hósdagur 22. oktober 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
17
POLITIKKUR
ER EITT
LÍVSSTARV
At vera politikkari snýr seg ikki um kyn, men um hugburð
til politikk. Tað heldur Annika Olsen, sum er ein tann
royndasti kvinnuligi politikkarin í Føroyum
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
F
ýra av sjey kvinnuligum
borgarstjórum í Føroyum
stilla ikki upp aftur til
kommunuvalið komandi,
og tær flestu av hesum hava bert
sitið eitt valskeið í viðkomandi
bý- og bygdarráðum. Tað kann
tí tykjast sum um, at kvinnur
hava ilt við at støðast ella trívast
í kommunalpolitikki, men hesa
áskoðan hevur borgarstjórin í
Tórshavnar Kommunu, Annika
Olsen, ikki.
Snýr seg um hugburð
Eg veit ikki, um tað er øðrvísi
at vera kvinna enn mannfólk
í kommunalpolitikki. Eg havi
sjálv nokk so ymiskar royndir frá
mínum politiska lívi. Sjálv haldi eg,
at tað fyrst og fremst snýr seg um
hugburðin til at vera í politikki. Tí
eftir mínum tykki, so er tað at fara
upp í politikk eitt lívsstarv, sigur
Annika Olsen.
Borgarstjórin í Tórshavnar
Kommunu heldur ikki, at man
skal blanda kyn upp í politiskar
lívsleiðir.
Fyri mítt viðkomandi er tað
eitt lívsstarv, sum eg brenni fyri.
Tað er fantastiskt at kunna gera
mun. Tað er tað einasta, ið drívur
verkið, og tí stilli eg upp aftur. Tað
at kunna ávirka samfelagið tann
vegin, ið man sjálvur heldur vera
rætt, er nakað heilt serligt, sigur
Annika Olsen.
Framhald á síðu 18
Sjálv haldi eg, at tað
fyrst og fremst snýr
seg um hugburðin til
at vera í politikki. Tí
eftir mínum tykki, so
er tað at fara upp í
politikk eitt lívsstarv,
sigur Annika Olsen
Savnsmynd