hósdagur 22. oktober 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 24. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
9
Mikudagin bórust deyðsboðini
av Kaj Johannesen, Leirvíks-Kaj,
sum doyði brádliga 57 ára gamal.
Kaj vaks upp í Leivík, men ta[
var ikki sum hjá fleiri øðrum
leirvíksingum við fótbóltsvøllin,
men í tónleikaumhvørvinum.
Hann spældi nógv til veitslur
longu sum smádrongur. Síðani
var hann aktivur í tónleikalívi
num í Leirvík og í nærumhvørvi
num, har hann millum annað
spældi við Festley, Muskuteru
num og Sir Funeral Band.
Kaj fór í læru sum prentari
hjá Símuni í Konoy í Gøtu, og
har var hann við til at framleiða
tað fyrsta bandið hjá Símuni úr
Konoy, sum gjørdist heimskent í
Føroyum, »Gras«.
Síðani flutti hann til Havnar
og gjørdist partur av tónleika
umhvørvinum í Havn.
Í nítiárunum var hann við til
at stovna bólkin Moirae saman
við Kim Hansen, Edmund Jacob
sen, Niclas Johannesen og Ed
mund Jacobsen. Hetta byrjaði
sum eitt dansiorkestur, men
seinni, tá Hjalti Joensen og Terji
Rasmussen komu við í staðin
fyri Niclas Johannesen og Ed
mund Jacobsen, fór bólkurin at
framleiða sín egna tónleik og
bjóðaði seg fram til fyrstu Prix
Føroyar kappingina í 1995 – sum
bólkurin vann.
Moirae gav út tvær fløgur,
eina í 1995 og hina í 1998.
Tá Moirae gavst stovanaðu
Kim Hansen og Kaj Johannesen
»Taxi« saman við øðrum, og hann
var eisini partur av øðrum tón
leikaprojektum sum eitt »Gleipn
ir«.
Kaj undirvísti í tónleiki í Mus
ikkskúlanum í Havn.
Kaj var ein multitónleikari og
spældi upp á fleiri ljóðføri, sang
bæði solo og í kóri.
Seinnu árini hevur Kaj fyri
tað mesta verið kendur fyri at
skriva løg og arrangerað løg í
studio.
Kaj var virkin til tað síðsta, og
saman við Kim Hansen var hann
í gongd við eina stóra verkætlan,
nú hann doyði.
ZAKARIAS WANG STILLAR SJÁLVSTÝRI UPP Í HAVN
Borgaralistin hjá Halli Hjalgrímsson Djurhuus gjørdist til Sjálvsgtýrislistan
til býráðsvalið í Havn. Tað gjørdist greitt, tá freistin at lata listar inn
var útið týskvøldið.Tey sum stilla upp fyri Sjálvstýri í Havn eru:Hallur
Hjalgrímsson Djurhuus, Zakarias Wang, Jákup Hans Heinesen, Danny
Danielsen, Hervør Lützen og Dan Klein. Listin er ein samanrenning av
fólkum frá Framtakinum til rættin at velja kannabis og Sjálvstýrinum til
seinasta løgtingsval.
KLUMMA
VAGINA
Ja, »kært barn har mange
navne«, verður ofta sagt um
okkurt, sum er okkum kært
og er tað nokk ongin kropps
partur, sum hevur fingið so
nógv ymisk heiti sum tað
allarheilagasta staðið hjá
kvinn uni, nevniliga:
Vaginan
Har nýtt lív kemur til verðina.
Vegurin til nýtt lív og njóting.
Staðið, har ein so sterkur
máttur sum seksualiturin
hevur búgv og hugur, sum al
tíð er til staðar.
Tó verður hann ofta køvd ur
orsakað av elligamlari skuld
ar og skommkenslu og læru
setningum.
Frígering
At tora at vera forvitin er ein
veg ur til at læra seg sjálva bet
ur at kenna.
Hvat ger tað við náttúruna
hjá kvinnuni, tá hennara dýra
barasta, vakra og mystiska
stað verður fjalt?
