hósdagur 12. november 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
9
nú sita á einari av heimsins
bestu ættarbandsskráum, sigur
Sámal Tróndur F. Johansen, at
tað vildi hann mett, hóast hann
ikki hevur kunnleika til allar
ættarbandsskráir í heiminum.
Undir øllum umstøðum er
talan um eina heilt góða ættar
bandsskrá, sum nú bert verður
betri, tá almenningurin hevur
fingið lætta atgongd til hennara,
tí nú koma fleiri rættingar til
skránna.
Og tað er gott, at tað eru
almennu Føroyar, ið eiga og
varða av skránni og tilfari
num, ið er grundarlagið undir
skránni, ger Sámal Trónd
ur F. Johansen greitt. Ís
lendska ættarbandsskráin,
Islendingabók, varð gjørd
av privatum aktørum, og tá
kreppan rakti í 2008-09, fór
tann verkætlanin rabundus,
og úrslitið varð, at amerikan
arar keyptu skránna. Við
øðrum orðum er íslendska
ættarbandsskráin í dag ogn hjá
amerikanskum íleggjarum.
Tað ber framvegis til hjá
íslendingum at síggja sína egnu
skrá, sigur Sámal Tróndur F.
Johansen.
– Men granskarar skulu
síggja meira, og tað sleppa teir
ikki, tí amerikanarar eiga hana.
– Vit gjørdu av, at tað
skuldu
vera
føroyskir
myndugleikar, og ikki ein
privatur aktørur, sum skuldu
gera ættarbandsskránna. Vit
gjørdu eisini nakrar grund
skráir fyrst og fluttu tær yvir
í ættarbandsskránna. Tað
hevur gjørt, at tað er betri
góðska í okkara. Haraftrat er
tað tað almenna, sum eigur
ættarbandsskránna. Tað er
ikki ein privatur aktørur, sum
kann selja hana víðari.
Sum heild eru
mannfólkini nógv
betri skrásett enn
kvinnur
Tað heilt trygga
tilfarið, sum vit
hava, fer aftur til
18. øld
Hanna S. Christiansen og Sámal
Tróndur F. Johansen. Inntøpping
í Legacy á Tjóðskjalasavninum er
grundarlagi undir Ættarbandsskránni
AUGMUND JORSALAFAR
Augmund Jorsalafar var føddur í Sandvin í
hordalandi í Norra í 1170, og har doyði hann eisini í
1217.
Tað er annars ikki nógv, ið vit vita um Augmund
Jorsalafar, men hugsast kann, at hann hevur verið
krossfari ella hevur havt tilknýti til krossferðirnar
ella heilaga landið á onkran hátt.
Jorsalafar var heitið ella navn, ið varð ofta brúkt
um teir, ið høvdu verið á krossferð. Til dømis kann
nevnast Sigurð Magnusson, kongur Noregs, sum var
á krossfer 1107 til 1110, og sum haðani fekk navnið
Sigurð Jorsalafari.
Ivaleyst hevur Augmund itið okkurt annað enn
Jorsalafari, men hevur fingið heitið Jorsalafari
orsakað av onkrum sambandi við krossferðirnar.
FORNJÓTUR
Fornjótur verður millum annað umrøddur í
Orkneyingasaga og Hversu Noregr byggðist sum
kongur í Finlandi og Kvenlandi.
Fornjótur var ættfaðir at Snær, sum átti Þorra, sum
aftur var faðir at Nór og Gór. Sambært sagnunum
høvdu Nór og Gór eina systur, Gói, ið brádliga hvarv
og sum ikki kom aftur í aftur. Nór og Gór fóru hvør
í sínum lag at leita eftir horvnu systrini; Nór við
skíum eftir landi og Gór við skipi. Báðir komu til
Noregs, har teir løgdu land undir seg og gjørdust
fyrstu kongar Noregs.
Eisini sigst Gormur gamli, kongur Danmarkar, at
vera eftirkomari Fornjóts.