Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Lati nú Erlu Kongsdóttir sleppa at standa sína roynd. Soleiðis ljóðar áheitan­in frá Hilmar Elia­sen, stjóra á Strand­ ferðslu­ni. Líka síðani ætlanin at byggja Erlu Kongsdóttir kom í eygað, hevur hon fingið nógv oman yvir seg frá fólki, sum eru sannførd um, at eitt skip av hesum slan­um er óbrúkiligt í Før­oy­um, í hvussu so er í út­jaðara­ num, har havnar­viður­ skiftini ikki eru av teim­ um bestu. Og tað var sum at stoyta bensin á bálið, tá ið tveir rútar brotnaðu á tí eina túrðinum úr Nólsoy til Havnar og aftur nú var niðurstøðan hjá royndum sjó­monnum, og øðrum, at Erla Kongsdóttir er rætt og slætt, lívsfarlig at sigla við. Og harafturat verður spurnartekin settur við før­leikarnar hjá mann­ ing­ini, tí ivi er um, hvussu stað­kendir teir eru á leiðunum, teir sigla á. Nólsoyarfjørður er ikki nakað eindømi Hilmar Eliasen er ikki so svartskygdur, og hann heit­ir á fólk um at lata hana sleppa at standa sína roynd. Og sjálvur ivast hann ikki í, at hon fer at standa royndina. – Tað, vit higartil hava hoyrt frá manningini og ferða­fólkum, er, at hon roynist serstakliga væl, sigur stjórin á Strand­ ferðslu­ni. –  At menn hava siglt í Barentshavinum, ella aðra­staðni, ger teir ikki til serfrøðingar í sigling við ferðafólk innanlands í Før­oyum, staðfestur hann. Hann ásannar, at Erla Kongsdóttir fekk eina ser­stak­liga óhepnað byrjan uppá siglingina í Før­oy­um. Men hann vísir á, at hon er bygt eftir heilt ser­ligum forskriftum fyri at tola veður og vind, og atlit eru tikin fyri øllum teim­um viðurskiftum, sum funnist verður at. –  Hon er bygt til at tola veðrið, og ikki fyri at passa til havnarløgini kring landið, og tí mugu nøkur havnarløg lagast til skipið. – Sama slag skip verða brúkt í Norðsjónum, út til vind­myllulundirnar har í sam­bandi við viðlíkahald og eftirlit - og har er eisini óslætt við hvørt. Og so ser­ligar eru umstøðurnar í Nólsoyarfirði heldur ikki, leggur hann afturat. – Tað hevur verið sagt um Erlu Kongsdóttir, at hon kann fara undir kav. Men hon hevur nettupp ein triðja kjøl mittskips, sum tekur frá, tá ið tað er neyðugt, sigur Hilmar Elia­sen. Hann leggur afturat, at Strandferðslan hev­ ur seks skiparar til Erlu Kongsdóttir, sum allir er staðkendir á leið­ un­um, har hon skal sigla. Tá ið hon skal sigla til Nólasoyar, er tað staðkendur skipari, sum er á brúnni, og skal siglast aðrastaðni, eru tað skiparar, sum eru staðkendir har, sum eru á brúnni. Sjálvandi vera avlýsingar Men Hilmar Eliasen ásannar eisini, at veðrið má sær sjálvum ráða og sjálvandi verða av­lýs­ ing­ar, tá ið tað ikki er sigl­andi fyri veðri, sigur strand­ferðslustjórin. –  Vit gera alla tíðina eina váðameting, og vit hava greiðar reglur at ganga eftir, og er veðrið verri enn eitt vist, avlýsa vit sjálvandi. Tað gera øll skip, sigur Hilmar Elia­ sen. Men hann heldur ikki, at tað er sakligt at geva skipinum skyldina, tá ið túrar verða avlýstir. Hann heldur, at tað er sum tá ið flogfarið hjá Atlants­flog kemur í ringan turbulens, ella av­lýsir túrar fyri veður. Tá fara fólk heldur ikki kjakast um, antin flog­ farið er egnað til føroya­ flúgv­ing, ella ikki. Tað hevur eisini verið ført fram, at Erla kongs­ dóttir hevur bara sigling­ arloyvi til at sigla upp á Nólsoynna og upp á Kalsoynna. Stjórin á Strandferðsluni stað­ festur, at Erla Kongs­ dóttir er góðkend at sigla alla­staðni í Føroyum. Hinvegin hevur Strand­ferðslan sjálv tikið avgerð um, at hon fer ikki at byrja siglingina upp tey plássini, har um­ støðurnar eru vánaligar, á hávetri, tí tey vilja hava summarið at venja seg við støðuna. Atfinningar gjørdar til skammar Hilmar Eliasen sigur, at at­finn­ingarnar ímóti Erlu Kongs­dóttir, minna um at­finni­ngarnar ímóti øðrum skipum hjá Strand­ferðslu­ni. – Tá ið svínoyingar og fugl­oyingar fingu Rituna, varð harðliga mótmælt, tí hon skuldi ikki rigga til hesa siglingina. Tá var at­ finningin, at Ritan er úr stáli, men at tað vóru Lat hana nú sleppa at standa sína roynd ERLA KONGSDÓTTIR Stjórin á Strandferðsluni svarar teimum, sum hava lisið Erlu Kongsdóttir niður í sand og øsku GÓÐKEND TIL ALLA SIGLING Erla Kongsdóttir er góðkend at sigla allastaðni í Føroyum – men sjálvandi verða túrar avlýstir, tá ið veðrið er ov ringt, sigur stjórin á Strandferðsluni Strandferðslan hevur seks skiparar til Erlu Kongsdóttir