hósdagur 22. oktober 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
10
Ein sonn fragd, mangan, at sita
undir, táið - Klæmint Weihe, Eli
as Davidsen, verkfrøðingur, úr
Nesvík, og Hanus Joensen, bóndi
á Heygnum, úr Hvalvík, fakfel
agsformaður, bygdarráðsfor
maður og telvari - tingaðust um
dagsins mál hjá SEV.
Allir væl fyri og vitandi, sum -
um talan var um álvarsmál, ið
tað mangan var - ongantíð sleptu
høvuðs-kordelinum í málinum,
hóast samrøðan í heilum varð
kryddað við skemtiligum við
merkingum og floygdum hug
skotum. Teimum trimum so líkt.
Lias (1949-1996), sum kønur
tekniskur ráðgevi, Hanus (1917-
1999), umboðsráðsformaður el-
og orkufelagsins í mong ár, og
Klæmint, stjóri og dagligur leið
ari hjá SEV.
Avantgardan
Teir báðir fyrstu stjórarnir hjá
SEV vóru framúr og kendu seg
neyvt knýttar at starvi sínum –
nátt sum dag. Hetta við kjølfesti
í hendinga handverki og fakligari
vitan. Fyrstur, Hjalgrim Winther,
ættaður úr Klaksvík, smiður,
maskinmeistari, sigldi úti og síð
ani el-verkfrøðingur frá Poly
teknisk Læreanstalt, sum tað tá
æt.
Sum Hjalgrim eldist, og heils
an var farin at bila, hevði onkur
líkasum fyrireika leiðaraskifti;
men tá reistist “Hin Gamli” aftur
á føtur og við greiðari tilráðing
til SEV-stýrið: “Sum best egnaður
avloysari fyri meg hjá SEV er:
Klæmint Weihe!” Og so varð - og
tað var gott!
SEV
Við fráferð Klæmints tann 1. okt
ober 2007 takkar táverandi stýr
ið honum fyri trúgva tænastu
við hesum orðum: "Klæmint
Weihe hevur lagt nógva arbeiðs
orku í SEV, og tað er eingin
loyna, at hann í 1982 tók við
leiðsluni í eini fyritøku, sum var
illa fyri búskaparliga. Harum
framt gekst illa at nøkta vaks
andi el-tørvin, og el-netið var
niðurslitið. Í dag letur hann eitt
búskaparliga sterkt felag frá
sær, sum reint tøkniliga eisini er
ført fyri at taka við teimum
nógvu avbjóðingunum, sum
liggja fyri framman".
Torføra sigursgongd komm
unala el- og orkufelagsins hevur
mangan verið stríggin - og tó
fyrimyndarlig. Teim djørvu
kommunalu undangongumonn
um og leiðsluni fyri at takka. So
umgirt, sum SEV var - og er - av
fótonglum frá “betrivitandi”,
krakelskum landspolitikarum og
alskyns “serfrøðingum”, sum
støðugt gera sær dælt við grugg
utum knarri um manglandi “soli
daridet” og “gjøgnumskygni”. So
harmiligt.
Felagið hevur tó enn hórað
undan sum eitt heilt og serstakt,
tekniskt framtak á sjálvbjargnis
leið landsins, sum eftir fáum ár
um fekk skæra ljósið at glampa í
hvørjari vrá og við eins kilowatt-
prísi fyri alt landið.
Heim og skúli
Gott fingu tey í beinini, børnini
hjá Karolinu og Peturi Weihe,
SEV-maður um ein háls, í Sør
vági: Pál, serlækni og granskari,
giftur við Sáru Inger Isaksen úr
Klaksvík, Klæmint og Martha,
korrespondentur, gift við Magna
Dalsgaard, arkitekti.
Tey vuksu upp niðan Húsadal,
spældu á Marbakkanum og fisk
aðu úti á Bakka og komu “vál
andi heim eftir Niðara vegi...” við
Tindhólmi í fjarleikans blátámi
ella alføgrum kvøldarroða.
Barnaskúlin í Sørvági var fyrr
merktur av handføstum disci
plini - soleiðsni, tú skilur, upp á
gamla máta við kontantari av
rokning (!). Og nógvar skemti
søgurnar eru til í hesum sam
bandi. Og man ikki “onkursvegna
afturvirkandi” hetta hava frøtt
tað gamla, totala samríkis-hjart
að Lærarans (DD’s), at tveir av
hansara gævu gavstrikkum -
brøðurnir báðir: Pál og Klæmint
- blivu “i tidens fylde” tignarliga
slignir til riddara “af Hendes
Majestæt, Dronning Margrethe
den Anden”?
Klæmint tók realprógv á
Giljanesi, lærdi hjá Marstein í
Havn, síðani el-verkføðingur frá
Københavns Teknikum í 1976, í
starvi niðri hjá Data-Sabb og
Chr. F. Rovsing, og settur í starv
hjá SEV tann 1. januar 1980. Eitt
starv - ið hann røkti fyrimyndar
liga í sløk 28 ár - harav yvir 25 ár
sum stjóri - í truplastu tíð felags
ins.
