hósdagur 12. november 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
5
barnið, at farloyvið verður býtt millum
bæði foreldrini.
– Barnið sær tá bæði foreldrini sum
líkar, og bæði foreldrini føla, at tey
hava investerað nógv í barnið.
Tað er ikki uttan orsøk, at orð
sum tilknýti, fundament og samspæl
verða nevnd aftur og aftur. Hóast eitt
pinkubarn gevur ógvuliga lítið aftur
í mun til tað, sum foreldrini leggja
eftir seg, er alneyðugt, at tann íløgan
verður gjørd. Tað styrkir kensluliga
fundamentað hjá barninum og ávirkar
barnið restina av lívinum. Hevur barnið
fingið hetta fyrstu livitíðina, er lættari
at knýta bond við onnur menniskju
seinni í lívinum. Er pápin við í ella hevur
ein størri leiklut í hesi tilgongdini, so
styrkir tað sjálvsagt eisini sambandið
millum pápa og barn seinni í lívinum.
Er tilknýti til umsorganarpersónin
sterkt, verður barnið betri fyri
kensluliga. Eru bæði mamman og pápin
til staðar, so er tað eitt stórt bonus,
sigur sálarfrøðingurin.
Hon heldur, at samfelagsgongdin er
soleiðis, at fleiri føroyskir pápar fara at
taka longri farloyvi í framtíðini.
– Í síðsta enda er tað ein spurningur
um, hvat riggar til hvørja einstaka
familju. Eg haldi tó ikki, at pápar, sum
vilja í farloyvi við børnum sínum, skulu
aftra seg. Pápabarsil er sera gott fyri
faðirsamleikan og tilknýti millum barn
og pápa, sigur hon og leggur aftrat, at
hetta er eitt val, sum alsamt fleiri velja
46 ár
Starvast í Kringvarpinum
Býr í Hósvík saman við
unnustu síni Saritu Vesturdal
Vesturtún
Børn: Ronja 17 ár, Flykra og
Bylgja 13 ár og Jónatan 11
mánaðir
RÚNI
JÁKUPSSON
Farloyvistíðin
Undir vanligum umstøðum
eigur pápin barsilspening í
fýra vikur eftir barnsburð.
Harumframt fær pápin
30 vikur til býtis við
mammuna.
Tá Rúni
Jákupsson tosaði
við umsitingarleiðaran í
Kringvarpinum, vísti tað seg,
at hann er tann fyrsti pápin, sum
hevur biðið um at fáa nakrar
av vikunum, sum eru til býtis
millum mammuna og
pápan.