hósdagur 29. oktober 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
7
Tey royndu síðani nøkur sløg
av heilivági, til tey til endans
funnu eitt, sum nú sær út til at
rigga.
Tá sonur Karolinu Láberg
fekk staðfest ADHD, avgjørdu
tey at boða skúla, næmingum og
foreldrum frá. Karolina skrivaði
til foreldrini á felagsbólki og
greiddi frá, hvørjar avbjóðingar
tey høvdu, og hvat tey eventuelt
kundu gera, um okkurt skuldi
verið. Sonurin vildi sjálvur
greiða flokkinum frá diagnosuni
við stuðli frá læraranum, og tað
gjørdi hann.
– Øll hava havt forstáilsi fyri
støðuni, og børnini kenna hann
og tað, sum hann maktar og
hevur tørv á, sigur hon frá.
Søgan hjá Bjørg
Royndirnar hjá Bjørg Dam eru
tó heldur øðrvísi.
– Soleiðis hevði eg eisini
ynskt, at tað gekk hjá okkum,
men hjá okkum var tað heilt
øðrvísi. Vit høvdu bankað upp
á nógvar hurðar frá tí at sonur
okkara var gott trý ára gamal
og havt nógvar trupulleikar,
áðrenn hann av tilvild fekk
staðfest ADHD, tá hann var
níggju ára gamal. Vit fylgja ein
ari granskinarverkætlan hjá
Ulrike Steuerwald, og tí skuldi
hann til eina kognitiva kanning
hjá einum sálarfrøðingi. Eftir
ein hálvan tíma segði sálarfrøð
ingurin, at vit áttu at fáa hann
útgreinaðan fyri ADHD, tí hann
sá greið tekin, sigur Bjørg Dam,
sum seinni hevur hoyrt frá
mammum, ið hava upplivað tað
sama.
– Tað er tá, at eg verði so kedd
og ill, tí vit høvdu stríðst í so
nógv ár. Og tá tað einans tekur
ein hálvan tíma hjá einum sálar
frøðingi at síggja, hvat tað er,
sum feilar, hóast hann als einki
kennir til hansara avbjóðingar
og søgu, tá er okkurt spinnandi
galið við skipanini. Vit høvdu
tá verið í samband fyrst við
Barna- og Ungdómsdeildina hjá
Tórshavnar kommunu og so við
Sernám í fýra ella fimm ár, sigur
Bjørg Dam.
– Vit hava gjørt Sernámi
greitt, at tað er neyðugt, at tey
broyta teirra mannagongdir, so
at tey kanna fyri tað kognitiva
beinanvegin. Tað er neyðugt,
tí í dag eru tað foreldrini, sum
í flestu førum eiga bóltin og
skulu føra hann í mál. Tað kann
ikki passa, sigur Bjørg Dam, sum
eisini er forkvinna í ADHD felag
num.
Sakna standardisering
Hesum tekur Karolina Láberg
undir við.
– Hví skal eitt og eitt foreldur
sita og finna upp á tann djúpa
tallerkin umaftur og umaftur,
spyr hon.
– ADHD hevur verið í so nógv
ár, og tað er í nógvum skúlum.
Eisini finnast fakfólk, og vitanin
átti at verði deild, sigur hon og
leggur síðani aftrat, at hon tó í
teirra einstaka føri hevur kent,
at skúlin hevur gjørt nógv fyri
bæði tey sum foreldrur og son
teirra.
– Vit hava verið heppin. Tey
hava verið “on” nógv meir, enn
tey eiga at vera, og tey hava
ADHD felagið:
ANNIKA KUNOY IM
ADHD felagið saknar eina
skipan, sum loftar børnunum
tíðliga. Bæði serlæknar og
kanningar visa á, at jú fyrr
børnini fáa viðgerð og røttu
hjálpina, tess betri fortreytir
fáa tey fyri at mennast og
læra, skrivar felagið.
– Børn ganga til reglu
ligar kanningar hjá kom
munulækna, Gigni er um
pinkubørnini og aftur árliga,
tá tey fara í skúla. Náms
frøðingar eru um børnini
undir skúlaaldur og lærarar
í skúlaaldri. Í summum
kommunum er tað Barna
og Ungdómsdeildir, ið fyrst
verður boðsendar, tá á stend
ur, men annars er tað Ser
nám, ið fær bóltin, tá náms
frøðingar og lærarar gerast
varug við eitthvørt. Men
Sernám sigur, at tað er ikki
teirra uppgáva at ávísa út
á psykiatriina, sigur ADHD
felagið.
– Vit spyrja, hvør hevur
so høvuðsábyrgina, tí onkur
av omanfyristandandi in
stansunum má verða tann,
ið kannar børnini frá eygna
brýnnum og upp, tí allir hava
fasta uppgávu at kanna eygu,
oyru, motirikk, blóðtrýst,
hædd, vekt og alt hitt, skrivar
AHDH felagið.
– Men hví hevur eingin
uppgávuna at kanna tað
neurologiska og kognitiva. Tá
eingin hevur hesa uppgávuna,
hvussu kunnu børnini so fáa
hjápina teimum tørvar tíðliga,
spyr felagið framhaldandi.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Hvør eigur
uppgávuna?
Hví hevur eingin uppgávuna
at kanna tað neurologiska
og kognitiva hjá børnum. Tá
eingin hevur hesa uppgávuna,
hvussu kunnu børnini so fáa
hjápina teimum tørvar tíðliga,
spyr ADHD felagið, sum
finst at Sernámi fyri ikki at
átaka sær hesa uppgávuna
Vit hava gjørt Sernámi greitt, at
tað er neyðugt, at tey broyta teirra
mannagongdir, so at tey kanna fyri
tað kognitiva beinavegin. Tað er
neyðugt, tí í dag eru tað foreldrini,
sum í flestu førum eiga bóltin og
skulu føra hann í mál