hósdagur 12. november 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
8
STEINAR PATURSSON
T
að liggur eitt ovur
stórt arbeiði aftan fyri
at gera ættarbands
skránna, og arbeiðið at
tøppa inn upplýsingar í skránna
byrjaði heilt afturi í 2007.
Sámal Tróndur F. Johansen
er stjóri á Tjóðskjalasavninum,
sum stendur aftan fyri arbeiðið
við ættarbandsskránni, og sum
verkætlanarleiðari hevur hann
tí verið partur av arbeiðinum frá
byrjan.
Tað er ilt at siga, júst hvussu
nógv orka er farin í arbeiðið, tí
ymiskt hevur verið við fígging
og arbeiðsmegi millum árini.
Men tá flest fólk arbeiddu í senn,
vóru 12 ella 13 fólk, sigur Sámal
Tróndur F. Johansen, sum legg
ur aftrat, at tey vóru kortini ikki
øll fulltíðarsett.
Keldutilfarið er ymiskt
Summi, ið hava sitið og leitað í
ættarbandsskránni, hava skrull
að seg aftur til forfedrar heilt
afturi í 12. øld. Tað er tí eisini
áhugavert at vita, hvørjar keldur
kunnu vísa á føroyingar so langt
afturi.
Ættarbandsskráin er sett
saman av ymsum keldum,
og yvirhøvur sanngildið hjá
keldunum ymiskt frá tíðar
skeiði til tíðarskeið, sigur Sámal
Tróndur F. Johansen. Kirkju
bøkur, fólkateljingar, og lands
fólkayvirlit eru brúkt, men eisini
ættarbandsskráir, ið koma frá
øðrum granskarum. Teir fýra
bólkarnir í felag geva eina nokk
so trygga ættarbandsskrá, sigur
Sámal Tróndur F. Johansen.
Heilt aftur til miðøld verða eisini
sagnir og annað nýtt.
Elsta kirkjubókin er tann
í Eysturoy, og hon er frá 1687.
Fólkateljingarnar byrja ikki fyrr
enn í 1801, og tí kemur okkurt av
tilfarinum í farnu øldunum frá
skifti- og festiprotokollum.
– So hava vit eisini aðrar
keldubólkar, sum vit brúka, tá
tað ikki finst í hinum tølunum.
Tað heilt trygga tilfarið, sum vit
hava, fer aftur til 18. øld. Fara vit
longur aftur, brúka vit óbein
leiðs keldutilfar. Til dømis hava
vit jarðarbøkur aftur til 1584,
sigur Sámal Tróndur F. Johan
sen.
Jarðarbøkurnar greiða frá,
hvør átti ella umsat hvørja
jørð, og út frá teirri vitanini
ber ofta til at rokna seg fram
til, hvør arvaði hvønn. Ofta er
talan um kongsjørð, ið er skrá
sett í jarðarbókunum, og tí
eru kongsbóndur eisini betri
skrásettir enn onnur.
Óvissan størri tess
longur aftur tú kemur
Sum
tummilfingurregla
verður sagt, at jú longur tú
fert aftur í tíð, tess størri
verður óvissan. Harumframt
endurspegla skrásetingarnar
eisini tað samfelagið og teir
samfelagshugburðir, sum vóru
í samtíðini.
Ítøkiliga merkir hetta, at
tað eru serliga mannfólk, ið
eru skrásett, og tað eru serliga
mannfólk, ið eiga jørð, ið eru
skrásett.
– Sum heild eru mannfólkini
nógv betri skrásett enn kvinnur.
Góðskan í mannfólkaskráseting,
serliga mannfólkum við jørð, er
betri enn hjá øðrum, serliga tá tú
fert longur aftur í tíðina, sigur
Sámal Tróndur F. Johansen
og vísir á, at tað er ikki fyrr
enn kirkjubøkurnar koma, at
skrásetingin verður meira jøvn.
– Í einari kirkjubók ella
fólkateljing stendur, hvør tú ert,
hvussu tú eitur, hvussu gamal tú
ert og so framvegis. Tað sært tú,
óansæð hvør tú ert - fátækur ella
ríkur, maður ella kvinna, sigur
Sámal Tróndur F. Johansen,
sum av tí sama ger greitt, at
góðskan á ættarbandsskránni
er góð tey seinastu 250-300 árini,
men verður farið longur aftur, er
skrásetingin meira selektiv.
