
Anna Katrina Gudmund
sen, ættað úr Vági, búsit
andi í Sørvági, andaðist á
Sýnini leygarmorgunin,
83 ára gomul.
Kristianna Jensen, ættað
av Strondum, búsitandi
í Kvívík, andaðist á
Mørkini 5.oktober, 86
ára gomul. Tey ið vilja
minnast Kristionnu
við blómum ella kransi,
kunnu lata Mørkini eina
peningagávu á konto
6460 174.843.4.
Kristján Sigfusson,
vanliga nevndur Stjóni,
ættaður úr Íslandi,
búsitandi í Fuglafirði,
andaðist 9. oktober á
Landssjúkrshúsinum, 84
ára gamal.
Robin Hildibjartsson
á Hvítanesi, andaðist í
heiminum í Horsens 6.
oktober, 60 ára gamal.
Birgir Símunarson, ætt
aður av Eiði, búsitandi í
Keypmannahavn, anda
ðist sunnudagin, 72 ára
gamal.
Jákup Birgir Krossteig,
vanliga nevndur Birgir
Krossteig, andaðist 8.
oktober í Siena í Italia, 64
ára gamal.
Ansy Hein, fødd Høj
gaard, ættað innan úr
Gerði á Toftum, andaðist
í Glostrup mánadagin 5.
oktober, 93 ára gomul.
Hertha Skýlindal,
fødd Mikkelsen,
ættað av Toftum,
andaðist sunnudagin á
Ellisheiminum í Havn,
92 ára gomul. Tey, ið
vilja minnast Herthu,
kunnu lata salinum Elim
í Reykjavík eina gávu,
konta í Betri Banka 9181,
126.0.121.
Kristianna Jensen, ættað
av Strondum, búsitandi
í Kvívík, andaðist á
Mørkini 5. oktober, 86
ára gomul. Tey ið vilja
minnast Kristionnu
við blómum ella kransi,
kunnu lata Mørkini eina
peningagávu á konto
6460 174.843.4.
Jógvan Petur Hentze,
ættaður úr Skopun, bú
sitandi í Hirtshals, verður
kórsettur fríggjadagin
9. oktober klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast
Jógvan Petur við blómum
ella kransi, kunnu lata
Alzheimersfelagnum í
Føroyum eina peninga
gávu, konta í peninga
stovnunum
ANDLÁT
Hevur sitið í bý
ráðnum í 12 ár
Kristian Eli Zachariassen,
býráðslimur í Klaksvík,
stillar ikki upp aftur til bý
ráðið hesaferð.
Kristian Eli Zacharias
sen, annar maður á lista
num hjá Sjálvstýri, sum
hevur fýra fólk í Klaks
víkar býrað, og fekk 103
atkvøður seinast. Hann
hevur sitið í býráðnum í 12
ár, og nú er tíðin komin at
skifta fokus og at brúka
meira tíð upp á familjuna,
sigur hann.
– Hjá mær er tað soleið
is, at tá eg fari í holt við
nakað, so vil eg gjarna gera
tingini ordiligt, so eg brúki
nógva tíð upp á at viðgera
mál, lesa mál og seta meg
inn í tingini, sigur Kristian
Eli Zachariassen, sum eis
ini situr í nevndini í SEV.
– Eg havi faktiskt sein
astu 12 árini so at siga ikki
havt summarferiu, tí eg
havi brúkt summarferiuna
upp á býráðið og annað. So
tað hevur gingið út yvir
familjulívið. Eg havi tveir
dreingir, annar er fýra ár
og hin fyllir trý ár nú. So
eg vil heldur fokusera upp
á familjuna næstu fýra
árini.
Talan er kortini ikki um
nakra nýggja avgerð, tí
Kristian Eli Zachariassen
var longu í farna ári greið
ur yvir, at hann stillaði
ikki upp aftur, tá setan var
av.
– Tað er við blandaðum
kenslum, at ein tekur eina
slíka avgerð, tí man hevur
trivist væl í hesum ábyrgd
arsessi. Eri takksamur fyri
at hava fingið møguleikan
at umboða fólkaræðið og
verið ein partur av menn
ingini
av
Klaksvíkar
Kommunu - serstakliga
tey seinastu 8 árini - sam
an við nøkrum dugnalig
um og framskygdum sam
starvsfeløgum.
Kristian Eli gevst í Klaksvíkar býráð
Eri takksamur fyri at hava fingið møguleikan at umboða
fólkaræðið og verið ein partur av menningini av Klaksvíkar,
sigur Kristian Eli Zachariassen
Fýra kvinnur og
seks menn eru
á listanum hjá
Fólkaflokkinum
til býráðsvalið
í Klaksvíkar
kommunu
Norðoya Fólkafloksfelag
hevur havt triðja og sein
asta uppstillingarfund til
kommunustýrisvalið 10.
november 2020.
Fólkaflokkurin hevur
sitið í andstøðu seinastu
tvey valskeiðini. Hóast
Fólkaflokkurin vanliga er
sera sterkur í Klaksvík, so
megnaði Sjálvstýrisflokk
urin við Jógvani Skorheim
seinast at gerast størri enn
Fólkaflokkin. Hesir flokk
ar hava hvør sínar fýra
býráðslimir.
Javnaðar
flokkurin hevur tveir og
Tjóðveldi ein.
11 fólk sita í Klaksvíkar
býráð, og tí kunnu flokkar
nir stilla upp 15 valevni.
Stórur spenningur er
hesaferð um, hvør verður
størsti flokkur og hvør
megnar at skipa sam
gongu. Á seinasta býráðs
valið fekk Fólkaflokkurin
33,2 prosent av atkvøðu
num í Klaksvíkar komm
unu. Men á Løgtingsvali
num í fjør fekk hann 49,5
prosent av atkvøðunum í
Klaksvík, sum hevði givið
honum reinan meiraluta,
um tað var á býráðasvali.
Hesi valevnir ynskja at
bjóða seg fram at stýra
okkara kommunu tey
næstu fýra árini.
1. Gunvá við Keldu
2. Herfrí Sørensen
3. Atli S. Justinussen
4. Jóhanna Christiansen
5. Oddmar á Lakjuni
6. Bárður Johnsson
Heinesen
7. Símun á Høvdanum
8. Frímund Hansen
9. Sølva Jansdóttir
Joensen
10. Eyðstein Ó. Poulsen
Fólkaflokkurin í Klaksvík stillar 10 fólk upp
Sterki flokkurin í Klaksvík, Fólkaflokkurin, misti seinast oddasessin til Sjálvstýri