Hvat er tað, sum liggur
aftan fyri slørið?
Kroppurin er okkara besta
njótils isljóðføri, um vit læra
okkum at spæla upp á tað.
Í nógvum ymiskum ment
an um er sjálvserotikkur sædd
ur sum nakað heilt natúrligt.
Ein natúrligur máti at kenna
og varða um sín kropp. Eisini
er tað ein vegur til at koma í
sam band við sín seksualitet og
finna útav, hvat fjalir seg í inn
asta njótilsisrúminum.
Í gomlu egyptisku skapan
arsøguni bleiv jørðin til við at
sólin elskaði við sær sjálvari,
ein vøkur mynd at hava huga.
Jómfrúgvin og Skøkjan
Hvat fyri fyrimyndir hava vit?
Nógvar elligamlar forð
ingar, sum okkara ment
an ararvur, moralur og ótti,
hava slóðað fyri at nakað so
naturilgt sum okkara seksual
it etur er vorðin eitt misskilt og
fjalt fyribrigdi.
Innan kristindómin er tann
heilaga jómfrúgvin Maria,
mamma Jesusar og tann væl
signaða skøkjan Maria Magda
lena, vinkona Jesusar, tvær,
sum uttan iva hava givið mest
íblástur til bæði listina og
sum kvinnuligar fyrimyndir.
Báð ar hava fingið síni heitið
eftir, hvussu tær reint seksuelt
vórðu sæddar.
Jómfrúgvin tann reina og
skøkjan tann vanvirda.
At vera tilvitaður um sín
egna seksualitet og kropp er
vegurin til nýtt lív.
At verða góður við sítt egna
undirlív og geva tí kærleika
og virðing kann vera við til
at ein kann seta seg frían frá
óskynsamun gomlum mynstr
um og søgum.
Kunnleiki er við til at fyri
byrgja og tryggja, at vit sum
menniskju kunnu taka sunn
og góð val fyri egnan kropp
frá byrjan til enda.
Kunnleiki gevur ræði á egn
an kropp og vilja.
VIVIAN
SJÓÐKLETT
Sexologur, pedagogur og
Kunstterapeutur
Kunstterapi.fo
Vakra Madonna
Tá ið hugsað verður um lívs
kunn leika, er Taoisman elstu
vís indi, vit vita um. Teir gomlu
tao istarnir vóru vísinda menn
úr Kina. Teir settu saman og
mentu eina fullfíggjaða, ná
grein iliga vísindaskipan við
víkj andi mati, rørslu, heilsu,
ero tikki o.ø.
Seksualiteturin er eins og
and a drátturin lívstýðandi fyri
menn iskjalívið.
Til er eitt hav av vísdómi
um okk ara seksualitet, sum
hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000
ár!
Teir gomlu taoistarnir vóru
ikki nakrir háfloygdir filo soff
ar. Teir vóru jarðbundnir og
vís ind a ligir. Um ein av manna
gongd um teirra vísti seg ikki
at virka, bleiv hon vrakað. Teir
brúktu sína orku at kanna og
bøta um góðsku at nøkta tørv
in viðvíkjandi livihátti manna.
Kynslimurin (penis) á
manni; stødd og snið
Tað er rætt, at snið og stødd á
kyns liminum eru avgjørd við
føð ing.
Manskroppurin stegðar at
vaksa um 30 ára aldur, men
tað ger kynslimurin ikki!
Vísindi vísa, at kynslimurin
veks ur, líka til maðurin doyr.
Jú eldri maðurin blívur, størri
blív ur limurin, bæði í longd og
tjúkd.
Henda menning verður ak
ti ver að, tá maður ristir og
klemm ar um kynslimin at fáa
teir síðstu landdroparnar av
sær, afta ná hann hevur piss
að.
Nógvir menn bera saman
sín kyns lim við aðrar og
ynskja sær ein størri, óansæð
hvussu stórur hansara egni er.
Henda ørkymlan er bæði
ó hepp in og óneyðug.