Rættindi knýtt at jørðini
Orsøkin til at tað er jarðar
ognarar - yvirhøvur menn - sum
eru skrásettir í størri mun enn
onnur, er einføld.
– Jørð og privilegii hingu
saman. Í dag eru okkara rættindi
ikki knýtt at jørð, men tað vóru
tey fyrr. Átti tú jørð ella leigaði
jørð, hevði tú rætt til at fara í
fjøllini, rætt til at fáa tær familju
og so framvegis. Í dag eru vit leys
frá, at jørð og rættindi eru knýtt
saman, sigur Sámal Tróndur F.
Johansen.
– Tá tú vart skrásettur, so
vart tú skrásettur, tí kongur, ella
hann, sum hevði Føroyar í len,
var áhugaður at vita, hvør hevði
jørðina, og hvar hann kundi fáa
inntøkurnar frá.
Sámal Tróndur F. Johansen
leggur eisini aftrat, um umframt
jarðeigarar
vórðu
eisini
týdningarmiklir persónar skrá
settir ymsastaðni, og tey, sum
høvdu gjørt okkurt, ið tey ikki
skuldu.
Augmundur Jorsalafar
og Fornjotur í Finlandi
Nógv teirra, ið hava skrullað seg
aftur til miðøld í ættarbands
skránni, hava funnið seg fram
til, at Augmund Jorsalafar var
ættarfaðir teirra.
Augmund Jorsalafar er ein
av elstu persónunum í ættar
bandsskránni, men hann var
ivaleyst norðmaður, sigur Sámal
Tróndur S. Johansen.
Tað stendur ikki, hvar
Augmund Jorsalafar varð
føddur ella hvar hann doyði,
men sonur hansara, Peter Aug
mundsson, varð føddur í Sand
vin í Norra í 1190, og ivaleyst
hevur Augmund Jorsalafar
sjálvur verið norðmaður.
Elsti persónur, sum er skrá
settur í skipanini, er Fornjotur,
kongur í Finlandi, sum var
føddur ár 160 og doyði ár 250.
Hóast Fornjotur er ættfaðir at
Gormi gamla, danakongi, er sera
ivingarsamt, hvat samband er
millum Fornjot og núlivandi
føroyingar, hóast summi kunnu
finna Gorm gamla sum ættfaðir
í ættarbandsskránni.
Tað er eisini torført at
siga, hvør elsti føroyingur í
ættarbandsskránni er, tí nógv
eru skrásett í skránni, uttan at
staðfest er, hvar tey búgva.
Tað er kortini greitt, at
elsta ella fyrsta fólkið, sum í
ættarbandsskránni er stað
fest at búgva í Føroyum - og
sum eisini er eftirkomari
eftir Augmund Jorsalafar - er
Arnbjørn Guttormsson. Arn
bjørn Guttormsson varð føddur
í Bergen í 1488, og hann doyði í
Húsavík. Sonur hansara, Gutt
orm Arnbjørnsson, varð føddur
í Húsavík í 1520, og hann er
tí elsta ella fyrsta fólk, sum í
ættarbandsskránni er staðfest
at verða føtt í Føroyum.
Ættarbandsskráin
er føroysk
Aftanfyri ættarbandsskránna
liggur eitt ovurstórt arbeiðið, og
um spurningin, hvørt føroyingar
Longur aftur tú kemur í
ættarbandsskránni, størri
verður óvissan. Men fyri tey
seinastu 300 árini er skráin heilt
góð og álítandi, sigur Sámal
Tróndur F. Johansen, stjóri á
Tjóðskjasavninum, sum hevur
sett saman ættarbandsskránna
Í dag eru okkara
rættindi ikki knýtt
at jørð, men tað
vóru tey fyrr
EIN ÆTTARBANDS
SKRÁ Í HEIMSFLOKKI
Skráseting av ætt á Tjóðskjalasavninum gongur nógv ár aftur. Her síggjast
nøkur av starvsfólkunum á Ættarbandsskránni í 2008