hósdagur 3. desember 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
7
UM AT FÁA KÆRLEIKSKÚLUNA
– Tað er umleið ein mánaður liðin, síðani eg fekk at vita, at eg fór at
fáa kærleikskúluna. Tá tey ringdu frá Dugna og spurdu, um eg kendi
kærleikskúluna, helt eg, at tey nú fóru at bjóða mær at keypa nakrar
kúlur til Sjóndepilin. Man heldur, at man arbeiðir í eini lítlari boblu, og
tí er tað er heilt fantastiska stuttligt at fáa eitt slíkt herðaklapp. Eg eri
bæði rørd og ovfarin. Nú hongur kærleikskúlan í stovuvindeyganum,
og hetta fari eg at liva upp á í eina tíð, sigur hon glað.
RUTH FEKK
KÆRLEIKSKÚLUNA
Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya fríggjadagin
27. november varð nýggja kærleikskúlan hjá
Dugna avdúkað. Tað er listamaðurin Eli Smith
(f. 1955), sum hevur sniðgivið nýggju kúluna.
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður
somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum
persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu
kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava
verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við
skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni
og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.
Aftur í ár kundi almenningurin senda
inn uppskot til, hvør skuldi fáa heiðurin
og heili 89 uppskot komu inn.
Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin
Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við
Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra Ruth
Thomsen, ráðgeva í Sjóndeplinum og forkvinnu í
Blindafelagnum. Um fyrimyndina verður sagt:
– Hon er ein góð, virðilig rødd, sum er ein
fantastisk umboðan fyri tey, hon arbeiðir fyri. Hon
ber eitt brek, sum er ein partur av henni, men hetta
er tó ongin forðing fyri at gera eitt megnarverk
fyri nógv onnur menniskju. Kortini sær hon ikki
forðingar, men dugir at skapa møguleikar.
– Hon er altíð til reiðar at hjálpa, og so
er hon sera arbeiðssom og íðin, og hon
steðgar ikki, fyrr enn málið er rokkið.
– Henni hevur eydnast at varpa ljós á
umstøður hjá fólki, ið eru blind ella sjónveik,
og hon er ein góð og virðilig talskvinna.
– Hon er sera menniskjalig og hevur eitt gott
lívsmót, sum smittar á okkum onnur.
– Hon hevur skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at
skapa eina fatan av umstøðunum hjá teimum,
sum eru blind ella sjónveik. Júst henda fatanin
er við til at betra umstøðurnar og víðka um
møguleikarnar hjá teimum, sum hon umboðar.
Eg havi ikki sæð
børnini við mínum
egnu eygum, síðani
tey vóru um fimm-
seks ára gomul.
Yngsta sonin havi
eg ongantíð sæð