Tvey skulu til at dansa
tango. Tá tvey elskandi elsk
ast, kann skeiðin (vagina) laga
seg eftir, hvussu limurin er
dán aður. Hetta hendir sjálv
andi ikki eftir eina nátt, men
við tíðini, tá tvey læra hvørt
ann að at kenna.
Um tað kortini er ónøgd
við víkj andi tí seksuella í ein
um parlagi, er altíð gott, at
bæði taka ábyrgd.
Formurin á kynslimi og
skeiðin sum móttakari.
Um kynslimurin er trí kant að
ur ella formaður sum ein blý
ant ur við breiðum skafti, eru
tríggj ar venjingar innan ta o
ismu, sum kunnu gerast, um
ein vil hava størri høvd. Ein
soppaformaður kynslimur
hev ur góðan møguleika at
stimbra og mýkja skeiðina
síð ur og Gpunkt væl og virð
i liga.
Venjingar:
1. Klemma kynslimin upp i
frá og niður móti høvdinum,
sum mjólkaði tú eini kúgv. Á
henda hátt pressast blóð inn í
kyns limahøvdið, sum so við
og við blívur størri og størri,
til tað fær soppasnið.
2. Klemma skaftið, til tað
verð ur gróthart. Klemmar tú
tað ofta á henda hátt, hevur
tú á haldandi standing.
3. Tá ið tú hevur gjørt hesar
venj ingar, kanst tú taka um
rót ina á kynsliminum, gleiva
langt og sveiggja hann frá
síðu til síðu móti lørunum,
utt an at tú skalt fáa ilt. Henda
venj ing gevur liminum soppa
form, og hann gerst minni føl
in, sum eisini hevur við sær, at
av gonga verður seinkað.
Hetta er bara toppurin av
elli gamlari vísdómslæru, sum
en n á døgum er til gagns fyri
okk um nútíðar menniskju.
Gott vikuskifti :)
Kann støddin á kynslimi (penis )
á manni natúrliga broytast?
Vaginal terapeut
Millióndollarapunktið er við
til at leingja um njótingina í
ástarleiki og kann somuleiðis
leingja lívið hjá manni.
Tað er vísindaliga prógvað,
at menn liva styttri enn kvinn
ur. Somuleiðis eru nakrir
pengamenn, sum sita við róðr
ið og skjóta upp at gjalda
kvinnum minni í eftirløn
vegna henda veruleikan, nak
að sum í roynd og veru er alt
annað enn rættvíst mótvegis
kvinnuni.
Um vit taka fram elligamla
vísdómslæru frá teimum
gomlu
taoistunum,
sum
brúktu sína tíð at gera vís
indaligar kanningar viðvíkj
andi mati, rørslu, heilsu og er
otikki, er nógv gylt vitan at
finna.
Bæði innan Tantra og Tao
ismu verður arbeitt við,
hvussu vit kunnu varðveita
lívsorku ella ta seksuellu ork
una, sum kemur undir tað
sama. Sambært taoismu kann
tað at varðveita sáðið inni í
kroppinum í ástarleiki, ella tá
maður fleygar sær, verða við
til at leingja lívið. Fyri hvørja
avgongu missir maðurin eitt
vet av síni lívsorku, og harum
framt er nógv góð føðsla í sáð
num.
Ein maður kann fáa av
gongu alt lívið, meðan mens
truatiónin hjá kvinnu ofta
steðgar um 50 ára aldur, og
hetta er ein orsøk til, at kvinn
ur liva longur – ein orsøk, sum
ofta verður burturkveistrað.
Menstruatión og avgonga eru
orkuslúkar, og av tí at kvinnu
kroppurin natúrliga steðgar
at hava menstruatión um
fimmti ára aldur, er tað við til
at gera, at kvinnan livur long
ur.
Hvat kann maðurin gera?
Innan taoistiskan ástarleik
fær maðurin fulnað orgasmu
uttan at fáa avgongu; ístaðin
“injakulerar” hann.