Familjan
Sagt verður at: 1000 MANS skulu
til fyri at mynda eina góða bata
lión; men at tað skal bara EINA
KVINNA til at skapa eitt gott
heim! Hana fann hann í Havn og
giftist við í 1970, Ketty, elstu dótt
ir Jóhannes Dam úr Havn og
Áslu Djurhuus, ættað av Nesi í
Vági. Tey bygdu sær heim á
trøðni oman Marknagilsvegin
við útsýni yvir alla høvuðsstaðin.
Ketty og Klæmint eiga tvey
børn: Karin, smyrjibreyðsdama,
ið er gift niðri, og Heðin, rakstr
arleiðari hjá Auto Service, og
barnabørnini eru 5 í tali.
Lívsroyndir
Lívið sum leiðari kann vera
baldrut. Men einki er so lágt, ves
alt og feigt at møta í lívinum,
sum táið ein, sum takk fyri gott
verk, verður stungin niður aftan
ífrá av sínum feløgum. Og ein
“sjønnan” dag lá ein borin bræv
bjálvi á kjallaragólvinum við hús
hjá Klæminti við eini uppsøgn
sum stjóri hjá SEV. Sum vitiliga
neit fast.
Men tá kendi ryggásin kring
landið í interkommunala felag
num øll árini– umboðsráðið – tí
betur sína ábyrgd. Á eykaaðal
fundi varð alt stýrið skift út - og
Klæmint aftur settur í starvið!
Men nakað eftir hetta, segði
Klæmint sjálvur upp, helst tí at
“neistin” var fánaður - haldi eg -
hetta av áðurnevnda “steini í
skónum”.
Hann tók tá við stjórastarvi í
bilafyritøkuni, Maskinverkstað
num á Hjalla, og tey seinastu 12
árini hevur Klæmint verið lærari
í el-orkufrøði á Tekniska skúla/
Glasir í Havn.
Sum leiðari
Hoyrdi ein av Sundsverkinum
siga: Um eitt korter ella 20 min
uttir eftir okkurt streymslit var
hent - á degi sum nátt - hoyrdu
vit gresjið frá bremsandi bili í
túninum og út loypur ein maður,
sum við eyðkendum vágamáli
sigur: “Hvat í HIMLANS navn er
nú áfatt?”.
Hesin er kendur, og sum eitt
arbeiðsgrev við, og dugir so sera
væl við fólki við sínum ofta smá-
purrandi viðmerkingum. Og
hann var ofta óvart at hitta hjá
verandi á ymsu orkustøðum fel
agsins kring landið - og tá tíðum
spyrjandi við eini betri loysn fyri
eyga: “Ja, hví er hetta soleiðsni -
ella gjørt á handan hátt?”.
Nú eru flestu el-veitingar
lagdar undir heilt og onnur kom
in í mans stað; men ongantíð
gevst Klæmint við at rósa teim
um so framúr djørvu monnum
felagsins, sum í streymsliti fyrr
herjaðu á fjøllini í øllum veðri
fyri at umvæla niðurdotnar há
spenningslinjur ella berja niður
hóttandi klaka av linjum á illum
ættum.
Klæmint er ikki hvør sum
helst. Hann hevur eitt makaleyst
orkuavlop og treysti, so tað kem
ur ikki óvart á ein, at mong boð
hava verið eftir honum: Limur í
El-nevndini, formaður í Fjarhita
felagnum og Føroya Lendis- og
lýsingarskipanskipan (seinni
FDS p/f), nevndarformaður í
Føroya banka, á Smyril Line og í
Vága- og Norðuroyartunlinum,
nevndarlimur í Stórutjørn, Vina
felagið Føroyar-Ísrael, Hinum
Føroyska Bíbliugrunninum og
Kristnastovunevndini eins og í
Evangelisku Røddini (EVR) í
mong ár - og í øðrum uppdrøgum
við.
Loksins
Havi ikki møtt einum so væl út
bornum álitismanni - í odd og
egg - sum Klæminti Weihe, hvørs
“ja” er eitt ja, og hvørs “nei” er eitt
nei, og hetta uttan at hevja rødd
ina. So er sagt, sum er.
Fari tí við hesum fáu orðum
at ynskja tær Klæminti til lukku
við 70 ára hvarvinum - og ynskja
tær og tínum alt gott í komandi
tíð - við miklum takksemi fyri
vinalag og satt samstarv - í ár so
mong.
Arnstein Niclasen
Klæmint Weihe 70 ár, 25 oktober 2020
adsasd
Hesa myndina av Hanusi Joensen, Klæminti Weihe og Arnstein Niclasen
tók ein blaðmaður á aðalfundi hjá SEV í 1985
Lias Davidsen á ungum árum. Hann
fór tíverri alt ov ungur í 1996
Klæmint Weihe, fyrrverandi stjóri í SEV, fyllir 70 ár sunnudagin