Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 6 ANNIKA KUNOY IM Søgan hjá Karolinu – Vit sóu trupulleikarnar næstan við tað sama. Eg havi til dømis frá tí, at sonur okkara var heilt lítil mugað fyrireikað hann upp á, hvat fer at henda, soleiðis at hann ikki varð frustreraður. Sat hann til dømis á gólvinum longu sum ársgamal, og eg tók hann upp, kundi tað vera nokk til, at hann gjørdist frá sær sjálvum, tí hann ikki var fyrireikaður. Tí havi eg altíð sagt honum, hvat skal henda, so hann verður fyri­ reikaður, greiðir Karolina Lá­ berg, mamma at 12 ára gomlum dreingi við ADHD, frá. –Tað, sum hevur bjargað okk­um er at greiða honum ná­ greini­liga frá, hvat kann henda, og hvørjar avleiðingarnar kunnu verða í øllum hugsandi støðum. Nú hann er í 7. flokki dugir hann tó rættiliga væl sjálvur at síggja nógv av hesum tingunum, sigur Karo­lina Láberg. – Í barnagarðingum fekk hann námsfrøðiliga hjálp, og tá hann fór í skúla, gekk tað væl fyrstu tíðina, tí dagurin er meir skipaður í skúla, enn hann er í barnagarði. Tá hann fór í 3. flokk, vórðu krøvini tó hægri og av­bjóðingarnar størri, og vit sóu, at tað gekk ikki so væl, sigur hon. Tá byrjaði lesingin eisini at halta, og hóast sonur Karolinu var væl fyri í rokning, so vildi hann heldur ikki rokna, tá rokni­ stykkini skuldu lesast. – Í fyrstuni hevði eg torført við at skilja, hvussu hann kláraði at rokna so væl og skjótt, tá hann ikki kláraði at lesa, sigur hon. Tá episodurnar komu, sum órógv­aðu lærara, skúla, foreldur og barn, høvdu foreldrini fund við skúlan, tí tey vistu ikki, hvat tey skuldu gera. Tey sendu ávís­ing til Sernám um várið í 4. flokki. Tey sluppu skjótt fram­at, og sonur teirra tók kon­sen­tra­tiónstestir har. Eisini fekk hann hjálp í skúlanum á tann hátt, at eitt skrivaraborð varð sett avsíðis, soleiðis at hann kundi fara har, um hann hevði tørv á tí gjøgnum skúladagnin. Foreldrini spurdu fakfólk í Ser­námi, um tað møguliga var nakað annað, sum sonur teirra stríddist við, og tey fingu at vita, at hann møguliga hevði eina diag­nosu, men tað kundu tey ikki svara upp á, uttan at hann varð útgreinaður. Tey kundu hend­ur ikki geva ávísing, uttan at foreldrini yngstu tað. – Vit vóru bæði samd um, at sjálvandi vildu vit vita, um tað var nakað annað. Vit vildu út­ lukka alt og síðani taka tað har frá, sigur hon. – Upprunaliga fingu vit at vita, at tað kundi taka eitt ár, áðrenn vit sluppu framat til út­ greining, men vit fingu skjótt til­boð um at sleppa framat. Vit høvdu eina samtalu fyrst saman við soninum, og síðani skuldi hann taka nakrar testir eisini. Tað gingu tvær vikur, so hevði hann fingið staðfest ADHD, sigur Karolina Láberg. Diagnosan – Vit høvdu blandaðar kenslur, tá hann fekk diagnosuna, men vit vóru glað fyri at hava fingið for­stáilsi fyri, hví hann hevði tað so­leiðis, sum hann hevði tað. Tað stóð honum í boði at fáa heilivág fyri ADHD, og hóast eg ikki visti nógv um heilivágin tá, hevði eg sett mær fyri, at vit skuldu royna alt, sum vit fingu bjóðað fyri at hjálpa soninum, sigur hon frá. – Eg varð tikin av bóli, tí heili­ vágurin riggaði so heilt ein­ standandi væl hjá honum. Eg haldi, at tað er keðiligt, at tað er negativt fokus á heilivági fyri ADHD, tá tað er ein góð hjálp hjá fleiri, sigur hon. Karolina Láberg greiðir frá, at tey síðani upplivdu, at heili­ vágurin ikki riggaði nóg leingi, og tá hann mitt um dagin steðg­ aði at rigga, orkaði sonur teirra ikki at vera í skúla. Í eina tíð kom hann tí heim hvønn dag klokkan tíggju, tí hann ikki orkaði meir. AHDH: TVÆR TVÆR MAMMUR MAMMUR GREIÐA FRÁ GREIÐA FRÁ – Karolina Láberg og Bjørg Dam eru tvær kvinnur, sum millum annað hava tað til felags, at báðar eru mammur at dreingjum, sum hava fingið staðfest ADHD. Tær hava tó ymiskar upplivingar við, hvussu tilgongdin at fáa børnini útgreinað hevur verið, tí hjá Karolinu Láberg gekk skjótt og væl og hjá Bjørg Dam gekk striltið. Tær eru tó samdar um, at tørvur er á, at skipaninar verða broyttar, soleiðis at børn við ADHD lætt verða fangað, útgreinað og fáa neyðugu hjálpina Tað er tá, at eg verði so kedd og ill, tí vit høvdu stríðst í so nógv ár. Og tá tað einans tekur ein hálvan tíma hjá einum sálarfrøðingi at síggja, hvat tað er sum feilar, hóast hann als einki kennir til hansara avbjóðingar og søgu, tá er okkurt spinnandi galið við skipanini