hósdagur 22. oktober 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
11
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
YRKISSKEIÐ INNAN
LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna
fyri Yrkisskeiði innan landbúnað, sum gevur rætt til at
festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði
og byrjar 27. oktober 2020 kl. 19.00. Undirvíst verður
týskvøld og hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.
Skeiðið verður eisini boðið út sum fjarlestur, so at tey,
ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands,
kunnu fylgja undirvísingini á netinum. Búnaðarstovan
leggur tó dent á, at fjarlestrarmøguleikin er eitt
eyka tilboð, ið ikki eigur at verða raðfest fram um
undirvísingina í skúlastovuni.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar um 6
skeiðspartar, umframt eina skrivliga verkætlan. Skeiðið
heldur á til á sumri 2021. Hvør skeiðspartur endar við
próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.500,-. Skeiðsgjaldið skal vera
goldið á kontu 6460-171.966.3 í BankNordik, áðrenn
skeiðið byrjar. Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri
bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við
skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið,
skulu boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin
23. oktober 2020. Boðast skal frá við teldubrævi til
bst@bst.fo ella við at venda sær til skrivstovuna á
Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá meldað verður til,
skulu navn, bústaður, teldupostur, telefonnummar og
P-tal upplýsast.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga
avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv
í búnum eftir Sverri
Faber Wang, Yviri
við Strond 95, 100
Tórshavn, føddur tann
28. juni 1949, deyður
tann 25. juni 2020,
verða við hesum biðin
um innan 6 mánaðar
frá kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast
upp pr. deyðsdagin,
og sendast til
advokat Advokat
Petur Even Djurhuus,
Advokatfelagið, Lucas
Debesargøta 8, 100
Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 190/2020,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 13. OKTOBER 2020.
PROKLAMA
Øll, sum hava
krøv í búnum eftir
Josta Maria Olsen,
Skúlavegur 1, 380
Sørvágur, fødd
tann 25. oktober
1926, deyð tann 25.
august 2020, og fyrr
deyða hjúnarfelaga
Dánjal Theodor Peter
Solberg Thomassen,
verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Petur Even Djurhuus,
Lucas Debesargøta 8,
100 Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 252/2020,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 7. OKTOBER 2020.
PROKLAMA
Øll, sum hava
krøv í búnum eftir
Kai Mainar Klein,
Garðavegur 18, 350
Vestmanna, føddur
tann 19. mars 1942,
deyður tann 12.
september 2020,
verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Birita Sandberg
Samuelsen, J. H.
Schrøtersgøta 7, 100
Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 276/2020,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 9. OKTOBER 2020.
Mykinesgøta 6
Postboks 3232
110 Tórshavn
Tel 354913
gbt@gbt.fo
www.gbt.fo
Vit hava vognar...
til bátaflutning
til hestaflutning
til mc-/bilflutning
til maskinflutning
Og vognar...
sum eru innilokaðir
sum eru opnir
sum kunnu vippa
...tín trúgvi fylgisveinur
BRENDERUP 1205 kann vippa og er sera væl
umtóktur til mong endamál. Til dømis at koyra
seyð, grind og fisk, eitt less av sandi ella skervi,
og ikki minst rusk úr garðinum.
Kann setast eftir enda, tá hann ikki verður nýttur,
og fyllur tá lítið og einki. Ein sera hentur vognur
at eiga.
Vit umboða Brenderup
viðfestivognar og bjóða
alskyns sløg – bæði til vinnu
og privat
Setast eftir enda
Við høgum síðum
Við netsíðum
Við høgari presending