hósdagur 3. desember 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
9
Rógvi Egilstoft ásannar, at
hann ikki minst er teimum,
sum standa honum nærmast,
ógvuliga takksamur fyri stuðul,
tí uttan henda stuðul og hesa
hjálp, hevði hann ikki ein gong
havt møguleikan at stilla upp.
Hann er virkin í ítrótti
Rógvi Egilstoft er útbúgvin
lærari, og hann hevur starvast
sum lærari við Eiðis skúla
seinasta hálvt annað árið. Nú
hann tekur við sum borgarstjóri,
fer hann ikki at røkja bæði
størvini, tí borgarstjórastarvið
er fulltíðarstarv.
Foreldrini hjá nývalda borgar
stjóranum í Eiðis kommunu eru
Torkil Nielsen, sum allur før
oyski fótbóltsheimurin hevur
hoyrt um og Jana Egilstoft.
- Eg eri uppvaksin í Sandavági.
Í ítróttarligum høpi hevur ser
liga fótbólturin fylt nógv, tí tað
er fótbólturin, sum er farin av
stað við tí mestu frítíðini. Talv
hevur altíð verið ein partur
okkara heimi í Sandavági, og
í løtuni liggi eg nummar trý á
ratinglistanum við Helga Dam
Ziska ovast og beiggja mínum,
Høgna Egilstoft Nielsen, á øðr
um plássi.
Í nógv ár hevur Sandavágs
Talvfelag ligið ovast og næst
ovast millum føroysku talv
feløgini, og tað er serliga Havn
ar Telvingarfelag, sum er kapp
ingarneytin.
- Tað var fótbólturin, sum
dró meg norður í Sundalagið,
har eg í fleiri ár - árini 2013 til
2019 - spældi við EB/ Streymi,
fyrst við Margáir og seinnu árini
eisini á Eiði, har nýggjur vøllur
og ítróttarhús eru bygd. Í kap
pingarárinum, sum nú er liðugt,
havi eg spælt við NSÍ.
Rógvi Egilstoft flutti norður
til Eiðis at búgva í 2017, og hetta
var áðrenn hann gjørdist trúlov
aður við Íðunn Egilstoft, sum nú
er kona hansara. Saman eiga tey
eina dóttir.
Tey hava búð inni hjá ver
foreldrunum á Eiði, men nú um
dagarnar hava tey keypt sær sítt
egna heim á Eiði.
- Eg havi ongantíð áður stillað
upp til kommunuval, men eg
varð uppstillaður á seinasta
løgtingsvali, tá eg gjørdist annar
varalimur hjá Fólkaflokkinum.
Sum varalimur havi eg havt
sæti á tingi í nøkrum umførum,
og hetta hevur verið bæði
spennandi og læruríkt, sigur
hann.
Kundi gerast gott
Ungi maðurin sigur, at nú kom
munuvalið stundaði til, og tað
gjørdist greitt, at hann var mill
um tey, sum stillaðu upp, sá
hann skjótt, at hann hevði ein
ávísan møguleika at blíva vald
ur.
- Sum nevnt, stillaðu fleiri
ikki upp aftur, og tað gjørdi
borgarstjórin seinastu átta
árini heldur ikki. Hetta merkti,
at nógvar atkvøður vóru leysar,
og seinastu dagarnar undan
valinum merkti eg, at valið
kundi gerast rímiliga gott. Eg
hevði tó ikki droymt um, at tað
fór at skerast so væl hjá mær,
sum tað gjørdi, og tøkkina fyri
tað eiga mong saman við mær.
Rógvi Egilstoft sigur, at Eiðis
kommuna hevur havt ein sera
góðan og dugnaligan borgar
stjóra við Jógvani í Skorini, og
her er ótrúliga nógv komið burt
ur úr farnu tvær seturnar.
- Eg ivist onga løtu í, at kom
andi seta eisini skal gerast góð
fyri kommununa og tað fólk,
sum her býr, tó at hvørt valskeið
er eitt nýtt skeið í kommununar
søgu. Vit eru øll nýggj, og tað
eigur samstundis at merkja, at
vit taka ikki um stýrisvølin við
fordómum. Vit eru øll her við
opnum sinni - Eiðis kommunu og
fólkinum, sum her býr, til frama.
Nývaldi borgarstjórin ivast
onga løtu í, at Jógvan í Skorini
verður góður í ráðum, um tað
skuldi víst seg, at brúk verður
fyri íblástri.
- Vit hava eitt lágt skatta
prosent, og vit hava allar tær
umstøður og tænastur, sum
barnafamiljur spyrja eftir.
Nettoskuldin er lítil og eingin.
Í einum nývaldum bygdaráði,
har øll eru nýggj, er lítil ivi
um, at hvør einstakur hevur
møguleikan at seta sín dám á
tað arbeiði, sum skal gerast tey
næstu fýra árini. Tað verður
nógv at seta seg inn í, nú eg
skal taka um stýrisvølin, men
eg stúri ikki fyri teirri uppgávu,
sum liggur fyri framman, sigur
nývaldi borgarstjórin í Eiðis
kommunu, sum umframt Eiði,
eisini fevnir um Ljósá og Svínáir.
Nógvir góðir tankar
Tá tað eru sjey limir í einum
bygdaráði, eru tað eisini sjey,
sum skulu taka tær avgerðir, ið
fara at mynda komandi fýra ár
ini í Eiðis kommunu, men undan
kommunuvalinum hevði Rógvi
Egilstoft nógvar forvitnisligar
tankar um, hvat hann kundi
hugsað sær.
Millum tey mál, sum hann
helt, at kommunan eigur at ar
beiða við tey næstu árini, eru
eitt nú -
• At barnafamiljur skulu hava
tað gott í kommununi
• At barnafrádrátturin skal
hækka
• At stovnar, har børn hava
sína dagliga gongd, skulu
hava hægstu raðfesting
• At tað skal vera spennandi at
vera ungur í kommununi
• At ungdómurin skal hava eitt
stað, har skipað verður fyri
fjølbroyttum virksemi
• At havnarlagið skal skipast,
so tað er til gagns fyri vinnu
og borgarar
• At kommunan ikki hækkar
skattaprosentið, sum í dag
er 18,75%
• At kommunan altíð skal
føra ein ábyrgdarfullan og
framskygdan fíggjarpolitikk
Rógvi Egilstoft, sum er giftur
Íðunn Egilstoft, er útbúgvin
lærari, og hann hevur starvast
sum lærari við Eiðis skúla
Navn: Rógvi Egilstoft (27)
Føðingardagur/ár: 7. desember 1992
Hjúnafelagi: Íðunn Egilstoft
Starv: Nývaldur borgarstjóri
FAKTA