Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 74 14 ANNIKA KUNOY IM B jørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum, greið­ ir frá, at ADHD felagið arbeiðir first og fremst við, at børn, sum hava ADHD, fáa hjálp tíðliga, so tey sum ung ikki enda á einum síðuspori ella fáa fylgisjúkur. – Tað er umráðandi við tíðliga út­greining og einum breiðum viðgerðartilboði á einari ADHD klinikk til alla familjuna, sum eisini hjápir við at fáa tey ungu við ADHD ígjøgnum útbúgving og um tað er neyðugt, hjálp at koma á arbeiðsmarknaðin. Eisi­ ni skulu stovnar og skúlin verða nógv betri at tillaga skúlatilboðini til einstaka barni­num og seta inn tíðliga, sigur hon. – Í dag er veruleikin, at fleiri ung eru detta niður í millum. Vit hava eitt sera gott bú- og við­ gerðartilboð í Stoffalág, og har er pláss til gentur, men tað dekkar als ikki tørvin, tí mugu fleiri líknandi tilboð setast á stovn beinanvegin. Tí fakta er, at fleiri koma seg væl, og kunnu liva eitt gott lív, har tey geva sam­felaganum tað sama sum onnur, sigur forkvinnan í ADHD felag­num. – Tað er sera hugvegkjandi, at einki líknandi tilboð er til dreing­ ir! - Tí er tað upplagt at spyrja, hvørja hjálp fáa hesir dreingirnir so? - Tað er væl hugsandi, at teir ístaðin verða umsorganartiknir og fara á barnaheim og kanska sein­ni enda í kriminaliteti og so fongsul. Ein nýggj donsk kann­ ing byggir undir hesum uppá­ haldi, tí hon vísir, at umleið helvt­in av teimum innsettu hava óviðgjørt ADHD. Tí er loysn­ in skjótari útgreining, familju­ ráðgeving, vitan og hjálp í skúla og starvsvenjing, um neyðugt, staðfestir forkvinnan í ADHD felag­num, Bjørg Dam. HETTA YNSKJA FORELDUR AT BØRNUM VIÐ ADHD Mikukvøldið var sjálv­hjálp­a­r­bólkur fyri foreldrur við børnum og ungum við ADHD. Foreldrini høvdu millum annað hetta upp á hjarta: – Eg vil ynskt, at vit høvdu ein toghaldara til familjuna. Ein toghaldari, sum er millumlið mill­um allar stovnarnar, sum eru Almannaverkið, Barna- og ung­dómspsykratriina, Sernám, skúlan og kommunulæknan, tí øll arbeiða hvør sær. Eg vildi ynskt, at vit høvdu ein ADHD pakka eins og í DK við kognitivari viðgerð og psyko­eduka­ tión, har børnini og vit kunnu læra, hvat ADHD er, fáa heiligvágsvegleiðing og familjuráðgeving, so vit kunna liva eitt gott lív við av­bjóð­ingunum. FORELDUR AT GENTU 16 ÁR ADHD –Eg havi til tíðir sera torført við at akseptera og hondtera son­in. Tí vildi eg ynskt, at eg fekk hjálp og amboð, so eg betri kann góðtaka diagnosina. Eg veit, at eg kann ikki viðfara og krevja tað sama av honum, sum av hans­ara systkjum. Men eg hoyri eisini, at børn við ADHD kunna læra at klára og duga tað sama sum onnur. Men tað endar alt ov ofta við konfliktum. FORELDUR AT DRONGI 12 ÁR – Okkara hægsta ynski er, at fak­fólk kring dóttrina kendu til ADHD og autismu. Hvussu tað kann vísa seg, hvørji tekin eru og serliga, hvussu avbjóðingarnar skulu takklast. Og her hugsi eg øll fakfólk, líka frá náms­frøð­ingum í vøggustovuni, heilsu­syst­ur, kommunulækna, náms­frøð­ing­ar í barnagarði og til lærarar í skúlanum. FORELDUR AT GENTU 9 ÁR – Eg haldi, at tað hevði verið sera gott, um skúlin hann gongur í hevði fakfólk tilknýtt, so hans­ara dagur var skipaður til hans­ara tørv. Eisini hevði veri gott við kognitivari terapi. FORELDUR AT DRONGI 12 ÁR ADHD – Sonurin tekur medisin, sum riggar væl í dagtímunum serliga í mun til skúlan. Men vit føla, at vit mangla sosialar venjingar serliga í sambandi við onnur børn, og hjálp til at hondtera kon­kretar gerandisstøður/ trupul­leikar sum eru truplar. Tað er millum annað seingjarrutinur, morgun­ rutinur og motivatión til aktivitetir – bæði neyðugu skyldurnar og tað stuttliga. FORELDUR AT DRONGI 12 ÁR VIÐ ADD – Stórur partur av ger­andis­degn­ um hjá einum barni fer fram í fólkaskúlanum. Tí er tað altav­gerandi, at fólkaskúlin hevur vitan um ADHD, antin tað eru lær­arar og/ella onnur fakfólk á staðnum. Sum foreldur, um eg møti einum lærara við vitan um ADHD, er tað heppið, men tað er tíverri undantaki. Tí er mítt ynski, at fólkaskúlin fær til­feingi at dagføra sína vitan um ADHD. Fyri at tað kann eydnast, er alneyðugt, at skipaninar kring fólkaskúlan hava fokus á hetta evni og tryggja fólkaskúlum am­boð og mannagongdir at ar­beiða við børnum við ADHD. Tey børn teljast hóast alt 5 pro­sent av børnum. Í heila tikið er tað umráðandi, at fakfólkini (heilsu­f­ røðingar, námsfrøðingar, lær­ar­ar), ein møtur gjøgnum upp­vøkstri­num hjá einum barni eru brynjað við vitan um ADHD. Tað møtið við einum fakfólki kann í veruleikanum verða avgerandi fyri barnið og fyri familjuna. FORELDUR AT DRONGI, 21 ÁR TØRVA HJÁLP NÚ Ein nýggj donsk kanning vísir, at umleið helvtin av teimum, sum sita í fongsli hava óviðgjørt ADHD. Tí er loysnin tíðliga diagonosering, familjuráðgeving, vitan og hjálp í skúla og starvsvenjing, um neyðugt, staðfestir forkvinnan í ADHD felagnum, Bjørg Dam