Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 74 12 ANNIKA KUNOY IM Í bú- og við­gerðar­stovni­ num í Stoffalág í Havn kenn­ir starvsfólkið nógv til ADHD. Heimið lat upp fyri knøppum fimm árum síðani, og hesi árini hava fleiri ung fólk við millum annað ADHD búð á stovninum. Summi hava fingið staðfest ADHD, áðrenn, tey komu í Stoffalág, og onnur hava fingið tað staðfest, meðan tey hava búð har. Oddbjørg Johansen, leiðari á bú- og viðgerðarstovninum í Stoffa­lág greiðir frá, at Stoffalág er einasta tilboði av slíkum slag í Før­oyum. Á heiminum er pláss fyri fimm ungum gentum, og fleiri eru á bíðilista. – Tað eru 13 fólk á bíðilista júst nú, men hetta er ikki ein álítandi bíði­listi, tí hesin umboðar bert tey, ið vita um viðgerðarstovnin. Tað eru mong, sum hava tørvin men ikki hava hoyrt um tilboðið. Bíðilistin kundi lættliga verið fleirfaldaður, heldur hon. Hesum tekur forkvinnan í AD­HD felagnum, Bjørg Dam, undir við. – Tað eru fá, sum vita av hesum stovninum. Almannaverkið kunn­ar ikki foreldur og av­ var­andi um hetta tilboðið, og for­eldur fáa ikki vegleiðing í hesum. Har er bíðitíð, men tørv­ urin er nógv størri enn tey fimm plássini, sum eru tøk og tey 13, sum eru á bíðilista, sigur Bjørg Dam. Oddbjørg Johansen held­ur tað vera harmiligt, at so lít­ið verður kunnað um júst hetta tilboðið við bú- og við­gerðar­ stovni, tí øll hava rætt til at søkja og koma á bíðilistan. Síða­ni verður støða tikin út frá tí ein­ staka, og tey, sum tørva bráð­ hjálp sleppa fyrst framat. – Tilboðið er avmarkað til í mesta lagi trý ár, men tey flestu búgva har styttri enn tað, sigur hon og leggur aftrat, at tey ungu flyta regluliga bæði inn og út. Tað er sum aloftast onkur, sum er á veg út og onkur, sum er á veg inn samstundis. Tað er positivt, tí so síggja tey ungu fólkini eisi­ ni, at tað ber til at koma seg so mikið væl, at tey kunnu liva eitt vanligt lív sum onnur ung, sigur Odd­bjørg Johansen. At gerast sjálvbjargin Uppihaldið í Stoffalág snýr seg í høvuðsheitum um, hvørji fram­ tíðarmál einstaki borgarin, sum býr á stovninum, hevur. Tað er av stórum týdningi at síggja menniskjað handan diag­nosuna og finna fram til, hvørjar dreym­ ar og hvørji mál tann ungi hevur. Tað er so arbeiði hjá starvs­ fólk­unum at stuðla á øllum við­ komandi økjum. Á tí prakt­iska økinum kann nevnast, skúla­ gongd, útbúgving og nær­sam­ bond­um við familju og vinir. Eisini kann tað snúgva seg um grund­leggjandi praktisk ting, so sum at ferðast í býnum, ansa sær sjálvari í náttarlívinum, gera mat og vaska. Síðani er tað aftrat, at bú­fólk­ ini eisini hava sítt at stríðast við, sum tey fáa viðgerð fyri, greiðir Odd­bjørg Johansen frá. – Hetta er alt tað vanliga, sum skal til fyri at gerast sjálvbjargin. Aftrat tí er umráðandi at ein í viðgerðartíðini skilur, hvat tað er at hava til dømis ADHD – um tað er tað, viðkomandi stríðist við – og hvussu umráðandi strukt­ur­ ur, heilivágur og uppfylgingin er, sigur hon. Manglandi raðfestingar Oddbjørg Johansen greiðir fram­ haldandi frá, at leingi varð arbeitt við at fáa heimið í Stoffalág á føtur, so at viðgerðarpláss varð tøkt til ung, sum annars búðu á psykiatriska deplinum á Lands­sjúkrahúsinum. Alterna­ tivið hevði verið at tey ungu, sum høvdu tørvin, fluttu á stovn í Danmark, sum er eitt størt inntriv í lívsumstøðuna, familju­na og gerandisdagin. Og eisini er hetta fíggajrliga kostnaðarmikið. Tilboðið er kærkomið, halda bæði leiðarin á bú- og viðgerðarstovninum og for­kvinnan í ADHD felagnum, men tað er als ikki nóg mikið, tí tørvurin er nógv størri á fleiri økjum. – Vildi man raðfest økið