hósdagur 12. november 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
7
STEINAR PATURSSON
S
íðan Vangin og Samleikin
vórðu tiknir í nýtslu 27.
oktober, eru tað heilt
nógv, ið hava roynt
nýggju funkuna at blaða í síni
egnu fortíð.
Í appuni Vangin sæst ætt
arbandsskráin hjá okkum før
oyingum, og áhugin hevur verið
heilt stórur at síggja, hvaðani vit
eru, og hvørjir okkara forfedrar
vóru.
Higartil hava 5000 fólk tikið
fingið sær Samleikan, og 4300
eru skrásettir sum brúkarar,
kunnar Talgildu Føroyar.
Hóast Vangin hevur fleiri
funkur, og skal hava enn fleiri
sum frálíður, er tað serliga
ættarbandsskráin, ið hevur
fingið góða móttøku.
– Vit eru ovurfegin um góðu
móttøkuna, og tað er gott at
síggja, at fólk taka so væl ímóti
hesum, sigur Durita Hansen,
samskiftisfólk hjá Talgildu Før
oyum og leggur aftrat, at tað
stendur fólki frítt í boði at taka
niður appuna.
Fyrstu dagarnir var so stórur
áhugi at fáa sær Samleikan, at
Talgildu Føroyar megnaðu ikki
at fylgja við eftirspurninginum,
men fleiri fólk vórðu sett at
skráseta og avgreiða umsókn
irnar, og nú eru Talgildu Føroyar
komin ajour aftur, sigur Durita
Hansen.
Øll vilja síggja ættarbandsskránna
STEINAR PATURSSON
F
øroyska ættarbands
skráin
varð
g jørd
í sambandi við við
arbeiðið hjá Ílegusavni
num at granska í føroyskum
ílegum. Sum síðuvinningur er
ættarbandsskráin nú vorðin
tøk hjá almenninginum umvegis
appuna Vangin, og seinastu
vikurnar eru ættarbandsskráin
nógv vitjað.
– Tá tann nýggja dátuvernd
arlógin kemur, hava fólk rætt til
at vita, hvat er skrásett um tey.
Tí hildu vit tað vera eitt ótrúliga
gott høvi, tá talgildi samleikin
kom, at vit brúktu tað at kunna
fólk um, hvat var skrásett um
tey í ættarbandsskránni, sigur
Guðrið Andorsdóttir, stjóri í
Ílegusavninum.
Tað er kortini avmarkað, hvat
einstaklingurin sleppur at síggja
í skránni. Nýggjasta tilfarið í al
ment atkomuligu skránni er
100 ára gamalt, og tað er bert í
beinari linju, at fólk fáa atgongd
at síggja sínar forfedrar.
– Grundin til, at tú ikki sært
tað, sum er yngri enn 100 ár,
er, at Dátueftirlitið vildi ikki
loyva tí. Vit kunnu gott út
flýggja upplýsingar um ein
persón, men vit kunnu ikki út
flýggja upplýsingar um livandi
persónar, tí tey hava ikki sam
tykt tað, sigur Guðrið Andors
dóttir, sum leggur aftrat, at tað
ber ikki til at síggja systkin hjá
ommum og abbum, langommum
og langabbum og so framvegis.
Tøkniliga er hetta ein møguleiki,
men í løtuni ber hetta ikki til.
Áhugin millum fólk at síggja
ættina út í síðurnar er kortini til
staðar, sigur Guðrið Andorsdóttir.
– Tað eru eisini summi, ið
hava spurt um tað. Eg havi eisini
hoyrt um fólk, ið hava sett seg
saman við teimum og trimum
teldum, sum eru farin inn hvør
sær, har tey so royna at finna
felags forfedrar. So tað er stórur
áhugi í hesum.
Hevur hjálpt nógv
Uppgávan hjá Ílegusavninum er
at granska í føroysku ílegunum,
og í tí sambandi er tað komið
væl við hjá Ílegusavninum, at
vanligu føroyingarnir nú hava
fingið atgongd til teirra egnu
ættarbandsskrá, tí rættingarnar
koma væl við.
– Vit hava fingið fleiri aftur
meldingar, og tað eru vit glað
fyri. Vit hava onkrar størri feilir,
har fólk eru knýtt at skeiva
ættartrænum. Og vit eru øgi
liga glað fyri at fáa rættað tað,
tí tað er nakað, sum kann hava
týdning í sambandi við ílegu
gransking, sigur Guðrið Andors
dóttir.
Harumframt lættir tað eisini
um arbeiðið hjá Ílegusavninum,
at ættarskráin nú er knýtt at tal
gilda samleikanum, tí so kann
stovnurin vera vísur í, at upp
lýsingarnar koma á rætt stað.
– Vit eru ein pinkalítil stovnur,
og vit hava ikki møguleika fyri
at útflýggja ættarbandsskráir so
langt aftur til fólk, tá tey venda
sær til okkara at spyrja, sigur
Guðrið Andorsdóttir og sipar til
teirra, ið seta seg í samband við
Ílegustovnin fyri at vita, hvaðani
tey koma.
– Okkara skipan loyvir bert
at fara fýra aftarlið aftur. Tú
fært ikki tað sama burturúr
sum við skipanini við talgilda
samleikanum. Talgildi samleikin
ger, at vit eru trygg í, at við
komandi, sum biður um at fáa
upplýsingar, er rætti persónurin
og hevur rætt til at síggja upp
lýsingarnar.
– Eg vil siga, at vit hava sæð
fram til, at hetta varð sett í verk,
sigur Guðrið Andorsdóttir.
Ættarbandsskráin ein
síðuvinningur frá ílegugransking
Tá Tjóðskjalasavnið upprunaliga
gjørdi ættarbandsskránna, var
tað til Ílegusavnið at granska
í. Nú tilfarið er atkomuligt
hjá vanliga føroyinginum,
hevur hetta gjørt arbeiðið
hjá Ílegusavninum betri