hósdagur 22. oktober 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
15
TÓRÐUR JOHANNESARSON
Í
september í ár fór átakið
“Føroyar lesa” av bakka
stokki. Eitt átak, sum
skal stimbra lesihugin
hjá teimum ungu. Vit mugu
vóna, at hetta átak er ein nýggj
byrjan, har Mentamálaráðið sær
álvaran í, hvussu týdningar
mikið tað er at lesa. Fyrrverandi
landsstýriskvinna,
Hanna
Jensen, setti sjøtul á.
Næmingar lesa ov lítið
Eg havi verið miðnámsskúla
lærari í 17 ár, tað er ómetaliga
stórur munur á, hvussu nógv
næmingarnir lósu fyri 17 árum
síðan og nú. Hví so er, er ilt
at siga, møguliga hevur hetta
okkurt við fólkaskúlan at gera
ella føroyska nútíðarmentan?
Teldur, teldlar og snartelefonir
eru eisini komnar inn, og hetta
hevur ikki bøtt um standin.
Í dag er tað vanligt, at næm
ingar siga, at teir aldri hava lis
ið eina føroyska skaldsøgu, tá
ið teir koma á miðnám. Sjálv
sagt gera hesir næmingar av,
men tað boðar frá, at føroyskar
skaldsøgur eru ikki frammar
laga í huga teirra ungu. Tá ið
vit skulu lesa skaldsøgur saman
við næmingunum, er fyrsti
spurningurin, hvussu long søg
an er; tað verður ikki spurt um
innihald. Mínar royndir eru,
at fáir næmingar kenna teir
stóru føroysku høvundarnar,
sum t.d. Heðin Brú, William
Heinesen, Jóannes Nielsen og
Jens Paula Heinesen. Í triðju
sendingini “O móðurmál”, sum
varð send í 2016, sigur Hanus
Kamban, at hann hevur ill
gruna um, at føroyingurin nú á
døgum ikki lesur. Hetta kunnu
miðnámsskúlalærarar vátta, ið
undirvísa í máli og bókmentum.
Ein av stóru avbjóðingunum hjá
miðnámsskúlalærarum er at
fáa næmingar at perspektivera.
Sum eina síðusøgu kann eg
nevna, at eg til eina próvtøku
spurdi ein næming, um hann
kendi til skaldskapin hjá Heðini
Brú, hvat hann skrivaði um. Jú,
hesin hevði lisið “The old man
and his sons”. Sum heild megna
næmingar sera illa at lyfta seg
upp frá tekstinum, tí at teir hava
lisið so lítið. Teir hava einki at
bera saman við, sjálvsagt eru
undantøk, men sum heild er
hetta galdandi. Onkuntíð kemur
fyri, at brot í tekstum sipa til
Bíbliuna, spyrt tú sum lærari um
hetta, so er vitanin sera fátøk,
eisini hjá næmingum, ið eru
andaliga vaktir. Tað kundi verið
áhugavert at gjørt kanning um
lesivanar í hádeild og miðnámi.
Breytaskipanin leggur
ikki upp til lesing av
stórum verkum
Í 2013 fingu vit nýggja breyta
skipan, sum tíverri ikki er eftir
mett av lærarum, tað er spell.
Sum skilst, hevur onkur bólkur
sitið við leiðslum og forfólki í
lærararáðunum á miðnámi og
eftirmett, men vanligi miðnáms
skúlalærarin hevur ikki sam
skift um breytaskipanina. Ein
slík eftirmeting hevði møguliga
kunnað givið ráðnum ábend
ing um støðuna. Men tað er ikki
ov seint, mítt tilmæli er, at vit
øll á miðnámi sleppa at eftir
meta skipanina. Í sambandi
við breytaskipanina fingu vit
nýggja kunngerð fyri allar
lærugreinir á miðnámi. Tann
stóra kollveltingin var, at farið
var frá pensummi til førleikar.
Í nýggju kunngerðini stendur
ikki greitt, hvat næmingurin
skal læra, men hvørjar førleikar,
ið hann skal ogna sær. T.d. hava
vit lærarar í føroyskum roynt
at tulka tekstin í kunngerðini,
sum ynskir, at næmingurin
skal hava førleikar til alt møgu
ligt. Tað er tó eitt, sum stendur
greitt í hesi kunngerð, tað er, at
næmingurin skal duga skald
skap av mannamunni væl og
virðiliga. Næmingurin skal lesa
eina rúgvu av ymiskum teksta
sløgum, men tað verður ikki
nevnt ítøkiliga hvørji. Til dømis
verður einki nevnt um skald
søgur, yrkingasøvn ella bøkur
um yrkistekstir. T.d. stimbra
skaldsøgur og yrkingasøvn
næmingin upp á allar mátar.
