hósdagur 22. oktober 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
16
Fleiri borgarstjórar
fella frá
Meira enn
annarhvør
kvinnuligur
borgarstjóri
stillar ikki
upp aftur til
kommunuvalið
í komandi
mánað.
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
T
ilsamans
eru
29
kommunur í Føroyum,
og tískil eru eisini
29
borgarstjórar.
Av
teimum
29
sitandi
borgarstjórunum eru átta kvinnur
og 21 menn. Nú valevnalistarnir til
kommunuvalið tann 10. Novembur
eru latnir inn, er tað greitt, at í
minsta lagi 12 av kommununum
skulu hava nýggjan borgarstjóra,
tí teir sitandi ikki stilla upp aftur.
Serliga kvinnurnar
takka fyri seg
Av teimum 29 kommununum hava
tær sjey kvinnuligan borgarstjóra.
Tað eru Tórshavnar, Sørvágs,
Vága, Húsavíkar, Hvannasunds,
Fugloyar og Kunoyar Kommuna.
Fýra av hesum kvinnum stilla
ikki upp aftur, nú vit aftur skulu
á kommunuval.
Í Vágum eru tvær kommunur,
Vága og Sørvágs Kommuna, og í
báðum hesum kommunum hevur
ein kvinna sitið við róðrið seinastu
fýra árini. Eyðdis H. Niclassen
hevur stýrt Vága Kommunu,
meðan Aimé Jacobsen hevur
stýrt Sørvágs Kommunu. Báðar
vóru nývaldar í sítt bygdarráð
við seinasta val. Tær hava báðar
gjørt av at takka fyri seg eftir eitt
valskeið í sessinum og stilla tí ikki
uppaftur.
Í Sandoynni er ein kvinnuligur
borgarstjóri. Tað er Brynhild
Sørensen í Húsavík, sum eins og
starvsfelagarnir í Vágum hevur
gjørt av at takka fyri seg eftir bert
eitt valskeið í bygdarráðnum.
Í Norðoyggjum eru
kvinnurnar í meiriluta
Í mun til flestu av hinum
økjunum í landinum standa
kvinnurnar rættiliga sterkar í
Norðoyggjum. Fimm kommunur
eru í Norðoyggjum – Fugloyar,
Viðareiðis, Hvannasunds, Kunoyar
og Klaksvíkar Kommuna. Av
teimum fimm borgarstjórunum
í økinum eru teir tríggir kvinnur,
nevnliga Amalia í Frammistovu
í Fugloy, Ingrid Petersen í
Hvannasund og Sóleyð K. Í
Kongsstovu í Kunoy.
Tvær av hesum, Amalia í
Frammistovu og Ingrid Petersen,
hava valt at stilla uppaftur, meðan
Sóleyð K. Í Kongsstovu ikki stillar
upp aftur hesaferð.
Umframt tær áðurnevndu
kvinnuligu borgarstjórarnar
hava vit eisini Anniku Olsen,
borgarstjóra í landsins størstu
k o m m u n u ,
T ó r s h av n a r
Kommunu, og hon stillar uppaftur.
Samrøða við hana er aðrastaðnis
her á síðunum.
Stórur munur í lutfallinum
Við tað at fýra av sjey kvinnuligum
borgarstjórum ikki stilla uppaftur,
kunnu vit staðfesta, at heili 57,1 %
av teimum ikki stilla uppaftur.
Hinvegin eru tað átta av 22
mannligum borgarstjórum, sum
ikki stilla upp aftur hesaferð, og
tí eru tað bert 36,4 % av teimum,
sum ikki stilla uppaftur. So tað
er stórur munur í lutfallinum
millum kynini.
YVIRLIT YVIR
BORGARSTJÓRAR:
EIÐIS KOMMUNA: Jógvan í
Skorini – stillar ikki uppaftur
EYSTURKOMMUNA:
Jóhan Christiansen –
stillar ikki uppaftur
FÁMJINS KOMMUNA: Jóanis
Lisberg - stillar uppaftur
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA:
Sonni á Horni – stillar uppaftur
FUGLOYAR KOMMUNA: Amalia
í Frammistovu – stillar uppaftur
HOVS KOMMUNA: Jónsvein
Hovgaard – stillar ikki uppaftur
HÚSAVÍKAR KOMMUNA:
Brynhild Sørensen –
stillar ikki uppaftur
HVALBIAR KOMMUNA: Janus
Thomsen – stillar uppaftur
HVANNASUNDS KOMMUNA:
Ingrid Petersen –
stillar uppaftur
KLAKSVÍKAR KOMMUNA:
Jógvan Skorheim –
stillar uppaftur
KUNOYAR KOMMUNA: Sóleyð
Klettskarð í Kongsstovu
– stillar ikki uppaftur
KVÍVÍKAR KOMMUNA: Heri
Muller – stillar ikki uppaftur
NES KOMMUNA: Jóhannus
Danielsen – stillar ikki uppaftur
PORKERIS KOMMUNA: Mikkjal
Sørensen – stillar ikki uppaftur
RUNAVÍKAR KOMMUNA:
Torbjørn Jacobsen –
stillar uppaftur
SANDS KOMMUNA: Brandur
Sandoy – stillar ikki uppaftur
SJÓVAR KOMMUNA: Artur
Johansen – stillar uppaftur
SKÁLAVÍKAR KOMMUNA:
Linjohn Christiansen
– stillar uppaftur
SKOPUNAR KOMMUNA: Gerhard
Lognberg – stillar uppaftur
SKÚVOYAR KOMMUNA: Harry
Jensen – stillar uppaftur
SUMBIAR KOMMUNA: Eyðbjørn
Thomsen – stillar uppaftur
SUNDA KOMMUNA:
Heðin Zachariassen –
stillar ikki uppaftur
SØRVÁGS KOMMUNA: Aimé
Jacobsen – stillar ikki uppaftur
TÓRSHAVNAR KOMMUNA:
Annika Olsen – stillar uppaftur
TVØROYRAR KOMMUNA: Kristin
Michelsen – stillar uppaftur
VÁGA KOMMUNA: Eyðdis H.
Niclasen – stillar ikki uppaftur
VÁGS KOMMUNA: Dennis
Holm – stillar uppaftur
VESTMANNA KOMMUNA: Pauli
T. Petersen – stillar uppaftur
VIÐAREIÐIS KOMMUNA:
Hans Jákup Kallsberg
– stillar uppaftur
Eyðdis Niclasen, borgarstjóri í Vága Kommunu, er ein av teimum, sum ikki
stillar upp aftur til valið hesaferð. Hon bleiv vald í býráðið seinast og bleiv
borgarstjóri. Hon fer nú aftur til sín starv í privatu vinnuni.
Savnsmynd
Amalia í Frammistovu á Kirkju í Fugloy hevur sitið í
bygdarráðnum í Fugloy í nógv ár. Hon er borgarstjóri
og hevur gjørt av at stilla upp aftur hesaferð
Savnsmynd