hósdagur 29. oktober 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
8
SERNÁM
SVARAR
KRITIKKINUM:
Sernám fær bóltin, tá námsfrøðingar og lærarar gerast
varug við eitthvørt órógv hjá børnunum, sum tey eru
um. Men ADHD felagið sigur, at tey hava fingið at vita
frá tykkum, at tað ikki er tykkara uppgáva at ávísa
til kommunulækna ella út á psykiatriina, so børnini
eentuelt kunnu verða útgreinað fyri ADHD. Hví er tað
ikki tað?
– Tá stovnur og skúli vendir sær til Sernám, har tað
til dømis eru avbjóðingar við einum og hvørjum
órógvi, so er tað uppgávan hjá Sernámi saman við
stovni/skúla at seta inn við sernámsfrøðiligum og
námsfrøðiligum átøkum. Hetta kann vera ein tilgongd
fram til eina ávísing, sum kann vera til psykiatriina.
Sernám ávísir ikki til kommunulækna, men foreldur
kunnu altíð venda sær til kommunulæknan fyri at fáa
ávising til psykiatriina. Hetta eru tvær heilt ymiskar
tilgongdir. Tað kann eisini vera í hesi tilgongd, at
psykiatriin vendir sær til Sernám fyri at námsfrøðilig
átøk verða sett í gongd áðrenn nøkur útgreining fer
í gongd. So hetta er ikki ein linja, sum øll ganga eftir,
svarar Margreth Olsen, stjóri í Sernámi.
2. Hví kunnu tit ikki gera eina kognitiva kanning, tá
børnini verða kannað á allar aðrar hugsandi háttir
kropsliga, og tá tað er forholdsvís lætt at screena fyri
ADHD?
– Sernám ger kognitivar kanningar í tann mun, hetta
er neyðugt fyri at arbeiða við tí sernámsfrøðiliga og
námsfrøðiliga úti á stovni og skúla, sigur hon.
3. Hvussu er støðan hjá foreldrum við børnum, ið
møguliga hava ADHD nú, eftir at tey eru komin í
samband við Sernám?
– Foreldrini kunnu taka hetta upp við Sernám, um
tey hava misstanka. Men sí annars sí svarið til fyrsta
spurning.
4. Um tit ikki vilja kanna fyri ADHD, hvør eigur so
uppgávuna?
– Stutt kann sigast, at um hugsað verður um beinleiðis
útgreining fyri ADHD, so hevur Sernám ikki heimild at
útgreina og staðfesta psykiatriskar diagnosur, sigur
Margreth Olsen.
5. Skilja tit frustratiónina hjá foreldrum at børnum
við ADHD og hjá ADHD felagnum?
– Ja, serliga tí hetta kann vera ein drúgv tilgongd
við nógvum avbjóðingum og ymiskum forstáilsi fyri
avbjóðingini hjá barni og foreldrum. Hetta er eisini
nakað við arbeiða við og koma at arbeiða við, sigur
hon til endans.
eisini sent okkum boð í úrtíð.
Tað hevur ongantíð verið ein
trupulleiki. Hann hevur havt
ymiskar lærarar og øll hava
lurtað, tikið til sín og veitt góð
ráð. Men tað burdi verið nógv
meir standardiserað, sigur hon.
Tær eru samdar um, at tað
er tilvildin sum ræður í hesum
førinum.
– Ta tíðina, tá hann kom
heim hvønn dag klokkan tíggju,
stúrdu vit fyri, um hann fekk
nokk burturúr skúlagongdini.
Skúlin skeyt tá upp, at vit
minkaðu tímatalvuna og hug
savnaðu okkum um nakrar fáa
lærugreinir, sigur Karolina Lá
berg og greiðir frá, at hon ikki
visti, at tað var ein møguleiki,
og at slík tilboð áttu at verið
standardiserað.
