hósdagur 22. oktober 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
13
um at læra nakrar førleikar, sum
til dømis impulskontroll , so tað
ikki bert eru kenslurnar, ið stýra
atburðinum.
Eisini verður kognitiv at
ferðarterapi brúkt til dømis, tá
ein stríðist við ótta. Tann ungi
kann hava ótta fyri at fara mill
um nógv fólk, tá verður stigvís
eksponering brúkt, sum handlar
um at fara í tær støðunar, sum
geva ótta fleiri ferðir um vikuna.
Óttin verður mettur út frá
einum skala millum 0 -10, á tann
hátt verður tað sjónligt hvussu
óttin minkar og at enda ikki
órógvar meira, verður greitt frá.
Tilboð mangla
Tað eru bert tey ungu, sum eru
ringast fyri, sum sleppa inn á bú-
og viðgerðarstovnin í Stoffalág.
Fleiri eru á bíðilista. Men tað
eru eisini mong, sum hava tørv
á stuðli og hjálp uttan at flyta
inn í eitt heim.
– Tað er umráðandi, at tey
sum hava tørvin fáa ráðgeving.
Ein møguleiki hevði verið eitt
ambulant heildartilboð, har
tann ungi býr heima, men til
boðið líkist tilboðnum á Bú- og
viðgerðarstovnurin Stoffalág.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
HVAT ER STOFFALÁG 35?
Bú- og viðgerðarstovnurin Stoffalág 35 er partur av eind 4 í
Trivnaðardeplinum.
Bú- og viðgerðarstovnurin heldur til á Stoffalág í Tórshavn. Á
stovninum búgva fimm ung fólk í aldrinum 14 til 23 ár, ið hava
psykiatriskar diagnosur og sosialar trupulleikar. Búfólkini
hava hvør sítt kamar. Harumframt hava tey atgongd til felags
køk, stovu, baðirúm og vaskirúm. Stovnurin leggur dent á
heilsugóðan kost, rørslu og góðan náttarsvøvn.
Stovnurin er ætlaður ungum við vanligum kognitivum
førleikum, ið hava møguleika at menna sínar førleikar í
viðgerðartilboðnum. Tilboðið er avmarkað til í mesta lagi trý ár.
Í arbeiðinum á stovninum verður dentur lagdur á at skapa eitt
gott og trygt heim, og at menna virkis- og førleikastøði hjá tí
einstaka. Endamálið er, at borgarin kann fáa eitt sjálvbjargi
og innihaldsríkt lív, og at viðkomandi kann taka virknan lut í
samfelagnum.
Bú- og viðgerðarstovnurin hevur skipað samstarv við millum
annað psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, barnavernd,
skúlar, sálarfrøðingar, avvarandi og øðrum viðkomandi
samstarvsfelagum.
FAKLIGT GRUNDARLAG
Háttalagið á stovninum er miljøterapeutiskt, har arbeitt verður
við at gerandisdagurin og allar uppgávur er skipaður við
mannagongdum. Fyri at starvsfólk skulu verða fakliga íklødd
til uppgávurnar skulu øll luttaka á grundskeiðið í Kognitivum
viðgerðarhættum og DAT viðgerð.
Viðgerðarætlanin hjá tí einstaka unga verður skjalfest við
málum og lutmálum eins og ein ætlan fyri, hvussu hesi verða
rokkin, alt verður skjalfest og eftirmett eina ferð um mánaðin.
Stovnurin miðar ímóti at hava eitt so gott samstarv við
avvarðandi sum tilber. Vit bjóða avvarðandi inn til regluligar
samrøður og eisini skipa vit fyri tveimum tiltøkum árliga, har
avvarðandi verða boðin við.
Starvsfólkini Oddbjørg Johansen
og Turið Horn í felagsstovuni
á Stoffalág, tá ið bú- og
viðgerðarstovnurin lat upp
Tað eru 13 fólk
á bíðilista júst
nú, men hetta er
ikki ein álítandi
bíðilisti, tí hesin
umboðar bert
tey, ið vita um
viðgerðarstovnin.
Tað eru mong, sum
hava tørvin men
ikki hava hoyrt um
tilboðið
Oddbjørg Johansen, dagligur leiðari á Stoffalág