Við at trýsta á eitt aku
punkt-punkt mitt millum gat
ið (anus) og pungin, kann av
gongan vendast til ein enn
betri og sterkari fulnað, og
sáðið vendist og fer aftur í
blóðið. Tá trýst verður á so
kallaða millióndollarapunktið,
ferðast orkan upp gjøgnum
kroppin ístaðin fyri at fara út
úr kroppinum.
Ein skal ikki trýsta ov fast
ella spakuliga. Tá ein trýstir á
hetta punktið, kennist tað
sum ein kulla ella eitt lítið hol.
Tó er ein ávaring; um ein
hevur prostataígerð, søk
lækna og fá viðgerð, áðrenn
byrja verður við at trýsta á
hetta punktið.
Hesin teknikkur við at
trýsta á millióndollarapunktið
kann vera hent hjá ítróttar
manni undan dysti ella onkr
um, sum krevur nógv av hon
um. Avgonga ger mannin
avslappaðan, og møguliga er
freistandi at royna slíka, und
an eini møguligari kapping.
Um hann brúkar millión
dollarapunktið, sleppur hann
frá stúringum um, at honum
manglar orku; ístaðin er hann
fyltur av orku.
Kvinnan ella partnarin
kann eisini fáa gleði av at
brúka millióndollarapunktið á
sínum manni. Við at trýsta á
hetta punktið beint undan av
gongu, økist hansara ástar
njóting og kann vera við til at
leingja ástarleikin.
Millióndollarapunktið
kann eisini hjálpa monnum,
sum stríðast við, at avgongan
kemur ov brádliga.
Sum alt annað krevur hetta
venjing og kann taka tíð, áðr
enn ein kennir seg tryggan at
brúka henda elligamla vís
dómsteknikk, sum livir í fagr
asta blóma millum tey, sum
nýta og njóta hann.
Millióndollarapunktið
Frá avgongu til áhaldniillióndollarapunktið
Kaj Johannesen deyður
Kendi tónleikarin úr Leirvík, Kaj
Johannesen, er deyður brádliga 57
ára gamal
Mikudagin hevði Marita Peter
sen, fyrrverandi løgmaður, fylt
80 ár. Hon varð fødd í Vági 21. ok
tober í 1940 og doyði 26. august í
2001, 60 ára gomul.
Marita Petersen var dóttir
Onnu Elisabeth (Betti) f. Matras
av Viðareiði og Sámal Johansen,
Sámal í Vík. Hon av Viðareiði og
hann úr Haldórsvík.
Marita var gift við Kára D.
Petersen, advokati, úr Sørvági.
Hon varð vald á ting fyri Javn
aðarflokkin í Suðurstreymoyar
valdømi á løgtignsvalinum í 1988
og afturvald í 1990 og 1994. Til
valið í 1998 setillaði hon ikki upp
aftur og gavst hon tá í politikki.
Marita Petersen gjørdist
landsstýriskvinna í januar í 1991,
tá samgonga varð skipað millum
Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin,
og tvey ár seinni í 1993 gjørdist
hon løgmaður, tá Atli P. Dam
legði frá sær. Hon er fyrsta og
higartil einasta kvinna, sum hev
ur verið løgmaður í Føroyum.
Hon er eisini fyrsta kvinna,
sum hevur verið løgtingsfor
maður, tað var hon frá 1994-1995.
Marita Petersen var útbúgv
ing lærari, og tók hon prógv á
Hellerup seminarium í 1964 og
tók seinni prógv sum cand.ped.
psyk.
Hon starvaðist fyrstu árini frá
1964-67 sum lærari í Esbjerg og í
Keypmannahavn. Hon var í
Tórshavnar kommunuskúla frá
1967 til 1989. Hon var undirvís
ingarleiðari á Landsskúlafyrisit
ingini 1989 til 1994, undirvísingar
leiðari fyri sernámsfrøðiligu
ráðgevingini 1994-1998 og frá 1998
stjóri fyri Sernámsdepilin.
Marita Petersen var eisini
virkin í fakfelagsarbeiði. Hon var
nevndarlimur í Føroya Lærara
felag frá 1980-1986 og formkvinna
frá 1980-1984.
Marita Petersen hevði fylt 80 ár
sdfsfsf