hægri politiskt, haldi eg, at tað hevði verið ynskiligt við einum bú- og viðgerðarstovni aftrat, sum arbeiddi í tøttum sam­starvi við Stoffalág. Summi búfólk hava ikki gott av at búgva saman, og tað hevði givið okkum møgu­ leika at húsa teimum á ein skila­góð­an hátt. Tað hevði eisini gjørt tað munandi betri við fleiri pláss­um, sigur leiðarin. – Tað er avbjóðandi fyri tey ungu og teirra familjur at standa leingi - kanska í mánaðir og ár - á bíðilistanum. Tað er sera harmi­ ligt, tí tað er umráðandi at hesi ungu fáa skjóta hjálp, tí støðan vers­nar aloftast, meðan tann ungi bíðar eftir plássi. Skaðin kann vera óbótaligur um ov long tið gongur, sigur Oddbjørg Johan­sen. Tað er ein visitatiónsnevnd við umboðum frá Psykiatriska depli­num og Almannaverkinum, ið avgera hvør fær pláss á Stoffa­ lág. Heildartilboð Men hvussu er ein gerandis­dag­ ur á einum bú- og við­gerðar­ stovni, sum tann á Stoffalág. Diag­nosurnar eru ymiskar og tørv­irnir hjá teimum einstøku við. Tó, so verður miðað eft­ir einum heildartilboðið á Stoffa­ lág, har arbeitt verður við at finna útav, hvørju búfólkini eru, hvat tey stríðast við og hvørjum stuðli tey hava tørv á. Eisini verður arbeitt við, miljø­ terapi sum hevur til endamáls at at menna eitt umhvørvi, ið á mest møguligan hátt virkar tera­peut­iskt fyri borgaran. Starvs­fólkið samstarvar við psykiatriska depilin, skúlar og aðrar stovnar, sum búfólkið er knýtt at. Eisini er umráðandi, at gott samstarv er við foreldrini, um tað ber til, greiðir hon frá. – Vit uppliva ofta, at foreldrini eru merkt av, at barn teirra hevur verið so sjúkt. Tey hava møgu­liga havt nógvan ótta fyri at missa barnið og hava tí gjørt alt fyri, at friður skuldi valda í for­holdinum teirra millum. Tað kann hava ávirkað forholdið millum barn og foreldur. Tann van­ligi foreldraleikluturin kann verða skeiklaður undir slík­um umstøðum, og foreldrini skulu fáa hjálp at koma aftur í ein vanliga foreldraleiklut aftur. Vit ynskja tætt samstarv við familjuna og hava fleiri for­eldra­ fundir, hóast barnið er blivið 18 ár, sigur Oddbjørg Johansen. Allir aktivitetir á heiminum verða skrivað sum eftir einum frymli. Teir aktivitetir, sum snúgva seg um tey ungu verða skriv­aðir av kontaktpersóninum saman við tí unga. Hini starvs­ fólk­ini skulu øll fylgja manna­ gongd­unum. – Onkur skal vakjast á ávís­ an hátt, onkur ynskir at eta morgun­mat í friði, meðan onkur vil sita og práta við morgun­mat­ arborðið. Við at brúka manna­ gongdir royna vit at gera tað, so starvsfólki arbeiðir so eins, sum tað ber til. Tað er um­ stendigt, men tað verður ein vani. Mannagongdirnar verða endur­skoðaðar hvønn mánað. Tað hevur tikið tíð at menna og implementera hesa skipanina, greiðir hon frá. Eisini verður samstarva við Psykitriina, millum annað fáa fleiri DAT viðgerð (Dialektiska At­ferðar Terapi), sum snýr seg STOFFALÁG: STOFFALÁG: BÍÐI­ BÍÐI­ LISTIN ER LANGUR LISTIN ER LANGUR Tað er avbjóðandi fyri tey ungu og teirra familjur at standa leingi - kanska í mánaðir og ár - á bíðilistanum. Tað er sera harmiligt, tí tað er umráðandi at hesi ungu fáa skjóta hjálp, tí støðan versnar aloftast, meðan tann ungi bíðar eftir plássi. Skaðin kann vera óbótaligur um ov long tið gongur – Tað eru 13 ung á bíðilista júst nú, men hetta er ikki ein álítandi bíðilisti, tí hesin umboðar bert tey, ið vita um viðgerðarstovnin. Tað eru mong, sum hava tørvin men ikki hava hoyrt um tilboðið. Bíðilistin kundi lættliga verið fleirfaldaður, sigur Oddbjørg Johansen, leiðarin í bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág, sum er einasti av sínum slagi í landinum