Bjørg Dam leggur aftrat, at tey
hava verið heppin, tí sonur teirra
gongur í Hoyvíkar skúla, sum er
einasti skúli við serflokkum, ið
er ein serlig skipan undir Menta
málaráðnum, og sum tí hevur
egnu fíggjarætlan inni í einum
fólkaskúla. Hann byrjaði í ser
flokkinum í 3. flokki, og mett
verður, hvussu nógvar tímar
hann megnar í heimaflokkinum.
Í serflokkinum er góð normer
ing, og tað hevur við sær, at
skúlatilboðið neyvt kann til
lagast.
– Tað riggar ómetaliga væl,
og man arbeiðir ímóti, at hann
er meir í heimaflokkinum.
Endamálið er, at hann fær eitt
vanligt fólkaskúlaprógv. Leggj
ast má aftrat, at hevði hann
ikki fingið tilboðið, hevði hann
neyvan gingið í skúla í dag. Hann
megnaði tað als ikki, áðrenn
hann varð útgreinaður, sigur
hon.
– Vit upplivdu eisini, at sonur
okkara rýmdi úr skúlanum,
áðrenn hann var útgreinaður, og
tá royndi eg at fáa hann aftur í
skúla. Seinni havi eg skilt, at tað
má man ikki gera, tí børn við
ADHD rýma á hendan hátt, tí
tey merkja á kroppinum, at tað
ikki er gott fyri tey at vera har.
Tað er umráðandi, at vit lurta
eftir børnum, sum rýma. Tað er
ein orsøk til tað, staðfestir Bjørg
Dam.
Ráð frá mammunum
Hevur man sjálvur mistanka um
okkurt, skal man siga sum er, at
man vil sleppa til útgreining.
Royndirnar vísa jú, at bæði
lærarar í fólkaskúlunum og tey
á Sernám eru varin við at mæla
foreldrum til at lata barnið verða
útgreinað, halda mammurnar.
– Tá eg spurdi á Sernámi, hví
tey ikki høvdu bjóðað mær út
greining beinanvegin, fekk eg at
vita, at tað ikki eru øll foreldur,
sum vilja hoyra tað, og tí kann
ein konflikt skjótt uppstanda.
Tí vil eg mæla foreldrum til at
spyrja um at fáa barnið kannað
skjótt, sigur Karolina Láberg.
– Eg haldi tó, at tað kann verða
torført hjá foreldrum at hava
neyðugu vitanina. Eg minnist, at
eg fór at lesa um ADHD, har tað
millum annað stóð, at børn við
ADHD hava torført við at hug
savna seg, og tað fekk eg ikki at
ganga upp, tí sonurin hjá mær
kundi spæla við leikutoysdjór í
tímavís, meðan hann ikki fekk
hugsavnað seg á øðrum økjum,
leggur Bjørg Dam aftrat.
– Eg haldi tí, at tað er eitt sind
ur farligt at leggja tað upp til for
eldrini, sum skipanin er í dag.
Sernám viðmælir, at foreldur
sjálvi fara til kommunulæknan,
og at kommunulæknin síðani
sendir ávísing til psykiatriina.
Tað er farligt, tí tað eru ikki øll
foreldur, sum vilja ella duga at
síggja ADHD, staðfestir Bjørg
Dam.
Hesum tekur Karolina Láberg
eisini undir við, og hon leggur
dent á, at tað átti at verið fakfólk
í barnagørðunum og skúlunum,
sum dugdu at síggja hesi tingini
og kundu vegleitt foreldrunum.
– Fleiri frustratiónir og niður
løg kunnu bjargast, verður
ADHD funnið og barnið fær
bestu fortreytir at mennast, siga
tær báðar til endans.
ANNIKA@SOSIALURIN.FOW
Sernám viðmælir,
at foreldur
sjálvi fara til
kommunulæknan,
og at
kommunulæknin
síðani sendir
ávísing til
psykiatriina. Tað
er farligt, tí tað eru
ikki øll foreldur,
sum vilja ella duga
at síggja ADHD