Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 86 8 VILMUND JACOBSEN - Viðhvørt gongur alt ótrúliga skjótt. Áðrenn vit vita, so er alt lívið broytt. Framtíðarætlanir, sum tú hevur hugsað, mugu hug­sast av nýggjum og broytast. Við­hvørt fært tú møguleikar, tú antin noyðist at siga ja ella nei til. Spennandi avbjóðingar, sum kunnu koma at broyta lívið hjá tær. Nakað soleiðis skrivar 27 ára gamli, Rógvi Egilstoft, nývaldur borgarstjóri í Eiðis kommunu, á sínari Facebook-síðu hin 15. november - ella nakrar dagar eftir kommunuvalið. Og hann leggur nakað soleiðis aftrat: - Ein slíkan møguleika fekk eg fyri sløkum fýra vikum síðan. Svarið skuldi gevast skjótt, tí tað var minni enn eitt samdøgur, til listarnir skuldu latast inn. Fyrsti tanki var, at hetta var ómøguligt. Hetta passaði als ikki inn í mínar - ella okkara - framtíðarætlanir. Í uppslagnum á sínari Face­ book-síðu takkar Rógvi Egilstoft teim­um, sum megnaðu at broyta eitt nei hjá honum til eitt ja eftir fáum tímum. - Høvdu tit ikki dugað so væl at “trýst” meg til at taka av ein­ um so stórum møguleika, hevði møgu­leikin farið aftur við borði­ num, leggur ungi maðurin aftrat. Nógv flestar atkvøður Á valinum hin 10. november vóru tveir listar í Eiðis kommunu, listi A og listi B. Í bygdaráðnum eru sjey umboð, og av hesum fekk listi A tvey og listi B fimm. Toppskorari gjørdist Rógvi Egilstoft við 124 atkvøðum. Næstur honum og á sama lista - lista B - var Tonny S. Kruse, sum verður varaborgarstjóri. Hann fekk 54 atkvøður. Tá nývalda bygdaráðið skip­ aði seg, fóru øll umboðini sam­ an í valbólk, og semja var um, hvussu bygdaráðið skuldi skip­ ast. Borgarstjórin í Eiðis kom­mu­ nu seinastu tvey valskeiðini, Jógvan í Skorini, stillaði ikki upp aftur á valinum hesaferð, og tað gjørdu fimm onnur, sum eru í núsitandi bygdaráði fram til ársenda, heldur ikki. Tey tvey, sum lótu seg stilla upp aftur, fullu bæði á valinum hin 10. november, og soleiðis eru øll, sum koma av manna nýggja bygda­ráðið í Eiðis kommunu eftir 1. januar 2021, nývald. - Eg eri ógvuliga glaður fyri ta stóru álitisváttan, sum eg fekk, og eg eri nývaldu bygda­ráðs­ lim­unum takksamur fyri, at tey valdu meg til borgarstjóra. Eg fari at gera alt fyri, at vit fáa eitt gott og virðiligt samstarv. Í Eiðis kommunu er gott at búgva, men vit fara at arbeiða fyri at gera tað enn betri. Hann er kendur úr fótbólti, og hann er royndur í talvi. Men, hann dugir eisini at telva í politikki. Tað vísti hann á seinasta kommunuvali, tá hann gjørdist toppskorari og nývaldur borgarstjóri í Eiðis kommunu - Eiðis kommuna hevur havt ein sera góðan og dugnaligan borgarstjóra við Jógvani í Skorini, og her er ótrúliga nógv komið burtur úr farnu tvær seturnar, sigur nývaldi borgarstjórin, Rógvi Egilstoft RÓGVI EGILSTOFT RÓGVI EGILSTOFT DUGIR EISINI AT DUGIR EISINI AT TELVA Í POLITIKKI TELVA Í POLITIKKI