Bøkurnar geva næmingum hug
flog, mennir teir báði málsliga og
mentanarliga. At fara frá pen
sumi til førleikar hevur fingið
keðiligar málsligar avleiðingar
og versnandi lesiførleikar. Vit
á miðnámi varnaðust eisini, at
okkurt broyttist í 2009, tá ið
fólkaskúlin eisini fór frá pen
sumi til førleikamál. Vit eru
onkursvegna noydd at hálsa um,
vit eru noydd at stramma upp,
soleiðis at vit koma á beint aftur.
Hvørjar avleiðingar hevur
breytaskipanin og sáttmálin frá
2013 havt?
Samstundis sum vit fingu
nýggja breytaskipan á miðnámi,
fingu vit nýggjan sáttmála mill
um Fíggjarmálaráðið og Yrkis
felagið Miðnám. Hesin sáttmálin
var eisini ein kollvelting, sum
gjørdi, at lærarar meira ella
minni eru blivnir til tímaløntir,
har alt gongur út upp á prógva og
viga, hvat lærarin ger. Sáttmálin
byggir á misálit og eina skipan,
sum ger, at lærarin ger bara tað,
sum hann fær løn fyri, alt annað
verður ikki lønt. Tað er bara av
góðum vilja, at lærarar lesa
skaldsøgur við næmingunum.
Skipanin er ómetaliga óliðilig
og ómotiverandi. Sí grein í
Miðnámsriti 14, 2017: Ársverkið
køvir hugin. Í dag brúka mið
námsskúlarnir stóra orku upp
á akkordskipanina, fólk sita
burtur av og ansa eftir, at alt fer
rætt fram. Lærarar hava ynskt,
at farið verður frá hesi skipan,
men Fíggjarmálaráðið er ikki
sinnað at ganga hesum ynski á
møti.
Hvørjar avleiðingar hava so
námsætlanirnar í føroyskum
og sáttmálin frá 2013 havt fyri
Føroyar? Hesar hava gjørt tað,
at ein føroyskur miðnámsskúla
næmingur lesur munandi minni,
enn hann gjørdi fyri 2013, bæði í
lærugreinini føroyskum og øðr
um lærugreinum. Fyrr las ein
miðnámsskúlanæmingur 6 bøk
ur í føroyskum tey trý árini, hann
gekk á miðnámi, nú kemur hann
kanska upp á tvær ella tríggjar,
tí at tíð er ikki til meir. Á HF las
miðnámsskúlanæmingurin um
framt tær seks bøkurnar 6 sjálv
lisin verk, tá kundi hann bara í
føroyskum koma upp á 12 bøkur
upp í tvey ár, tá eru danskt,
enskt, týskt og franskt ikki tikið
við. Hetta er ein sera óheppin
gongd. Fyri 2013 vóru skúlarnir
við til at stuðla føroyskum
bókum og rithøvundum, tí
at miðnámsskúlanæmingar í
túsundatali skuldu lesa bøkur
á móðurmálinum á hvørjum
ári. Í dag er hesin marknaðurin
næstan burtur. Vit sóu eisini
í september, at ein av størstu
prentsmiðjum landsins hevur
undirskot.
Føroyskar skúlabøkur –
ein føroysk avbjóðing
Um vit venda okkum til skúla
bøkur, so er sami standur. Tað er
spell, at tað almenna ikki unnir
okkara miðnámsskúlanæm
ingum lærubøkur á móður
málinum. Fyri seks árum síðan
gjørdu vit í Miðnámsriti eina
kanning um føroyskt lærutilfar,
hon vísti, at 80% er danskt til
far, ongar ábendingar eru um,
at talið er minkað hesi seks
árini. Tað almenna gevur eisini
miðnámsskúlanæmingum báði
bókastuðul og lestrarstuðul,
sum m.a. er ætlaður til
bókakeyp, men í løtuni fer
stórur partur av hesum
pengum til donsk forløg sum
Systime. Talan er um milliónir,
ið føroyskir miðnámsskúla
næmingar stuðla donskum for
løgum. Mentamálaráðið átti at
sett í verk bókagerð í Føroyum,
sum báði stuðlaði føroysku
vinnuni og føroyskum lærarum,
ið kundu gjørt lærutilfar til mið
námsskúlanæmingar. Á henda
hátt verða pengarnir verandi í
Føroyum.
Mentamálaráðið og politiski
myndugleikin hevur seinastu
árini bygt og umvælt bygningar
fyri yvir eina milliard, men hava
ikki viljað raðfest innihaldið á
miðnámi, og avleiðingin er, at
vit hava ein miðnámsskúla, har
lesing á móðurmálinum ikki
verður raðfest. Men kanska
kann gongd koma á, nú Menta
málaráðið saman við øðrum
ætlar, at næmingar skulu lesa
meir.
Livst, so spyrst.
Næmingar lesa
minni enn nakrantíð