hósdagur 12. november 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
6
til, at eg vildi taka
hesar
vikurnar
saman við honum,
sigur hann frá.
– Hetta er ikki
nakað, sum eg fari at
angra, tá eg líti aftur á
tíðina, Jónatan var lítil. Í
mínum føri hevði eg yngst,
at eg kundi tikið fleiri vikur
saman við honum, sigur hann
umhugsin.
Menninir eru eftirbátar
Hóast tað var sjálvsagt hjá Rúna
og unnustuni Saritu, at Rúni tók
nakrar vikur av barsilstíðini, er
tað ikki sálvsagt hjá øllum.
– Menninir eru eftirbátar á
økinum, og ein partur av at fáa
tað javnað út er, at pápanir taka
sín kjans heima við børnunum,
sigur hann og leggur aftrat,
at hann tó veit um tveir aðrar
pápar í nærumhvørvinum, sum
hava tikið longri farloyvi enn
hann.
Barsilspeningurin hjá pápa
num verður eins og barsilspen
ingurin hjá mammuni roknaður
út frá A-inntøku hansara síðsta
árið, áðrenn barsilsfarloyvið
byrjar. Mesta útgjald er 25.000
krónur um mánaðin. Fleiri
kvinnur enn menn í Føroyum
eru í lægra lønarendanum,
og tað kann eisini gera sítt
til, at fleiri foreldur velja, at
mamman er heima í
barnsburðarfarloyvi,
so samlaða inntøkan
hjá familjuni ikki
verður ov nógv skerd.
– Tað eru ikki øll,
sum kunnu forsvara eitt
lán við 25.000 krónum um
mánaðin, tað skilji eg væl,
sigur Rúni Jákupsson og legg
ur aftrat, at tað hevði bøtt upp
á javnstøðuna á hesum økinum,
um hámarkið fyri barsilsút
gjaldið varð hækkað.
– Men tað er sjálvsagt eisini
ein spurningur um hugburð
og mentan. Siðbundið hevur
tað verið mamman, sum er
um barnið, meðan pápin er
til arbeiðis. Hetta situr djúpt í
okkum, men eg haldi, at hetta
er við at broytast, sigur kenda
útvarpsrøddin.
Tað kann styrkja parlagið, tá
ein pápi kann tosa við um barna
uppæling og hava eina skikkaða
meining um tingini, heldur Rúni
Jákupsson.
– Enn er tað so mikið óvanligt,
at ein pápi velur hetta, at tað er
eitt evni, ið tosað verður um. Eg
haldi, at vit skulu arbeiða fram
ímóti, at tað ikki er ein søga,
at ein pápi velur at taka barsil
við barninum hjá sær. Tað skal
verða púra natúrligt. Enn eru vit
ikki har, staðfestir hann.
– Men eg haldi tó, at tað er
sunt fyri pápar at royna at vera
heima við børnunum. Man fær
jú eina aha-uppliving, tá man
sær, hvat tað inniber. Tað er
ikki bara hugni, tí tað eru eisini
strævnir dagar við lítið av svøvni
ella sjúku, sigur hann eisini.
ANNIKA@SOSIALURIN.FOW
Dagar
Tal av pápum
Dagar í miðal
2001
4481
204
21,9
2002
7137
390
18,3
2003
8242
434
18,9
2004
8830
426
20,7
2005
7245
412
17,5
2006
7333
410
17,8
2007
7021
395
17,7
2008
11379
423
26,9
2009
9994
368
27,1
2010
9715
365
26,6
2011
8106
285
28,4
2012
8197
331
24,7
2013
8961
339
26,4
2014
10255
355
28,8
2015
11148
370
30,1
2016
14619
436
33,5
2017
15415
439
45,4
2018
13230
417
31,7
Farloyvi oyramerkt
til pápar í vikum
Svøríki
12
Danmark
2
Finland
9
Norra
15
Ísland
20
Føroyar
4
Man fær jú eina
aha-uppliving, tá
man sær, hvat tað
inniber. Tað er ikki
bara hugni, tí tað
eru eisini strævnir
dagar við lítið av
svøvni ella sjúku
Visti tú?
Miðaltalið fyri, hvussu nógvir
føroyskir pápar taka farloyvi
er munandi hægri í dag, enn tað
var, tá pápafarloyvi varð veruleiki
í 2001. Fyrstu árini lá miðaltalið á
farloyvisdøgum hjá pápum undir 20,
men í 2008 hækkaði tað munandi,
og hevur síðani ongantíð
verið undir 20.