hósdagur 3. desember 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
6
hon ikki sær, og hon greiðir frá,
at hetta er eisini tað, sum fólk
hava truplast við at koma inn á,
tá tosað verður um blindni.
– Eg skal ikki dylja fyri, at
hesin saknurin av ikki at síggja
børnini og mannin er tann
svárasti saknurin, sigur hon
kensluborin.
Gerandisdagur uttan sjón
Sum so mong onnur fer Ruth
upp um morgnarnar og ger ein
drekkamunn til sín sjálvs og
til mannin. Men hon ger tað í
bølamyrkri.
– Eg eri nokkso skipað, tá
eg fari upp um morgnarnar.
Meðan hann ger seg kláran inni
á vesinum, geri eg okkum báðum
ein drekkamunn og smyrji
morgunmat. Síðani seti eg tveir
tallerkar og tveir temunnar á
borðið til okkum bæði, sigur
hon frá.
Men hon skal eisini lata seg
í klæðir og smyrja sær hvønn
dag – og henni dámar at vera
pent ílatin, og hon leggur í, at
smynkan er løgd rætt á.
– Eg plagi at hugsa um,
hvat eg eigi í skápinum at fara
í og gjøgnumganga settini í
tonkunum. Eg kann jú ikki blaða
gjøgnum aksatrøini og hyggja,
hvat er har og kanska koma fram
á okkurt, sum eg hevði gloymt, at
eg eigi. Eg haldi, at eg veit, hvussu
alt sær út, sigur hon.
– Systrarnar hjá mær hjálpa
mær nógv. Tann mittasta keypir
klæðir saman við mær og dugir
væl at greiða frá, hvussu klæðini
síggja út og hvørji mynstur og
litir tey hava. Hon relaterar
eisini til onnur pløgg, sum hon
veit, at eg minnist frá mínum
síggjandi lívi. Og hon kann til
dømis gott siga, at okkurt hevði
riggað til okkurt annað, sum eg
eigi. So veit eg, at eg kann brúka
tað saman við onkrum, sum eg
longu eigi. Hevur hon sagt gott
fyri okkurt plagg, eri eg trygg
við tí. So við og við veit eg, hvat
av tí, sum eg eigi, hóskar saman,
greiðir hon frá.
– Eg fái eisini hjálp frá dóttur
míni, tá eg skal keypa klæðir,
leggur hon aftrat.
– Tað er eisini sera umráðandi
fyri meg, at tað er hugnaligt inni
hjá okkum. Eg eigi eina aðra
systir eisini, og tað er hon, sum
hjálpir mær at hugna um heimið.
Vit eru júst flutt, og hon hevur
verið hjá okkum og hjálpt mær
at velja litir, hanga myndir upp
og gera tað hugnaligt heima. Tað
er sanniliga eisini gull vert, sigur
hon takksom.
Tá Ruth Thomsen hevur gjørt
morgunmat og latið seg í klæði
um morgunin, ger hon seg klára
til dagin.
– Tað eru nógv, sum hava
spurt meg, um Sólbjørn leggur
maskara á fyri meg, tí fólk skilja
ikki, at eg kann gera tað sjálv.
Hann ger nógv fyri meg, men
eg smyrji mær altso sjálv, flennir
hon.
– Mittasta systur mín er
make-up artist, og hon hevur
givið mær góð ráð, sum eg kann
brúka fyri at vita, at eg ikki eru
ójavnt smurd, sigur hon.
Gjøgnum dagin er hon eisini
virkin á sosialu miðlunum, sum
mangir aðrir føroyingar. Hon
er serliga aktiv á Facebook og
samskiftir nógv við fólk har.
Hon hevur talu á telefonini og
á telduni, sum hon brúkar at
skriva og senda boð við.
– Oftast brúki eg telefonina,
tí har er eitt, sum kallast “voice-
over”, og tá tað er tendrað,
riggar tað á øllum appunum á
telefonini, sigur hon frá.
– So er talan har og sigur
mær, hvat sker á skíggjanum.
Tað er ein donsk tala, so skal eg
lesa føroysk boð ella uppsløg
er tað ein donsk tala, sum lesur
føroyskt. Tað er reint volapykk
í fyrstuni, men so hvørt man
venur seg við tað, skilur man tað
til endans. Á telduni er føroysk
tala, sum lesur fyri mær. Tað er
ordiliga gott, leggur hon aftrat.
