Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 4 ANNIKA KUNOY IM – Í dag skulu vit vitja í vøggu­ stovuni, og hóast vit hava vitjað fyrr, er hetta dagurin, vit fyrstu ferð skulu siga farvæl, so hann kann vera har uttan meg eina løtu. Tað er ein løta, sum nógv foreldur eru stúrin um, sigur 46 ára gamli Rúni Jákupsson, sum er heima í barnsburðarfarloyvi við 11 mánaðar gamla syni sínum Jóna­tan. Tá Rúni Jákupsson varð pápi aftur fyri góðum 11 mán­að­um síðani, var eingin ivi um, at hann vildi vera heima í barns­ burðarfarloyvi longri enn tær fýra vikurnar, ið eru avsettar til pápan. Hann tók á leið tríggjar vikur aftrat teimum fýra, sum eru avsettar pápanum, tá son­ urin varð føddur, og síðani tekur hann átta vikur nú í endanum av barsilstíðini, har nakað av tíðini eisini er feria. – Tað var sjálvsagt í mínum høvdi, at eg skuldi taka nakað av tíðini heima við Jónatani, og tað vildi mamman eisini fegin, sigur Rúni Jákupsson. Tilknýtið styrkt Spurdur um, hvussu hesar vikur­nar hava verið saman við lítla syni sínum, greiðir hann frá, at tíðin saman hevur styrkt sam­ bandið teirra millum, men at tað tó eisini hevur verið strævnari enn væntað. – Eg hevði funnið mær nakrar Net­flix røðir, sum eg ætlaði mær at síggja og nakrar bøkur, sum eg ætlaði mær at lesa hesa tíð­ ina, men tað hevur tað ikki verið stundir til, sigur hann skemt­ andi. – Barsilstíðin hevur gingið gott, men tað krevur ein størri innsats, enn eg kanska hevði hildið. Eg skilji betur, at mamm­ an hevur verið troytt hesar vik­ urnar, hon hevur verið heima hjá Jónatani, greiðir hann frá. Dagarnir heima saman við smá­um børnum kunnu gerast ein­s­táttaðir, og hóast børnini eru smá, krevja tey sítt. – Jónatan vaknar millum klokk­an seks og sjey um morgunin, og so fara vit upp at spæla, syngja ella lesa eina søgu, áðrenn vit eta morgunmat saman. Um níggju tíðina fara vit ein trillitúr fram við fjøruni, neyst­ unum og út í bátahylin her í Hós­vík. Sonurin plagar at sova til mid­dags, og tá hann svevur, plagi eg at taka mær av ymiskum hús­ligum. Tá hann vaknar, eta vit aftur, spæla og hugna okkum sam­an, til hann svevur seinna lúr­in seinnapartin, sigur Rúni Jákupsson frá. Hvønndagssøgnin er hin drúgva, men tá samanum kem­ ur eru fyrstu liviárini hjá børn­ un­um umráðandi, tí tað er tá, barn­ið knýtir seg til um­sorg­ an­ar­persónarnar, og tað til­ knýti spælir ein stóran leiklut í menn­ingini hjá barninum. Rúni Jákups­son fegnast eisini um, at til­knýti til sonin er styrkt hesa tíðina. – Bandið millum meg og Jónatan er nógv styrkt hesar vikur­nar, og hann søkir meg nógv meir, enn hann gjørdi fyrr. Eisini tá mamman er til staðar, greiðir hann frá. – Ein kemur jú at kenna per­ són­ligheitina hjá barninum betur, tá man er so nógv saman, leggur hann aftrat. Tað er ikki bara Jónatan, sum søkir pápa sín meir, eftir at hann hevur verið um hann hes­ ar vikurnar, men Rúni heldur eisini, at hansara pápakenslur eru styrktar. Rúni átti trý børn, tá hann fyri fimm árum síðani møtti unnustu síni Saritu, og Jónatan er fyrsta barn teirra saman. Rúni greiðir frá, at av tí at hann er pápi at trimum gentum, sum í dag eru 17, 13 og 13, veit hann full­ væl, hvussu skjótt tíðin gongur, tá børnini eru smá. – Eg havi royndirnar, og tí haldi eg, at eg virðismeti hesa tíð­ina á ein annan hátt. Eg síggi, hvussu skjótt sonurin broyt­ist. Hesa tíðina fáa vit ongan­tíð aftur, og tað er eisini ein av orsøkunum PÁPABARSIL: EIN A-HA UPPLIVING – Eg haldi, at vit skulu arbeiða fram ímóti, at tað ikki er ein søga, at ein pápi velur at taka barsil við barninum hjá sær. Tað skal verða púra natúrligt. Enn eru vit ikki har, sigur 46 ára gamli út­ varps­maðurin Rúni Jákupsson, sum hevur verið heima í barsil við syni sínum Jónatan nakað av barsilstíðini, sum avsett er til býtis við mammuna Royndir vísa, at eru bæði foreldrini við í tí, sum hevur við børnini at gera, so eru børnini ofta betri fyri kensluliga. Orsøkirnar til tað kunnu vera fleiri, men góð harmoni í familjuni, gott álit millum foreldur og fleiri hjálpandi hendur eru nakrar av teimum. – Tað er gott fyri barnið, at foreldrini gera íløgu í tað. Og tað er enn betri, tá bæði foreldrini gera tað. Tað er tó eisini minst líka umráðandi fyri foreldini, sum hava ábyrgd av at menna tilknýti til barnið. Eitt sterkt tilknýti millum foreldur og barn er eitt sterkt kensluligt fundament hjá barninum. Jú fyrr fundamentið verður bygt, jú lættari verður tað at byggja víðari á tað seinni í lívinum, sigur Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur. Eisini er tað umráðani fyri sálarheilsuna hjá primera umsorgan­ ar­persóninum – sum ofta er mamman – at pápin sleppur framat. – Gransking vísir, at sálarheilsan hjá mammuni kemur í javnvág, tá upp­ gávurnar verða býttar millum bæði mammu og pápa, sigur Maria Hanusson Joensen. Sjálvsagt eru slíkar støður einstaklingabundnar, og tað er individuelt, hvørjir førleikar ella viðbrekin øki eru í eini familju. Er mamman lutfalsliga sárbar, er tað ein styrki, at pápin hevur ein størri leiklut. Tað er tó umráðandi, at tilknýtispersónarnir eru stabilir, greiðir hon frá. – Er talan um eina vælfungerandi familju, og hevur barnið trygt tilknýti til bæði foreldrini, so er tað gott fyri Sálarfrøðingurin: Gott fyri bæði pápa og barn Visti tú? Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv pápar fáa tillutað í farloyvi í Norðurlondum. Ísland letur 20 vikur til pápan og er sostatt eisini tað norðurlandið, ið letur mest. Næst kemur Norra við 15 vikum, Svøríki letur 12 vikur, og Finland letur níggju vikur. Føroyar eru næstaftast við fýra vikum, ið eru oyramerktar pápanum, meðan Danmark er á aftasta plássi. Bert tvær vikur verða oyramerktar pápanum í Danmark. Tað skal tó viðmerkjast, at tað er eisini ymiskt, hvussu restin av farloyvinum verður lutað út. Í Danmark, til dømis, eru 32 vikur, ið eru felags millum bæði foreldrini, í Finlandi er tað 26 vikur, meðan tað í Norra er 15 vikur. Tað krevur ein størri innsats, enn eg kanska hevði hildið. Eg skilji betur, at mamman hevur verið troytt hesar vikurnar, hon hevur verið heima