Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 74 18 Fær illa lagt politikkin frá sær Hon heldur, at tað kunnu vera sera nógvar ymiskar orsøkir til, hví fólk gevast aftur í politikki, og at tað ivaleyst einki hevur við kyn at gera. Tað kunnu vera viðurskifti viðvíkjandi arbeiði, familju ella onkrum heilt øðrum. Men tað er sjálvandi eisini ein spurningur um hugburð, og hvar man velur at leggja sína orku. Sjálvi havi eg altíð verið politikkari, og eg fari altíð at vera politikkari. Man kann ikki leggja tað frá sær. Ella tað kann eg í hvussu so er ikki. Eg haldi, at tað er eitt kall, og tí kann man siga, at antin hevur tú tað ella hevur tú tað ikki. Eg havi tað, og eg fari at tíma hetta alt lívið, sigur Annika Olsen. Kvinnur samskipa og samstarva á annan hátt Í sínum 16 árum í politikki hevur Annika Olsen roynt eitt sindur av hvørjum, og tí skuldi hon havt allar førleikar fyri at meta um, hvussu kynssamansetingin ávirkar politskt arbeiði. Nú hava vit í býráðnum hetta valskeiðið havt kvinnuligan meiriluta við tað, at átta av trettan býráðslimum eru kvinnur, og í samgonguni eru fimm av sjey limum kvinnur, og tað kann síggjast aftur á summum økjum, heldur borgarstjórin. Hon sigur, at hennara tykki hevur tað havt við sær, at býráðið hevur samskipað tingini á ein øðrvísi hátt enn áður, og at man hevur tosað meiri saman. Vit hava í samgonguni havt fund hvørja viku, har vit hava tosað málini ígjøgnum, so at tingini eru stemmað av, áðrenn vit fara víðari við teimum. Tað, haldi eg, hevur gjørt, at man hevur havt stabilitet í samgonguni, og tað hevur havt nógv at siga fyri meg, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu. Annika Olsen sigur, at kanska duga kvinnur betur at samskifta um øll mál og at geva hvørjum øðrum rúm. Tað er eisini umráðandi, at alt ikki verður fikserað upp á ein persón í samgonguni. Tí hava vit eisini gjørt tað, at tað hava verið ymisk umboð fyri býráðið, sum hava verið úti til ymisk tiltøk. So tað ikki bara er borgarstjórin, sum gongur runt og klippir snórar. Sjálvandi er ein borgarstjóri tann, sum situr við ábyrgdini, men eg haldi, at tað er umráðandi at hava eitt býráð, sum er umboðað av fleiri, sigur hon. Eru kanska ikki líka sjónligar At hava ein politiskan meiriluta, sum hevur fleiri kvinnuligar enn mannligar limir, hevur sambært Anniku Olsen eisini aðrar fyrimunir. Eg haldi, at vit hava dugað væl at loyst tær semjur, sum hava verið, innanhýsis. Tað hevur verið loyst, áðrenn tað er komið út í miðlarnar, og tað vænti eg eisini, at borgararnir duga at síggja, sigur hon. Borgarstjórin heldur eisini, at kvinnur í størri mun leggja orku á ting, sum ikki eru eins sjónlig í samfelagnum. Í núverandi valskeiði haldi eg, at vit hava lagt størri orku á slík ting. Men tað er neyðugt, tí kommunan er so stór. Tildømis hava vit gjørt eina bústaðarkanning fyri at vita, hvat borgararnir ynskja. Til dømis borgarar, sum flyta heim til Føroya eftir lokna útbúgving. Vit hava eisini gjørt ein orkupolitikk við tí endamáli at gera Havnina til ein grønan høvuðsstað. Tað eru kanska ikki serliga sjónlig mál, men tað er alt ein liður í at fáa kommununa at vaksa, sigur Annika Olsen. Í sitandi valskeiði eru átta av 13 limum í Tórshavnar Býráð kvinnur savnsmynd Fyri mítt viðkomandi er tað eitt lívsstarv, sum eg brenni fyri. Tað er fantastiskt at kunna gera mun Eg haldi, at tað er eitt kall at vera politikari, og tí kann man siga, at antin hevur tú tað ella hevur tú tað ikki. Eg havi tað, og eg fari at tíma hetta alt lívið Framhald frá síðu 17