Heima hjá Ruth
Ruth Thomsen dámar eisini væl
at baka, og í langa tíð bakaði hon
eisini fyri onnur. Hon skipar
seg væl í køkinum, og hon veit
akkurát, hvar alt liggur.
– Tað er ordan í skuffunum
og í skápunum. Eg veit, hvar alt
er, og tingini standa í sama stað.
Eg havi ongantíð prentað tað í
familjuna hjá mær, men taka tey
okkurt úr skápinum, verður tað
sett aftur har, sum tey hava sæð,
at eg seti tað, sigur hon.
– So havi eg eitt hjálpartól í
køkinum, og tað er mín talandi
køksvekt. Koyri eg mjøl í bollan,
leggur hon aftrat, og sigur
mær, hvussu nógv er í. Tað er
ein fantastiska góð køkshjálp,
sigur hon og greiðir frá, at tá
baksturin skal inn í komfýrin,
veit hon eisini, hvar ymisku
hitastigini eru, tí hon hevur
avmerkt tey við boblum.
Í bølamyrkri
Korona hevur ávirkað okkum øll
meir ella minni, men fyri Ruth
Thomsen er tað gerandisdagurin
at kennast avbyrgd og bundin av
øðrum.
– Fólk hava at kalla skrekk fyri
at fara í sóttarhaldi, men soleiðis
er mín gerandisdagur altíð.
Eg eri bundin av fólki og kann
ongantíð bara fara nakra staðni.
Eg má tillaga meg, hóast eg havi
eitt sterkt bakland og góða hjálp.
Eg havi onga neyð, tað er als ikki
tað. Men sannleikin er, at eg má
heita á onnur, tá eg skal okkurt.
Eg kundi hugsað mær at keypt
jólaprýði, til dømis, men eg má
hava eini eygu við mær, sigur
hon erliga.
Ruth Thomsen er eitt virkið
menniskja, hóast hon ber berk
og manglar sjónina. Hon fær
nógv burtur úr lívinum og
skipar millum annað eisini fyri
tiltøkum. Eitt av tiltøkunum
hon gjørdi nógv við, áðrenn
koronu, var »í bølamyrkri«, sum
er máltíðir, kaféir, bindiklubbar
og konsertir, sum kunnu
upplivast í myrkri fyri at skapa
eitt forstáilsi fyri, hvussu tað er
at liva uttan sjónina.
– Tað hevur einki verið nú,
men áðrenn koronu høvdu vit
nógv tiltøk alla møguliga staðni.
Nú hava vit gjørt eitt lokali við
fantastiskari útgerð, so tað er
skjótt og nemt at myrkjaleggja,
so nú kunnu vit taka selskap
inn. Upplivingarnar inni í
myrkrinum eru fantastiskar.
Tað eru tiltøk, sum eg elski at
arbeiða við. Eg rokni við, at tá
væntaða koppsetingin kemur,
fer hetta at vinda upp á seg
aftur. Tað vil eg vóna, sigur hon
til endans.
ANNIKA@SOS.FO
UM SANSIRNAR
Ofta verður sagt, at tá vit missa ein av sansum okkara, verður ein annar skerpaður,
og á ein ella annan hátt er tað soleiðis, heldur Ruth Thomsen.
– Tað er ikki soleiðis, at eg hoyri og føli betri enn tit, sum síggja, men man lærur seg at brúka hinar sansirnar. Eg haldi, at
eg dugi betur at bruka mína hoyrn enn nógv síggjandi rundan um meg. Eg brúki hoyrnina rættliga intenst allan dagin.
Til dømis, tá eg gangi, lurti eg meg fram til, um ein hurð stendur opin, og um ein veggur er tætt við. Eg kenni fótafet,
sum nærkast, og eg hoyri eisini, um onkur ætlar at siga okkurt, og tey anda inn. Tað hugsar man ikki um, tá man sær. Eg
brúki eisini følisansin á hondunum nógv. Tá eg geri okkurt í køkinum, er følisansurin í sving alla tíðina, sigur hon.
Eg skal ikki dylja
fyri, at hesin
saknurin av ikki
at síggja børnini
og mannin er tann
svárasti saknurin